Fyrsti føroyingur, sum gjørdist danskur meistari í fótbólti?
Fyrsti føroyingur á ovasta stigi í útlendskum fótbólti mundi vera eiðismaðurin, Knud Nygaard (f. 13. august 1898), sum vann danska meistaraheitið við AB í 1919. Knud las til lækna og starvaðist á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Knud er langabbi hjá fyrrverandi danska landsliðsleikaranum, Marc Nygaard (f. 1. september 1976), sum fleiri ynsktu á føroyska landsliðið. Marc endaði eisini sína yrkisleið við at spæla fyri AB í 2014.
Føroyingar í miðdeplinum
"Føroyingar eru pínadoyð allastaðni!" Munnu tey flestu ikki hava hoyrt slíkt orðalag í sambandi við stórhendingar úti í heimi? Er talan um jarðskjálvta, forsetaval ella nakra serstaka hending úti í heimi, so grettir ikki, at føroyingar eru mitt í rokanum.
Soleiðis var eisini, tá Herfølge Boldklub gjørdist danskur meistari ár 2000. Í málinum hjá Herfølge stóð fyrrverandi KÍ málverjin, Jákup Mikkelsen. Tíðindini um, at lítla danska bygdin við stívliga 7.000 íbúgvum hevði vunnið meistaraheitið fór sum skógareldur um allan heimin. Knappliga kom mæta skotska felagið, Glasgow Rangers, á vitjan. Árið eftir gjørdist klaksvíkingurin Todi Jónsson eisini meistari við FC Keypmannahavn, men vit skulu meira enn 100 ár aftur í tíðina fyri at finna fyrsta føroyska meistaran við einum donskum liði.
Uppdagað av tilvild
Ein dagin sat eg og reikaði á alnótini og fekk brádliga hugskotið um at kanna donsk lið, sum høvdu vunnið meistaraheitið. Millum vinnararnar á danska liðnum AB, Akademisk Boldklub, kom eg fram á, at ein Knud Nygaard skuldi vera føddur á Eiði og hava virkað sum lækni.
Føroyingar í donskum fótbólti eru annars ikki nakað heilt sjáldsamt fyribrigdi. Fleiri ferðir hava føroyingar gjørt vart við seg, tá teir hava fingið møguleikan. Millum teir allarfyrstu mundi vera fótbóltspresturin í Miðvági, Carl Johansen, sum hevði ættarbond til Saksunar, har pápin var føddur. Fótbóltspresturin hevði eisini føroyska konu, sum kallaðist Jóhanna og var dóttir Súsonnu (f. Petersen) úr Tórshavn og Klæmint Olsen, táverandi sýslumann í Klaksvík.
Eftir umbøn frá Carl presti gjørdist Axel Andersen Byrval fyrsti ungdómsleikari í Boldklubben Frem. Seinni gjørdist Byrval danskur landsliðsvenjari og er framvegis mest vinnandi landsliðsvenjari í danskari fótbóltssøgu (16 dystir – 14 sigrar, 1 javnleik og 1 tap í tíðarskeiðnum 1913-18).
Ættarbregði úr Elduvík
Stutt eftir, at fótbóltspresturin kom til Miðvágs og fyrsta føroyska fótbóltsfelagið varð sett á stovn í 1892, Tveraa Boldklub, varð Knud Nygaard borin í heim á Eiði. Pápi Knud, Heine Nygaard, var keypmaður og ættaður úr Elduvík. Hann fekk tríggjar synir, sum allir vóru føddir á Eiði. Elstur var Sofus, føddur í 1888, yngstur var Thomas, føddur í 1900, meðan miðlingurin Knud var føddur í 1898.
Tiltikin svimjari
Fyrstu ferð, at Knud gjørdi vart við seg í ítróttakappingum, mundi vera, tá hann vann svimjikappingina á Ólavsøku í 1914. Seinni verður hann ofta nevndur í sambandi við svimjikappingar og tá millum teir heilt frægu, eisini í Danmark.
