Lýsing
Lýsing
Lýsing

Landsstýrið linkar koronukrøvini

SKRIVAÐ: Løgmansskrivstovan  |  05.03.2021 - 13:06 Tíðindaskriv

Tað verður nú møguligt hjá í mesta lagi 200 fólkum at koma saman í skipaðum bólkum. Hetta er millum broytingar í koronutilmælunum, sum løgmaður legði fram á tíðindafundi fyri løtu síðan.

“Nú lýsir aftur í eystri, og vit seta enn meira ferð á føroyska samfelagið. Ja, vit seta – næstan – fulla ferð á. Og tað hava vit góða orsøk til at gera, tí vit hava lært at liva við hóttanini, vit hava verið skjót at tillaga okkum. Í løtuni hava vit onga smittu í landinum, tí vit hava ansað eftir hvørjum øðrum,” heldur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður

Øll, sum eru liðugt vaksinerað, og tað eru átta dagar síðan seinna prikið, sleppa tann 1. apríl undan 6 daga heimauppihald. Eisini er greitt, at kravdar kanningar á markinum verða gjørdar fram til 30. juni.  

“Tað er sjálvandi freistandi at sleppa øllum fyrivarnum nú,  men hetta er als ikki ráðiligt. Vilja vit varðveita okkara sjáldsomu góðu støðu, mugu vit framhaldandi ansa eftir. Koronasmittan kann bæði skjótt og brádliga taka dik á seg aftur. Við útlitum fyri, at flest øll verða koppsett um tríggjar mánaðir, snýr tað seg um at halda fram við at taka neyðug fyrivarni,” vísir løgmaður á.

Verandi tilmæli eru galdandi fram til eftir páskafrítíðina. 

 

Um nýggju tilmælini

Ferðing

  • Frá 1.apríl sleppa øll, ið eru liðugt vaksinerað, undan at fara í 6 daga heimauppihald.
  • Fram til 30.juni verður tað framhaldandi eitt krav at lata seg kanna við komu til Føroya. Hetta kravið er eisini galdandi hjá teimum, ið eru liðugt koppsett.
  • Fyri øll, ið ikki eru vaksinerað, heldur tilmælið um 6 daga heimauppihald og negativa kanning á sætta degi annars fram til ultimo mai, tá ið bróðurparturin av Føroya fólki eftir ætlan er vaksineraður.
  • Børn undir 12 ár fáa nú boðið eina ókeypis kanning við markið. Hetta kemst av, at fleiri dømi eru um uttanlands, at nógv børn gerast smitta av nýggju frábrigdunum.
  • Og føroyingum verður í løtuni mælt til avmarkaða ferðing út í heim, so leingi øll ikki eru vaksinerað. Vit mæla øllum til at fylgja almennu ferðavegleiðingunum, ið verða dagførdar regluliga.

 

Markið fyri, hvussu nógv fólk koma saman

  • 200 fólk kunnu nú koma saman í skipaðum bólkum. Ein skipaður bólkur er ein bólkur, har tað er lætt og ómakaleyst at uppspora smittu, um tað gerst neyðugt. Í hesum sambandi verður heitt á allar fyriskiparar um at venda sær til koronuráðgevingina um, hvussu tey ítøkiliga skulu skipa seg, so øll tiltøk verða skipað skynsamt í mun til koronu.

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sambands­flokku­rin hevur greiðasta fólkat…
Tú má arva tín hjúnafelaga - Lívrentan e…
Omma og abbi mín vóru ikki tvær byrðar.…
Sjúrður Skaale verður greiður toppskjútt…
188 fólk fleiri valdu enn í 2022
Javnstøða má eisini fevna um dreingir, m…
Meðan vit bíða
VELJIÐ LISTA A TIL FÓLKA­TINGSVALIÐ!
Vinnan er loysnin á bústaðar­trupulleikan…
Skjóta viðgerð og hjálp
Familjulív, skúlalív, felagslív, vinnulí…
Várljóð 6. – 11. apríl 2026
Nú javnar valluttøkan seg
Meðan val er
- Hevur týdning at tú gevur tí so nógv r…
- Húsarhald­ini skulu klára seg og sítt
Næmingar vitjaðu Javnaðarkafé'ina
Valgonga
Hægri valluttøka í Klaksvík kl. 14.00
Hatta eru sjálvfylgjur, Ben!