Lýsing
Lýsing
Lýsing
Rundkoyringin í Eysturoyartunnilinum | Mynd: Oliver Joensen

Tunlarnir fjølgast

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  05.03.2021 - 10:29 Leiðarin Mentan Vinna

Við Viðareiðistunlinum frá 2016 fingu vit í Føroyum fleiri tunlar, enn vit hava oyggjar, og nýggjasti sprotin á trænum er Eysturoyartunnilin, ið hevur gjørt, at vit hava 20 tunlar, harav tríggir eru undir sjóvarmálanum. Og vit helma ikki í. Ikki færri enn fýra nýggir tunlar eru í gerð, og av teimum skulu tríggir koma í staðin fyri tríggjar teir elstu.

Eitt tað størsta frambrotið fyri Norðoyggjar í hesi øldini var Norðoyatunnilin frá 29. apríl 2006, og tað er honum, vit fagna við ókeypis ferðslu leygardagin. Tað hevur leingi verið siðvenja, at báðir teir “gomlu” undirsjóvartunnilin, Vágatunnilin og Norðoyatunnilin, hava fýra tunnilsdagar hvør, harav tveir eru samstundis, nevniliga umleið tá tunlarnir fylla, og so tveir ymiskar. Fólk hava tikið sera væl ímóti hesum tunnilsdøgunum, og á hvørjum ári er nógv ferðsla.

Enn hevur Eysturoyartunnilin ikki meldað út við ókeypis koyring. Partafelagið Eystur- og Sandoyartunlar hevði umleið 20 dagar við ókeypis koyring um ársskiftið, men síðani hava vit hoyrt, at tað gongst striltið við at venja fólk til nýggju farleiðina. Prísurin er sjálvsagt ein orsøk; hann er munandi hægri enn í hinum báðum undirsjóvartunlunum. Og hartil er framvegis møguleiki fyri at koyra tann eldra og longra teinin yvir um Brúnna við Streymin.

Saman eru teir báðir undirsjóvartunlarnir millum Norðoyggjar og Eysturoynna, og tann millum Eysturoynna og Streymoynna, av framúr stórum týdningi fyri serliga tey bæði økini, men eisini fyri vinnulívið í Føroyum sum heild. Vinnan í Norðoyggjum og Eysturoynni sendir dagliga óteljandi bilar ígjøgnum tunlarnar báðar við síni framleiðslu. Fiskivinnan og alivinnan eru sjálvsagt tær størstu, men harumframt fer alskyns flutningur ígjøgnum hjá smærru partafeløgunum eisini.

Tíverri er miðstaðarøkið í ávísan mun framvegis fastlæst í gomlu sentraliseringshugsanini. Tað gav at bíta, tá Arbeiðsloysskipanin upp á fáar dagar avviklaði alt sítt virksemi uttanfyri Tórshavn og niðurlegði deildina í Runavík. Og viðvíkjandi Tjóðleikhúsinum hevur Havnin longu kannað sær bitan, væl hjálpt av Kringvarpinum og Landsverki. Heilt øðrvísi og striltið hevur gingist við at fáa Sjóvinnuhúsið aftur í Vágar, eins og at fáa partafeløgini Norðoya- og Vágatunnilin til Runavíkar. Báðar tilgongdirnar hava tikið fleiri ár, uttan iva tí onkur hevur mótarbeitt.

Hesa vanahugsanina mugu vit gera upp við. Allir tunlar hava í dag tvey spor, og teir eru gjørdir til at brúka báðar vegir. Vit hoyra sum nevnt, at Eysturoyartunnilin hevur torført við at fáa endarnar at røkka saman. Hví ikki flyta nakrar stovnar úr Havnini og inn til Runavíkar, og harvið lata tunnilin fáa nakað meira av ferðslu?

Vónandi fara vit at síggja einar meira samanbundnar Føroyar, sum tíðin gongur, og tað merkir, at størri partar av landinum mugu gagnnýtast. Við Sandoyartunlinum er upplagt at gera bíligar bústaðir í allari oynni og harvið hjálpa Havnini við sínum bústaðartrupulleikum. Tað fer at bera væl til at búgva í Skopun og arbeiða í Gøtu ella øvugt; tíðin er farin frá miðsavning. At vit fáa meira ferðslu er ein avleiðingin, ja, men eisini har kunnu vit lætta um við at sleppa miðsavning. Um framleiðsluvirkini í Norðoyggjum og Eysturoynni framyvir avskipa farmin í sínum lokalu havnum, minkar tunga ferðslan longu markant.

Tað nyttar lítið at útbyggja samferðslukervið fyri milliardir, um almennu Føroyar framvegis blíva við at hugsa upp á gamla máta, har miðsavning gav mest meining. Tíðin er farin frá tí.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…