Stóð seg væl í skúlanum
Dimmalætting veit í juli 1915 at siga frá, at níggju næmingar eru innstillaðir til millumskúlaprógv. Millum navnframu næmingarnar eru William Heinesen og Jørgen Frants Jacobsen, men eisini Knud Nygaard er millum tey útvaldu. Andligu gávurnar hevði hann fingið í førningi, og foreldrini settu hann til bókina, so hann fekk realprógv í Havn í 1916 og tí er sera óvist, um Knud hevur havt nakað veruligt samband við Eiðis Bóltfelag, sum varð stovnað í 1913. Tá høvdu føroysku feløgini onga ungdómsdeild, men ungir leikrar við framúr góðum evnum kundu tó sleppa upp í part, men teir hoyrdu til undantakið. Tó er kanska hugsandi, at hann hevur verið partur av Eiðis Bóltfelag eftir lesnað.
Leiðin lá víðari. Í 1919 tók hann studentsprógv í Keypmannahavn frá Deckers studentaskeiði, og haðani fór hann undir lesnað til lækna.
Knud limur í Akademisk Boldklub
Umvegis samskiftismiðilin facebook havi eg fingið at vita frá einum donskum fótbóltsgranskara, Søren Brøndum Larsen, at Knud var limur í Akademisk Boldklub frá vári í 1917 til várið í 1920. Sambært Søreni hevur Knud spælt millum 40-50 dystir og skotið 3 mál í tíðarskeiðnum.
Tá var tað soleiðis, at bert leikarar undir lesnaði kundu gerast limir í felagnum. Knud las til lækna og kundi sostatt gerast limur. So seint sum í 1944 noyddist tann tilflutti landsliðsleikarin, Jørgen Leschly, at geva skarvin yvir, tá hann ætlaði at melda seg inn í AB. Hann var “bara” skúlalærari og kundi tí ikki gera sær vónir um at spæla á fyrstaliðnum hjá AB.
Knud og liðfelagarnir stóðu seg væl, so mikið væl, at teir vunnu danska meistaraheitið anno 1919. Millum liðfelagarnar vóru fleiri danskir landsliðsleikarar og danska landsliðið var millum tey allarbestu í Europa. Tað var eisini um hetta mundið, at íslendingar fingu sín fyrsta landsliðsleikara, tá liðfelagin hjá Knúti, Samuel Thorsteinsson, varð úttikin til danska landsliðið. Landsliðsvenjari var sami Byrval, sum fótbóltspresturin hevði stríðst fyri at fáa tilknýttan Boldklubben Frem sum ungdómsleikara.
AB á ferð í Íslandi
Longu í 1911 hevði hin ítróttaáhugaði kommunulæknin í Klaksvík, Kaj Jensen (seinni Ingbøl), havt eitt uppskot frammi um at fáa eitt danskt lið til Føroya at spæla fyri at fremja áhugan fyri fótbóltsspælinum á okkara oyggjum. Sjálvur skeyt Jensen lækni upp, at tað vildi vera lættast at fáa akademikararnar úr Keypmannahavn, tí teir fingu summarferiu.Tá var Hjalmar Heerup lækni á verjuskipinum Islands Falk og stuðlaði huskotinum. Sjálvur var Heerup lækni partur av danska landsliðnum, sum vann olympisku leikirnar í 1906. Seinni tók Heerup við eftir Ingbøl sum lækni í Klaksvík.
Orsakað av donsku luttøkuni í OL 1912, so fekst ongin ferð í lag. Hóast túrurin til Føroya ongantíð gjørdist veruleiki, vóru akademikararnir summarið 1919 í Reykjavík. Tað var fyrstu ferð, at eitt útlendskt lið vitjaði í Íslandi. Á ferðini spældi AB, har teir vunnu 4 dystir og taptu 1 dyst við málmuninum 31-8.
