Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

Bollar í hásæti!

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  04.03.2021 - 07:00 Mentan Tíðindi

Sambært yvirskrift í Norðlýsinum ætlar Klaksvíkar Býráð, at Bollafabrikkin aftur skal koma til heiðurs. Býráðið ynskir soleiðis at umvæla eitt arkitektoniskt skrímsl og eina parentes í ídnaðarsøgu Klaksvíkar, sum ongantíð veruliga fekk fótin fyri seg, til ein heiður, sum bygningurin og virkið aldrin hevur haft.

Okkurt bendir á, at nú Klaksvíkar Kommuna hevur beint fyri eini rúgvu av gomlum bygningum í Klaksvík, so kenna tey seg noydd til at varðveita skrímsl av nýgggjari dato. Bollafabrikkin hevur ongan góðan átt í eina hálva øld, og tey munnu eftirhondini vera fá, ið minnast nakað virksemi á fabrikkini, hóast vit, sum eru eitt sindur tilkomin, bara hava gott at siga um tað, sum framleitt bleiv á fabrikkini.

Seinastu hálvu øldina hevur niðasta hæddin av fabrikkini verið nýtt til egning og stampa- og agngoymslu. Var rætt farið fram, so høvdu bátarnir, sum hava leigað seg inn, goldið eitt fast ”felags útreiðslugjald”, eins og gjørt verður alla staðni, har fleiri partar eru um at nýta ein bygning, uttan mun til, um tað er til bústað ella til vinnu.

Um so var, at allir nýtararnir høgdu latið kr. 500,00 um mánaðin i felagsgjaldi, so skuldu 2,5 milliónir krónur staðið á konto, um leigararnir vóru átta í tali. Vóru teir tíggju í tali, so skuldi upphæddin verið 3 milliónir krónur til viðlíkahald. Men har stendur neyvan eitt oyra nakrastaðni. Í staðin hava vit tak, sum lekur, og brotin vindeygu. Tað er sostatt ikki bara Klaksvíkar Kommuna, ella hvør ið nú varðar av bygninginum, sum hevur ábyrgdina av, at húsið stendur sum ein skendsil, men eisini teir, ið hava búleikast í stovuhæddini á fabrikkini.

Bollafabrikkin, sum hon sær út í dag, er bygd rættuliga planleyst í ringum tíðum, og tí kanska eisini av vánaligum tilfari, og er onki prýði fyri Klaksvíkina. Tað fer tí at kosta fleiri ferðir tað, bygningurin er verdur, at seta hann í stand. Tað verður helst mangar ferðir bíligari í longdini at byggja nakrar virðiligar, vakrar egningaskúrar til bátarnar, ið hava tørv á tí, móti einari húsaleigu sum svarar nøkulunda til útreiðslurnar.

Klaksvíkar Kommuna hevur gjørt sítt at varðveita bygningar hjá Kjølbro. Spinnaríið, sum mong mundi hugsa lítið um, tá umvælingin byrjaði, stendur nú har sum eitt satt prýði, til minnis um fyritakssemið hjá Kjølbro, og handilsbygningurin á Biskupsstøð, er tíbetur enn ikki fallin fyri bøðilshond.

Og nú, meðan býargrenjið grætur, so kundi ein kanska hugsa sær, at óhumskan og óruddið á gamla vakra fiskastykkinum hjá Jóan Jakku bleiv tikin upp – økið er vissiliga onki prýði fyri Klaksvíkina.

Nýliga vóru eisini myndir at síggja í Norðlýsinum av Faktorshúsunum og serliga Klaksvíkshandlinum. Har sá ikki tespiligt út uttan! Var tað ikki frægari at lívga um veruligu fornminnini, enn um eina parentes í ídnaðarsøgu Klaksvíkar, sum teir, ið hava nýtt húsið, seinnu árini ikki hava hildið tað verið neyðugt at halda, ella ikki hava unt sær at halda. Og hvat skulu teir við einum bygningi í tveimum hæddum?

Eitt er at varðveita, eitt annað at røkja!  Tað eru nógv dømi um skip og bygningar, ið eru varðveitt, men sum skjótt ongan góðar eiga.  Tí noyðast tey, sum rópa varðveit!, eisini at peika á, hvar upphædirnar til røkt skulu koma frá. Gera tey ikki tað, so kunnu, vit lættliga fáa eitt savn at skrottbunkum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja