Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nú síggjast tjøldur

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  05.03.2021 - 12:03 Mentan Myndarøð Tíðindi

Grækarismessa nærkast, og tá siga vit at tjøldrini koma. Men tað er sjálvandi ymiskt sum tey koma til landið. Sjálvur havi eg aftur í ár koyrt út á Oyrar at vita nær tjøldrini koma har. Onki havi eg sæð fyrr enn í morgun, tá eg sá trý, men fólk, sum búgva har søgd mær, at tey hava sæð tjaldur í umleið eina viku. Fyri góðum mánaði síðani var eitt at síggja á Strond, men møguliga hevur tað verið her allan vetur. Suðuri á landi munnu vera eini 14 dagar síðani at tey fyrstu sóust.

Men tað sær út til at talið av tjøldrum veksur ikki, heldur er tað hin vegin. Í fjørð og fyrraárið undraðist eg á hvussu fá tjøldur sóust tá eg ferðaðist kring um í hagum ymsastaðni í Føroyum, tí verður eitt sindur spennandi at síggja hvussu gongdin verður í ár.

Men tey fáu, ið koma fegnast vit um og fara at ynskja teimum vælkomin á Grækarismessu, helst verða tey fleiri tá.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið
Skal KÍ brúka hópin sunnudagin?
Miðbýurin gerst dýrari – kommunan biður…
Arbeiðsbólkur skal leggja kós fyri alt í…
Arbeiðsbólkur skal seta kós fyri Klaksví…
Á Skúlatrøð: Fyrireik­ingar til byggistig…
Klaksvíkar kommuna biður um rakstrarkred…
Parkering við ferjuleguna
Elbilar avdúka gamlar reglur – koyra før…