Læknastørv ymsastaðni
Eftir loknan lesnað var Knud Nygaard lækni í Klaksvík í tvey ár, síðani eitt ár á Dr. Alexandrines hospitalinum í Havn. Á Skálafirði í eitt ár, og tá hann varð settur sum fylkislækni á Tvøroyri í 1935, kom hann úr Keypmannahavn.
Virkaði undir truplum arbeiðsumstøðum
Sjálvt í dag ber til at ímynda sær, hvat risaarbeiði tað var at fáa alla Suðuroynna at røkja sum fylkislækni tá í tíðini. Teir hentleikar, sum eru vanligir í dag, vóru ikki tá, men krøvini vóru hørð. Ofta vóru boð eftir fylkislæknanum norðast á oynni, og farast mátti til gongu, tá illa viðraði. Best sum hann hevði vunnið upp aftur hús, lógu boð um hjálp úr hinum endanum á oynni. Avstað aftur mátti verða farið, í góðveðri sum í óveðri.
Fólkatingslimur og stjóri
8. november 1954 varð Knud valdur inn á ting sum fólkatingslimur. Hetta starv røkti hann væl og virðiliga í fýra ár, væl lýddur og umhildin av partamonnum sum av politiskum mótstøðumonnum. Í 1955 varð hann settur sum ein av stjórunum í Færøernes Realkreditinstitut, og hetta starv røkti hann til í juli 1970.
Knud andaðist í 1979
Tann 12. desember 1979 andaðist fyrrverandi læknin og løgtingsmaðurin, Knud Nygaard, men trý ár frammanundan var hann vorðin langabbi, tá Marc Nygaard kom til verðina 1. september 1976. Knud er pápi Heina (f. 1929) og abbi hjá Mariu (f. 1953), sum er mamma Marc.
Frá 2. liði til yrkisleikara
Sum ellivu ára gamal fór Marc at spæla við B93, og seks ár seinni kom hann so til KB sum seytjan ára gamal. Har spældi hann við Danmarksseriuliðnum og U23-liðnum. Harumframt slapp hann at venja við Superliguhópinum og spældi onkran dystin við U23- liðnum hjá FC Keypmannahavn, sum var sett saman av teimum báðum gomlu feløgunum KB og B1903.
Summarið 1995 hevði Marc verið til eina fótbóltsstevnu í Hollandi við áðurnevnda U23-liðnum. Hollendarar løgdu merki til høga, myrklitta áleyparan og brádliga stóð Marc við einum sáttmála sum yrkisleikari. Heerenveen ynskti at knýta hann at 1. liðshópinum.
Áhugi úr Føroyum
Um sama mundið kyknaði áhugin fyri at knýta Marc at føroyska A-landsliðnum. Føroysku fótbóltsmyndugleikarnir fingu frænir av, at mamman, Maria, er ættað av Tvøroyri, meðan pápin er onglendingur. Harumframt hevði mammubeiggin, Knútur Nygaard, verið formaður hjá TB árini 1987-92. Marc, sum tá ongantíð hevði verið í Føroyum, kendi seg kortini meira sum dana, tí hann var uppvaksin í Keypmannahavn og hann ynskti eisini at fylgja dreyminum um at koma á danska A-landsliðið.
Dreymurin gjørdist veruleiki og endaði í AB
Marc vann seg eisini á danska A-landsliðnum um aldarskiftið. Tilsamans spældi Marc 7 landsdystir fyri Danmark undir leiðslu av Morten Olsen.
Summarið 2012 steðgaði Marc at spæla fótbólt, men eitt ár seinni vildi hann kortini aftur royna seg, hesaferð hjá 1. deildarfelagnum AB. Marc var kortini so mikið nógv darvaður av skaðum, at hann bara spældi 6 dystir og skeyt 1 mál fyri fyrrverandi felagið hjá langabbanum.