Lýsing
Lýsing
Lýsing
KÍ vann 4-0 á Svangaskarði móti B68 í fyrsta umfari | Mynd: Oliver Joensen

Og soleiðis skal tað vera!

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  12.03.2021 - 13:00 Ítrottur Leiðarin

Klaksvíkar Ítróttarfelag hevur seinastu 10-12 árini tikið seg ómetaliga langt fram. Frá at vera nummar 2 í næstbestu deildini í 2010 hava øll tey seinastu árini givið luttøku í europeisku kappingunum, har man í minsta lagi skal vera nr. 4 í fremstu deildini, ella vinna steypakappingina, fyri at luttaka. Og menningin er alt annað enn liðug enn.

10 ár eftir, at KÍ fór niður í 1. deild, endaði ein steypaturkur, sum annars hevði vart í 20 ár, verður sæð burtur frá einum einstøkum løgmannssteypi, endiliga. KÍ vann aftur føroyameistaraheitið. Heimligu kappingarnar í 2020 hildnaðust ikki eins væl, men ongin blá/hvítur hevur nakað at skammast um, tí í europeiska fótbóltinum kom KÍ longur enn nakað annað føroyskt felag nakrantíð hevur megnað.

Og fremsta mannsdeildin heldur heldur ikki successina fyri seg sjálva. Nei, Betrideildin hjá monnum doneraðu 1,5 millión av sínum pengum til eitt frambrot í føroyskum fótbólti sum heild, nevniliga eitt akademi til menning av ungdómsleikarunum. Ein kann siga, at tá tað regnaði á presti, dryppaði tað á degnin, men hetta er sanniliga eisini ein íløga frá KÍ í KÍ. Felagið má konsoliderast, framtíðartryggjast, og er akademiið ein týðandi liður í tí.

Tað er sjálvandi vónleyst at meta kvalifiserað um útlit og úrslit fyri FM ella steypakapping í 2021 longu nú, men tað, sum vit hava sæð higartil, sær gott út. Gamaní hevur KÍ bert roynt seg ímóti nr. 4 úr 1. deild í fjør, men tað var eisini reinur uppvísingarfótbóltur frá teimum bláu. Klaksvíkskappingin og venjingardystirnir hava eisini boðað frá góðum. Fyrsta veruliga styrkiroyndin verður nú leygardagin ímóti NSÍ, og harvið fáa vit eisini fyrstu veruligu ábendingina um styrki.

Í blaðnum í dag hava vit samrøðu við Tummas Lervig, formann í KÍ síðani 2008, ið kemur inn á fótbóltsakademiið, europeisku luttøkuna, kvinnupartin, tilgongd og frágongd, kringumstøðurnar og mangt annað KÍ viðvíkjandi. Harumframt hava vit sett ídnum og navnframum KÍ-fjepparum nakrar skjótt svaraðar spurningar um eitt nú, hvønn teir síggja sum stjørnuskotið í ár, hvønn teir vænta sum toppskjútta og mangt annað.

Onki er at taka seg aftur í, at tað er samanhaldið millum norðoyingar, ið hevur gjørt KÍ stórt. Nóg stórt til at bjóða høvuðsstaðarfeløgunum við dupult so stórum fólkatali í part av. Men tað er sanniliga eisini javnaldrinum og arvafíggindanum HB fyri at takka. Líka síðani stovning hava hesi bæði stórfeløgini í føroyskum fótbólti verið argastu kappingarneytar, men tað hevur verið alt annað enn bara ringt.

Tvørturímóti hevur tað fingið bæði feløgini at spílað seg út. Í mannsfótbóltinum eru vit glað fyri at hava ein verdugan mótstandara sum HB, og vit kundu ynskt okkum, at eisini kvinnurnar fingu ein líka sterkan kappingarneyta at brynt seg av. Hetta hevði avgjørt eisini givið okkum nøkur hart tiltrongd góð úrslit í landsliðsfótbóltinum hjá kvinnum. Men kanska tað kemur.

Í løtuni liggur mannsdeildin hjá KÍ har, teir vilja vera, heilt fremst. Nú skulu tey komandi 26 umførini so vísa, um KÍ hevur tað, sum skal til fyri at vera verðandi har. Her á redaktiónini er ongin ivi um, at KÍ í ár hevur tað, ið skal til fyri at vinna greipuna 2021. Kortini á hondini eru tey bestu í landinum, og spurningurin er nú “einans” um at spæla tey rætt. 

KOYR Á, KÍ!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…