Lýsing
Lýsing

4 mill. burðardyggir døgverðar

SKRIVAÐ: Kári Thomsen  |  03.03.2021 - 22:00 Lesarabrøv Politikkur Vinna

Fyri stuttum landaðu skip góð 1.000 tons av lodnu til mjølframleiðslu hjá Havsbrún / Bakkafrost. Og alt meðan serverar Norman Savio da Souza á fiskamatstovuni Barbara Fishhouse leskiliga lodnurættin ”escabeche” til síni vitjandi.

Um hesi 1.000 tonsini av lodnu vóru brúkt til mannaføði, og hvør rættur var umleið 200 gram af fiski, kundi umleið 4.milliónir fólk fingið sær ein sera heilsugóðan vistfrøðiligan døgverða í bestu góðsku. Lítið av umhvørviseiturevnum eru í pelagiskum fiski sum lodnu, svartkjafti, sardin ella ansjosum, og er maturin tí rættuliga heilsugóður og við góðum og rætt samansettum fitisýrum.

Her er ein megnar møguleiki at góðska og útflyta hálv- ella heilgjørdar lidnar rættir til milliónatal av heimsins borgarum.

Men hinvegin eru aðrar fyritøkur, ið síggja møguleikan í at mala lodnuna til mjøl og blanda hesa upp í GMO og sterkt eiturfongt soya, ið hevur uppruna frá niðurhøgdari frumskóg í Suðuramerika. Annað plantufóður er á sama hátt GMO rapsolja og illa eiturfongt hveiti.

Helvt um helvt verður lodna og plantufóður blandað til fóður og tilsett petrokemiska litevnið astaxanthin og konserveringsevnið Ethoxyquin, ið er sera vandamikið.

 

Burðardygdin, ið ikki er burðardygg

Alivinnnan roynir alt hon kann at billa landsins borgarum inn, at verða so sera burðardygg og at hon hevur sum aðalmál at veita økt tal av heimsins borgarum føði.


Tá 4 kilo av heilsugóðari og vistfrøðiligari lodnu, saman við 4 kilo av eiturfongdum plantufóðuri, enda sum 1,2 kilo av alilaksafóðuri, ið seinri gevur 1 kilo av heilsuskaðiligum alilaksi, kann eitthvørt smábarn skjótt rokna seg fram til, at alivinnan ikki dugir at rokna, men meira at bluffa seg til nakað, ið ikki hevur hald í verunleikanum.

Kravið til eina burðardygga vinnu er, at tríggir sektorar verða gingnir á møti í eini heild, og ikki hvør sær. Sociali sektorurin er at nærumhvørvið, firðir og sund, hevur gott støðið í gagnnýtslu í frítið og nýtslu hjá borgarum í breiðum tídningi. Umhvørvið og náttúru-sektorurin skal verða í sama heilsugóða og lívfrøðiliga standi sum hann altíð hevur verið, og má ikki dálkast ella eitrast orsakað ídnað á landi ella á sjógvi. Og búskaparligi sektorurin skal vera tryggur og uttan vanda fyri at kollsigla orsaka dálking, sjúku ella vánaliga og ikki haldgóða vøruframleiðslu. Við verandi alivinnu í opnum nótum kann lættliga gerast niðurstøðan, at eingin av hesum trimum sektorum eru gingnir á møti, og at vinnan tí IKKI er burðardygg.


Sociali sektorurin

Firðir og sund nøkta ikki tørvin hjá borgaranum at fara í fjørðin at fiska ella til at hugna sær í bátinum í óspiltum og ódálkaðum umhvørvið. Friðsælar víkir har tað áður íddi av smáfiski, reyðsprøku og flundru, og har fólk í førum kundu seta sær eitt laksagarn og fá 4 – 6 laksar ella stór sjósíl, er ikki møguligt meira. Fólk stóðu síð um síð góðar løtur á kajkantinum ella á seiðabergi og syftu feitan og heilsugóðan seið í spannavís. Har varð turkað, ræsað, kókað ella stokt, og kostnaðurin var ikki klovið oyra, heldur øvugt vóru løturnar sum sálarbót.


Og so kom tíðin har menn vóru á fjørinum við seiðakikaranum. Dagurin bleiv tann rætti, seiðurin stóð tættur á øllum fjørðinum, og ovurstóra nótin varð tikin fram og sett við tveimum 10-mannaførum hinumegin land. Siglt varð spakuliga um fjørðin og inn til kajkantin og uttaru brúgv alt meðan nótin fyltist við seiði. Í vídd kanska einar 5000 fermetur av fjørðinum har mest sum kókaði av seiði. Har var bara at lempa upp við glúpi og øll bygdin luttók. Koyrt varð til hús við trillubørum fullar av besta fiskinum.

Serstakt skal takast við, at just seiður man verða mest heilsugóði fiskur føroyingar hava átt. Serstakt livurin varð høgt mett í virði, tí innihaldið av D-vitaminum fannst ikki hægri í øðrum fiski. 500mikrogram fyri hvørjai 100 gram er tvær ferðir tað nøgd toskalivur hevur í sær, og kann tí sigast at just seiðalivurin í øldir man hava hildið føroyingin í góðari heilsu.

Gagnnýtsla av skeljadjórum var mestan flia og goggur, har línur vóru settar við toskahøvdum til at fáa agn til útróðurin. Við sjóarmálan var spæliplássið hjá børnum, og ikki var smávegis av krabba og álli, ið eisini varð kókað og eti sum forkunnugur døgverði.

Friðsælan og frítíðar møguleikarnir á firðum og sundum eru ikki til meira, tí alivinnan hevur lagt band á hesar møguleikar. Tað er eitt stórt afturstig, og kann tí IKKI sigast, at alivinnan er gingin kravinum til burðardygd á møti.

 

Umhvørvið og náttúru-sektorurin

Sjóumhvørvið á og fram við firðunum er rættuliga samansett ella komplekst fyribrygdið. Veður, vindur, regn, áarføri og uppgangur hava sín nátúrliga leiklut saman við evnaføðiligu og lívfrøðiligu umstøðunum við gróðuri og øllum livandi sum heild. Hitin í sjónum, saltinnihald, koltvísúrni og súrevni skal alt verða í støðugari javnvág og til broyttar árstíðir. Eru umstøðurnar í støðugari og góðari javnvág er trivnaður til fisk, súðdjór og gróður, javnt sum fuglameingið eisini vil verða í javnvág við náttúrugivnu treytirnar.

Við øktari fiskatilvirking og stórum flakavirkum stóðst stórt útlát av føðsluevnum út á firðirnar og tær lægdir, ið flestu firðir hava miðskeiðis og út til gáttina. Og meira enn so sást at ein eutrofisering á firðunum har svávul- og methangass kom upp úr botninum. Hetta er fyri part burtur í dag javnt sum reinsiverk, septiktangar og fyribyrging er móti óneyðugum dálkandi útlátum frá landi.

Við alivinnuni er íkomið ovurstórt útlát av føðsluevnum, partvís sum skarn frá fiskinum og partvís sum leivdir frá fóðurinum. Íalt kann roknast við eini 70 kanska 80 túsund tons um árið. Undir nótum rúgvast skarn og fóðurleivdir upp og drepa alt livandi javnt sum útlát av svávul- og methangassi er stórt. Havstovan gjørdi fyri árum síðan kanningar, ið vístu, at so at siga einki súrevni var á botni og tí einki livandi. Vandi fyri botnvendingum eru tilstaðar, og verða aliøki tí flutt í ymisk støð á firðunum.

Lúsaplágan fæst ikki bilbukt við annað enn at hon verður hildin niðri við nýtslu av vandamiklum kemiskum evnum, og við beinleiðis reinskan av fiskinumn við heitum vatni og trýstspuling, ið verður mett sum grov djóraplága. Evni brúkt verða nú á døgum eru mestan Emamektin Benzoate, ið er kyknueiturevni, ið verður sett til fóðuri. Evnið skal hava umleið 90 dagar fyri at hvørva úr fiskinum, men sleppst ikki undan at annar fiskur, ið nálgast upp at alinótunum, fær evnið í sær, og kanska dagar seinri verður fiskaður og etin. Emamektin Benzoate, eisini nevnt ”Slice” er vandamikið fyri heilsuna, og stendst tí ein álvarsom avbjóðing hjá alivinnuni og eftirlitsmyndugleikum, at fólk óvarin kunnu fáa evnið í kroppin. Emamektin Benzoate forgongur ikki í botnsedimentinum, men verður eitt varandi kyknueiturevni, ið bustamaðkur og onnur botndjór kunnu eta fyri síðan at verða føði hjá øðrum djórum, krabbadjórum og fiski.
Annað evnið er kitinniðurbrótarin Diflubenzuron, ið eisini verður givið við fóðurinum. Hetta evni drepur annan skeljafisk, mestan rekur, krill og hummara, men verður ikki heilt niðurbrotið í føðsluskipanini í alifiskinum. Staðfest er m.a. av norska granskaranum René K. Beckmann, at millum 5% og 6% av evninum situr eftur í alilaksaflakinum og er metaboliserað (umgjørt) til fleiri onur evnafrøðilig evni m.a. PCA – Pentachloranilin. Hetta evnið er staðfest at verða krabbaelvandi.

Annað evni, ið er trupult at greina, er GMO fóðuri, ið eisini endar í sjóumhvørvinum og í botnsedimentum. Ílegubroytt soya er ”Genetical Modified Organism” har ílegur frá jørðbakteriuni Bacillus Thuringiensis er sett í DNA streingin í soyaplantuni. Uppruna ætlanin var at fyribyrgj at kykn løgdu á plantuna tí ílegubroytingin tók lívið at kyknum. Men skjótt varð at kykn mentu mótstøðuføri, og varð so aftur brúkt vandamikla sproytuevni RoundUp Ready har virknað evnið er Glyphosate, ið er sterkt krabbaelvandi. Bakkafrost marknaðarførir seg sum NON GMO framleiðari, óansæð at RoundUp Ready er staðfest í fóðurinum hjá Havsbrún.

Vandamálið er at ílega frá jørðbakteriu frá Suðuramerika endar í sedimentum á føroysku firðunum, tó at eingin veit hvat tað kann hava við sær.


Onnur vandamikil dálking á sjóumhvørvið stavar frá plast-fóðurrørunum har trýstluft verður brúkt at senda fóðuri út í aliringarnar. Plastrørini verða sum sandblást á innsíðu og lata stórar nøgdir av mikroplast á sjógv. Íalt kann roknast við at nøgdin av mikroplast er millum 10 og 20 tons um árið. Plastið verður etið av bæði alilaksi, øðrum fiski og smákyknum, ið ikki duga at skyna millum plast og føði.

Annað lúsabasingarevni er Azamethifos, ið er sonevnt organofosfat og við virknað sum nervaeitur. Evnið verður brúkt at baða alilaksin við í brunnbáti, og eftir nýtslu lati á sjógv. Sjálvt í høgari upploysn í sjógvi er evnið deyiligt frá smákykn.

Aftur annað evnið er Formaldehyde, ið er sterkt bakteriudrepandi og sera vandamikið fyri fólk. Ikki er kent hvat evnið verður brúkt til, men roknast kann við at tað er til soppa- og bakteriubasing á smoltstøðum. Onkur norsk alifyritøka brúkti evnið til lúsabasing og fekk ovurstóra bót. Í miðal verða brúkt umleið 3 tons um árið, ið alt endar í firðum og sundum. Til samanberingar kann nevnast at sjúkrahúsini brúka nakrar fáar litur um árið til at goyma vevnaðarroyndir.

Annað lúsabasingaramboð er ronkilsi, ið verður mett sum grov djórapínsla. Hesi verða eisini ald til endamálið at eta laksalús, og er vandin at hesin fiskur eisini gerst sjúkur og kann bera smittu við sær. Árin frá sjúkum alilaksi og slopnum alilaksi er rættuliga álvarsamt. Í noreg er staðfest at 90% av villum laksi hevur í sær ílegur fra aldum laksi, og smittuvandar við fleiri virus- og bakteriusjúkum gera um seg.

 

Búskaparligi sektorurin

Alivinnan stendur fyri stórum parti av samfelagsbúskapinum og hevur nógv fólk í starvi. Tað er jaligt at samfelagið hevur góða inntøku og nógv fólk hava inntøku til lívsins uppihald, tó at vinnan er sera ótrygg og í ringasta førið kann hvørva ella fara fyri bakka uppá heilt stutta tíð. ILA, ISA og aðrar virus og bakteriusjúkur gera um seg av og á, og vónleyst er heilt at fyribyrgja slíkum.

Við veðurlagsbroyting er enn størri vandi tá sjógvurin gerst meira súrur og við lægri ph-virði og við óstøðugum hitabroytingum. Slíkt kann hava við sær eitrandi alguvøkstur, ið kann leggja niður alla alivunnuna uppá heilt stutta tíð.
Stórar avbjóðingar eru at fáa til vega alilaksafóður og har nøgdin av pelagiskum fiski ikki nøktar allan tørvin. Kvotur og avmarkingar eru til svartkjaft og annan pelagiskan fisk, og verður tí innflutt GMO soya, GMO rapsolja og konventionelt framleitt hveiti. Her í landinum er helvtin av fóðurinum pelagiskur fiskur, meðan Noreg hevur 1/4 part sum pelagiskan fisk. Plantufóðuri er sum fóðuri til danska svínaframleiðslu GMO soya fyri stórsta partin, ið alt verður innflutt frá Brasil og Argentina. Her eru stórfyritøkur á Suðuramerikanska marknaðinum og halda tær seg ikki aftur frá at fáa høgt niður uppruna frumskóg til framleiðlsu av soya. Flutningur til Europa, Noreg, Skotland og Føroyar v.m. krevur stór farmaskip og við tí eitt ovurstórt útlát av vækstrarhúsgassum. Á sama hátt sum útflutningur av lidnari vøru hjá t.d. Bakkafrost partvís er við flogførum og til ein stóran meirkostnað sammett við skipaflutning sum t.d. Hiddenfjord nýtir.

Avleiddir samfelagskostnaðir, ið so at siga ikki verða umrøddir, eru tær útreiðslur, ið standast av heilsuskaðum. Her skerst ikki burtur at alilaksur á ongan hátt er ein heilsugóð matvøra. Umhvørviseiturevni sum Dioxin, PCB, hormnonórógvandi evni, heiluvágsrestir og tungmetallir eru partar í fóðurinum, saman við lúsabasingarevnum, evnafrøðiligum litevni og ikki at tala um konserveringsevninum Ethoxyquin, næst at fitisýrurnar Omega 3 og 6 ikki hava røttu javnvág á 1:2 ella mest 1:4, men eru skeiklað til 1:20. Og orsøkin er høga innihaldið av Omega 6 í soyaplantuni. Afturat er at soya hevur í sær hormon, ið er samlíkt Østrogen. Innihaldið av mikroføðsluevnum er sammett við vanligan fisk sera lágt, t.d. er nøgdin av jod bert ein hundrapart av tí toskur gevur.

Europeiska matvørueftirlitið hjá ES, EFSA – European Food and Safety Association – dagførdi sítt kosttilmælið frá 2011 í november 2018, og mælti m.a. til at kvinnur við barni, pinkubørn og smábørn slettis ikki áttu at eta alilaks. Næst áttu vaksin at minka sítt át við 90%. Og orsøkin var tann einfalda, at alt ov nógvir heilsuvandar standast av hesum ídnaðarframleidda fiski.


Granskarar hava í fleiri ár gjølliga kannað alilaks og tess neiligu árin á fólkaheilsu, m.a. franski granskarin Jeromé Ruzzin, ið saman við granskaratoymi á universitetinum í Montreal legði fram 4 ára granskingarúrslit har niðursstøðan varð púra greið, at fólk, ið høvdu eginleikar at bliva feit, og sum ótú alilaks, so at siga øll fingu diabetes 2 næst hjarta- og aðrasjúkur.

Aðrir granskarar hava kannað konserveringsevnið Ethoxyquin í alilaksi. Her var fyrsti granskarin, ið avdúkaði skelkandi úrslit, Victoria Bohne fra stovninum NIFES, at evnið hevði serstakan eginleika at treingja gjøgnum kyknuveggir í blóðaðrum í heilanum á fólki. Fyri hesa avdúking bleiv granskingarúrslitið tileinkisgjørt og Viktoria uppsøgd í starvinum. Fá ár seinri, í 2006, var aftur ein granskari á norska havgranskingarstovninum, Claudette Bethune, ið kom fram á somu niðurstøðu.

Claudette setti fram almenna ákæru móti norsku stjórnini, at henda gav loyvi til at tað bleiv spælt hazard við heilsuni hjá landsins íbúgvum. Eftir ákæruna segði Claudette starvið frá sær og flutti til Canada. Franski dokumantfilmurin um norska alivinnu ”Fillet Oh Fish” frá 2014 er vístur í KVF, og har er m.a. samrøða við Victoria Bohne.


Burðardyggur vøkstur

Løgmaður settir fyri vikum síðan arbeiðsbólk og vækstrarforum, sum nevnt varð, undir heitinum Burðardyggur vøkstur. Her kom m.a. fram, at ætlanir eru at loyva laksaling á opnum havi nakað eystur úr Nólsoy. Borið er fram, eisini av alivinnuni, at skal henda gerast enn størri í framleiðslu, nú firðirnir eru gagnnýttir á tamb, verður neyðugt at fara út á opið hav.

