Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Upptakt: B68-KÍ

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  07.03.2021 - 07:29 Ítrottur Tíðindi

Í dag byrjar landskappingin hjá KÍ, sum fer at geva ‘’debut’’ til fleiri leikarar.

KÍ vitjar á Svangaskarði til landskappingardyst á fyrsta sinni síðani 2016. B68 er uppflytari og saman við 07 Vestur favorittur at enda á teimum báðum aftastu plássunum, meðan KÍ saman við HB er størsti favoritturin at vinna FM. Tí er KÍ eisini stórfavorittur til dagsins dyst.

Hjá B68 fara vit m.a. at síggja tann royna Lukasz Cieslewicz í álopinum. Hann spælir á fyrsta sinni við B68. B68 hevur tríggjar útlendskar leikarar, men hevur annars ein hóp, sum í stóran mun er mannaður við ungum lokalum leikarum.

Hjá KÍ eru tveir leikarar skaddir, sum eru Jesper Brinck og Ivar S. Rønning. Hvørgin hevur spælt nakran venjingardyst, men gongst eftir ætlan, so vera báðir skjótt tøkir. Dávid Langgaard er ivasamur vegna skaða. Hjá KÍ vera fleiri leikarar, ið fara at spæla sín fyrsta dyst fyri felagið. Árni Frederiksberg, Claes Kronberg, Bob Sumareh, Jasper van Der Heyden, Mathias Rosenørn og Daniel Bjørkman eru væntandi allir í hópinum og fleiri av teimum væntast at fáa spælitíð.

Dysturin á Svangaskarði byrjar kl. 16.00. Dómari verður Rúni Olsen.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Summar­blaðið í gerð
Vónarljós siglur heim
Brekumboðið á ST ráðstevnu í New York
Várkonsertir­nar í Klaksvíkar Tónlistaskú…
- Uruguay er ein outside'ari
Meinhardt Joensen vitjar Norðlýsið
Rudda byggiplássið frammanfyri Varpið
Team Klaksvík gjørt sáttmála við málmann…
Gadus siglir heim
20 ára hátíðarhald á Listasavni­num á San…
- Vit skulu fokuserað uppá egið tilfeing…
- Hava tit hug at boksa - komið so við!
Country Festivalu­rin 2026 verður í vikus…
Asfaltering av Kjalarvegnum
Atlantic Airways flýgur føroyskar áskoða…
Lív og livandi landsløg – søgur úr Føroy…
3,5 mió. kr. til útbygging av Gloria
Ari Samson vitjar Norðlýsið
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Norrøna felagið í Århus á vitjan