Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tøkk

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  05.03.2021 - 11:00 Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

Hjartaliga takk fyri sýnda samkenslu og hjálp, tá elskaði maður, pápi, abbi og langabbi okkara

 

Hans David Sofus Gregersen

f. 06-11-1935 – d. 18-09-2019

andaðist og varð jarðaður

 

Takk til Sverra Steinhólm fyri troystandi og vøkur orð í kapellinum á Landssjúkrahúsinum og takk til urguspælaran.

Takk til Ova Brim fyri góða og vakra talu og takk til kirkjutænarar, sangarar og gravarar.

Takk til Landssjúkrahúsið og Seingjardeildina á Klaksvíkar Sjúkrahúsi fyri góða umsorgan.

Hjartaliga takk til tykkum mongu sum vóru við til løtuna í kapellinum og til tykkum mongu sum vóru í Glyvra kirkju og fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað.

Stóra tøkk fyri blómur og kransar og takk fyri peningargávur til Bátafelagið á Bakka á Glyvrum og tykkum mongu sum bakaðu og hjálptu til við ervinum.

 

 

Hjartaliga takk fyri sýnda samkenslu og hjálp, tá elskaða mamma, omma og langomma okkara

 

Petra Sonja Gregersen f. Niclassen

F. 19-02-1939 – d. 29-08-2020

Andaðist og varð jarðað

 

Takk Meinhard Bjartalíð fyri vakra talu og takk til kirkjutænarar, sangarar og gravarar.

Takk til tykkum á onkologisku deild fyri alla hjálp og stuðul og takk til B6 á Landssjúkrahúsinum. Eisini vilja vit takka Hotel Tórshavn í Keypmannahavn.

Takk til tykkum í Roðanum og Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi fyri góða hjálp og umsorgan.

Hjartaliga takk til tykkum mongu sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað.

Stóra tøkk fyri blómur, kransar og fyri peningargávur til Krabbameinsfelagið og tykkum sum sum á ymsan hátt hjálptu til og komu á gátt at vísa umsorgan og samkenslu.

 

Elin, Lis, Anna Maria, Martin og Rúni

við familju

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norðlýsið skilir...
Málsøkjabýtið er liðugt avgreitt
Mia og Miriam eru í FM finaluni í einman…
Skaðar fyri 342 milliónir í 2025
Varpið aðalfund
KÍ-B68 spæla leygarkvøldið
Urbanus á G!
Flokkar­nir lesa uppskotið ígjøgnum
Magnus Powell hevur enn ikki tapt í Føro…
Tað er nakað heilt, heilt galið í føroys…
Heðin Mortensen 80 ár
Eg havi ikki sæð eitt kvinnulið spælt so…
Áheitan frá áhugafelag­num Føroyingar fyr…
Føroya elsti unglingi fyllir 80
Tøkk
Myndarøð og dystarfrásøgn: KÍ vann sætta…
Nýrafelagið boðar til aðalfund
Veðrið í vikuni
Mathias Lassen Samuelsen nýggjur formaðu…
Embætismanna­bólkur felags fund í Føroyum