Handlar og handlandi í Norðoyggjum á netið
Í morgun var serligur fundur í Gamla Seglhúsinum fyri handlandi í Klaksvíkar Handilsfelag og annars øll, sum hava handil í Norðoyggjum.
Greitt var frá uppleggi til internet-handil, sum øll handlandi kunnu gerast partur av. Talan er nýggja skipan, sum Grafia og Else Sjúrðaberg hava ment.
Nú Korona ger um seg, hevur tað víst seg at ávirka nethandilin munandi tann rætta vegin. Eisini vísir tað seg í m.a. Danmark, at eldru brúkarnir, 65-85 ár eru væl við og keypa nógv á netinum, nú hesin keypihátturin tykist lættast og skilabest orsaka av Korona. Tó er rákið eisini hendavegin við nethandli, um ikki er talan um Korona.
Hóast handlar í Føroyum eru slopnir undan at stongja vegna sóttina, so er tað ein sannroynd at viðskiftafólk í alsamt vaksandi mun brúka alnótina til at keypa vørur og handla eftir arbeiðstíð og í vikuskiftinum.
Ein kanning, sum varð gjørd í Danmark á várið 2020, vísti, at størsti vøksturin í nethandlum var í aldursbólkinum 65 ár til 74 ár, sum stóð fyri 25%. Flest nýggir brúkarar av nethandlunum eru í aldursbólkinum 75 ár til 89 ár – ein vøkstur á 65% síðan 2016.
Hálvthundrað handlandi í Norðoyggjum
Á Gamla Seglhúsinum varð í morgun lagt upp til eitt gevandi samstarv millum øll handlandi í Norðoyggjum, eru um 46 í tali. Skipa ein keypsportal, sum so nógvir handlar sum gjørligt kunnu vera á, har tú sum brúkari kann sita í stovuni og kunna teg um góðsku og kostnað á netinum, samstundis sum tú fært tað borið til dyrnar, tú hevur keypt.
Eftir ætlan skal eisini koma eitt kunningarblað frá øllum handlunum, sum eru við í nethandlaskipanini, tvær ferðir um árið við vørum teirra á netinum.
Gongst eftir vild og nóg nógvir handlar eru við í hesum nýggja nettorginum, sum kemur at eita Keyplokalt.fo, skal borgarstjórin, Karl H. Johansen trýsta á knøttin í juni 2021
Kanningar hjá donsku hagstovuni “Dansk Statistik” vísa, at tey gomlu leita nógv eftir vørum á netinum.