Slíkt kann sigast at blíva steinur omaná byrðu fyri illa dálkað havumhvørvið og har áhaldandi fráboðanir eru kring allan heim, at støðan í lívfrøðiliga margfeldinum í sjónum og hjá fiskastovnumog súðdjórum er álvarsamt hótt. Við aling og fóðuri við heiluvágsinnihaldi íkemur annar spurningur, nevniliga um vit skulu góðtaka at tann fiskur, ið kemur úr sjónum væl kann innihalda vandamikil lúsabasingarevni t.d. Emamektin Benzoate, Diflubenzuron og Ethoxyquin og onnur evni við. At slíkt skal góðtakast kann væl setast stórt spurnartekin við. Havið er ikki ætlað til slíkt endamál, heldur ikki firðir og sund okkara har vit hava mist heilsugóða seiðin, so rættuiliga ivasamt er um eitt mark ikki eigur at setast fyri tí, sum IKKI hevur tað allar minsta við burðardygd at gera. Innan ein vøkstur skal ella kann fremjast má verða minsta krav, at verandi framleiðsla er burðardygg.

 

Úr sjónum og í lokaðar skipanir

Løgtingið hevði framløgu fyri viku síðan um alivinnuna. Har var bert ein løgtingslimur, sum visti hvat hann tosaði um, og sum hevði ein greiðan boðskap.

Gongdin í aling kring heimin er, at flutt verður upp á land í lokaðar skipanir og at hesar framleiðslur verða lagdar har fólk búgva.....tætt við stórbýir. Og soleiðis sæst í dag, at ovurstórar verksmiðjur eru og verða bygdar í Florida, Danmark, Sameindu Arabisku Emiratunum, Noreg, Kina og t.d Póland har sera framkomin aling er sett í verk. Og fyrireikingar eru víða um at byrja stóraling í lokaðum skipanum á landi. Hetta hevur við sær eina vøru, ið einki neiligt árin hevur á havumhvørvið, næst at flutningskostnaðir á marknaðin verða lágir, og ikki minst at økta tilvitanin millum fólk er, at aling í opnum nótum hevur eina ljóta og svarta umhvørvis-vangamynd.

Henda gongd kann gera tað sera trupult hjá føroysku alivinnuni at lívbjarga sær...um ikki stig verða tikin til lokaðar skipanir. Og óansæð verður ein flutningskostnaður av fóðuri til landið, samt ein útflutningskostnaður av vøruni av landinum, ið framleiðarar á meginlandinum ikki hava.

Onnur avbjóðing vil tó framhaldandi verða at fáa til vega fóðuri, ið hjá okkum vil geva nógv størri gagn, fleiri milliónir fleiri døgverðar enn alivinnan megnar, og sum góðska vøra av svarkjafti, lodnu og øðrum pelagiskum fiskavørum, og sum við nýggjum kreativum átøkum kunnu menna lidnar hádygdar og vistfrøðiligar vørur, ið onnur lond ikki hava somu umstøður at framleiða.

Boðskapurin er greiður: Alivinnan er ikki burðardygg, og verður tað heldur ikki á opnum havi, og er tí eittans gongda leið: íløgur í alivinnu í lokaðar skipanir uttanlands, og góðsking av pelagiska fiskinum her heima til hádygdar vistfrøðiligar vørur til útflutning.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ingi Sørensen niðri á Reynsmúla í dag
Gadus fer nýggjan túr mikukvøldið
Fløsku innsavnan í kvøld
Veiðigjøld­ini, ein tungur burður
Rúni Vang Poulsen gevst sum stjóri á Smy…
Vil samgongan miðspjaða almennar stovnar…
Toppdystur í Sarpugerði í morgin
Tavan og Kong Oscar
Ranja og Bjarnhild vunnu serstakan heiðu…
Góð 800 pund við snellu
VIRUS VIRUS á Skúlatrøð
Vatndeildin nýggjan leiðara
Skrúvað verður fyri vatninum á vestara a…
Heili sjey føroyameistarar í badminton
Egga lagt frá sær sum formaður í Paraspo…
Várframsýningin 2021
Spillolja sivar á sjógv
Viðmerking til Anfinn Olsen
Bjørg er nýggjur leiðari í Fjallafípuni
Tekniski Skúli: Enn eru tøk pláss eftir…