Lýsing
Lýsing
Lýsing

Forvitnislig vitjan á Viðareiði

SKRIVAÐ: skulatrod.fo  |  04.03.2021 - 13:55 Mentan Tíðindi

Lív finna vit allastaðni rundan um okkum, og tí kann lívfrøði vera so nógv ymiskt og fjølbroytt.

Í dag gekk leiðin hjá Vísindabreytini í Valskúlanum norður til Viðareiðis at vitja nýggja framkomna fjósið, sum var tikið í brúk fyri góðum ári síðani.

Niðast í greinini er leinkja til fleiri myndir

Komin inn í fjósið, kom húskallurin so blíður ímóti okkum og vísti okkum inn til Jóhann, sum hevði vakt hesa løtuna og stóð frammanfyri mjólkirobottinum. Hann var fryntligur og vísti okkum runt í fjósinum og svaraði nógvum spurningum, sum í høvuðsheitum vóru lívfrøðiligir. 

Eitt fjós er nevniliga eitt rættiliga lívfrøðiligt evni, bæði viðvíkjandi stóru djórunum og teimum heilt smáu verunum, sum har búleikast. Heilt frá stórum kúm til smáar kálvar til smáfugl og so heilt niður til smáverurnar - bakteriur, sum ikki síggjast við berum eygum, men sum ein tó skal ansa væl eftir í mjólkaframleiðsluni.

Hóast 125 mjólkineyt, sum tilsamans mjólka áleið 4000 l um dagin, so er ikki neyðugt við nógvum arbeiðsfólki, tí tað eru robottarnir, sum gera stóran part av arbeiðinum.

Í fjósinum eru 125 mjólkineyt og 1 tarvur og so nakrir ungir kálvar. Neytini ganga leys á einum rúmligum øki, men hava sín egna bás, har tey hvíla stóran part av døgninum.

Í einum framkomnum fjósi ber ikki til hjá eini kúgv at vera dulnevnd. Hon hevur fingið eina flís setta inn í oyrað, og hendan flísin verður lisin hvørjaferð kúgvin fer ígjøgnum eitt portur. Alt, sum viðkemur kúnni verður skrivað inn í skipanina. Hvussu nógv hon hevur etið, hvussu ofta hon hevur etið, hvussu nógv hon hevur mjólkað, og hvussu ofta hon verður mjólkað, og tá hon stendur í mjólkirobottinum, so veit skipanin eisini, hvussu nógv kann væntast av henni. Tá skipanin sær, at kúgvin ikki hevur mjólkað sum vanligt, so er hon antin ov gomul ella er hon sjúk.

Ein miðal kúgv mjólkar umleið 33 litrar um døgnið, og ein, sum mjólkar nógv kann koma heilt upp til 55 litrar. Jóhann segði frá einari kúgv, sum hevði mjólkað heilt upp til 80 litrar um døgnið.

Sum vit kenna tað frá farnari tíð, so varð ein kúgv mjólkað 2 ferðir um dagin, men í einum framkomnum fjósi sum hesum, kunnu kýrnar verða mjólkaðar heili 5 ferðir um døgnið. Tær fara sjálvar til mjólkimaskinuna, tá tær føla trongd at verða mjólkaðar og at eta. Ein kúgv etur umleið 15-20 kg av kraftfóður um dagin.

Fyri neytini er ikki stórur munur á degi og nátt. Tey eta og hvíla seg alt døgnið runt. Frammanfyri mjólkirobottin er fóður, sum ger, at kúgvin stendur still, meðan hon verður mjólkað.

Eftir miðgongini í fjósinum gongur ein fóðurvognur, sum fóðrar alt døgnið. Tá hann er tómur, fer hann inn í høllina, har hann verður fyltur sjálvvirkandi og fer síðani útaftur at fóðra meira. Hetta er ein sjálvvirkandi skipan, sum tekur súrhoyggj úr súrhoyggjabrunninum og fyllir í blandaran, sum síðani fyllir í vognin.

Kýrnar í fjósinum hava ein miðal livialdur, sum er 5 til 7 ár. Tá hava tær flestu tænt sínari uppgávu at mjólka og verða so slaktaðar og seldar sum kjøt.

Ein kúgv kálvar í miðal einaferð um árið. Fyrstuferð, hon verður kviðin, er hon til tarv á náttúrligan hátt, men aðruferð, triðju ferð og eftir tað, verður hon isádd við sáði úr Danmark. Her er bara tað besta sáði við bestu ílegunum nóg gott.

Vit løgdu merki til, at næstan øll neytini vóru svørt og hvít, meðan bert einstøk vóru reyð og hvít. Svørthvítu neytini eru donsk. Tey mjólka størri nøgd og eru róligari, meðan tey reyðhvítu eru norsk og ikki eins væl egnað til mjólkaframleiðslu, sum tey donsku.

Orsøkin er, at ílegugransking og ílegutøkni gera tað møguligt at menna neyt, sum eru serliga egnað til mjólkaframleiðslu. Hetta er eisini ein háttur at menna landbúnaðin og úrtøkuna úr landbúnaðinum.

Mjólkin, sum verður send til brúkarar um landið skal vera heilt rein, og her eru tað bakteriurnar, sum skulu eygleiðast og haldast niðri. Royndir verða tiknar hvørjaferð mjólkarbilurin tekur mjólk og eisini einaferð 14. hvønn dag. Hesar royndir verða sendar til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, sum síðani gevur boð um, um nakað er at síggja.

Hetta var ein avbera góður, upplýsandi og læruríkur túrur, sum vit fara at minnast til. Flestu av okkum drekka mjólk og eta neytakjøt, og tí er tað rættiliga viðkomandi at síggja, hvar maturin kemur frá og hvussu hann verður framleiddur.

Vit takka Fjósinum á Viðareiði fyri góða móttøku og fyri góða viðkomandi kunning. 

Myndir frá túrinum er her. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap