Lýsing
Lýsing
Lýsing
Teddy Bruslund og Karl H. Johansen, borgarstjóri | Mynd: Dávur Winther

Kanningar til film um Læknastríðið

SKRIVAÐ: Dávur Winther Myndir: Dávur Winther  |  05.03.2021 - 15:10 Mentan Myndarøð Politikkur Tíðindi

Teddy Bruslund, sum er journalistur og instruktørur á SaxoFilm, hevur sitið í sóttarhaldi í eina viku og síðani ferðast runt um í Føroyum í eina viku, har hann hevur gjørt kanningararbeiði til filmsupptøkur, sum skulu gerast fyrst í apríl mánaða.

Í dag var hann á vitjan hjá borgarstjóranum i Klaksvík, Karl H. Johansen, har Teddy nýtti høvið at takka fyri stuðulin, Klaksvíkar býráð hevur veitt føroyska partinum av filminum, sum eisini skal gerast ein samadráttur av til savns- og skúlabrúks.

Karl greiddi frá, at býráðið sá nógv í hesum dokumentarfilmi, um ein serstakan part av Klaksvíkar søgu, sum flest okkara bert kenna í brotum. Borgarstjórin greiddi eisini frá, at tá ið hann fór til Danmarkar at ganga á Politiskúlanum bert 20 árum eftir læknastríðið, kom oftani fyri, at teir ymsu politistarnir, hann koma at samstarva við, greiddu frá, at teir høvdu verið í Klaksvík undir Læknastríðnum – og so fór prátið í gongd.

Vitjað varð í Christianskirkjuni sum sigst hava fingið sítt serstaka vavi og mongu serligu søgurnar, vegna Læknastríðið. Eisini varð vitjað á Norðlýsinum, sum kann verða ein hentur miðil í sambandi við dokumentarsendingina. Jóhann Lützen, stjóri var kvikur at leita fram ymiskt, Norðlýsið fyrr hevur skrivað um Læknastríðið.

Teddy hevur hitt hópin av fólki á føroyaferðini og hevur fingið nógv hent at vita. Hann skuldi hitta fleiri ymisk fólk í Klaksvík í dag. Hann hevur m.a. fingið hendur á skjølum, ljóðbrotum og myndum. Eisini var ein, sum boðaði frá, at hann átti eina dagbók hjá einum av politistunum sum vóru í Klaksvík undir Læknastríðnum.

Tó høvdu Teddy og fólkini handan filmsverkætlanina verið fegin, um fleiri fólk finnast, ið hava okkurt at vísa fram, sum hevur við læknastríðið at gera.

Fyrst í aprílmánaða koma filmsfólk higar at gera upptøkur, har Lars Løkke Rasmussen, fyrrverandi statsministari í Danmark verður vertur fyri frásagnunum og hendingunum í sendingini.

Dokumentarsendingin, sum verður í fýra pørtum, verður send í donskum sjónvarpi til heystar og eisini í Sjónvarp Føroya seinni.

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Tað gongur ordiliga væl!
100 ára føðingardagur hjá Amandu
KÍ vitjar besta heimaliðið í ár
Paz letur upp kokkteylbarr
Ein trúgvur KÍ’ari er farin
Hans Arni og Marion – mikukvøldið í Bete…
Prógvhandanin hjá Tøknibreyt­ini verður ú…
Trivnaðar­nevndin á vitjan í norð­urøkinum
Spurnarkapping: Vinn krúss og fótbóltsbl…
Mylnuhúsið savnaði pengar inn til Team R…
Per Busk settur sum nýggjur forstjóri fy…
Íslendski forsetin kemur til Klaksvíkar…
Rannvør Fríða Eyðunsdóttir og David Thom…
Sylvia Thomsen umboðaði Klaksvíkar kommu…
Amanda Hansen 100 ár
Óstabilitetur úti í heimi krevur stabili…
Nýggj floksstjórn vald í Miðflokkinum
Vágbingur er bílagdur til 2028
Søguligur dagur á TSK
Kósin besta úrslit nakrantíð