Lýsing
Lýsing

Evangelisturin Luis Palau - ein rødd er tagnað

SKRIVAÐ: Kristiliga Tíðindatænastan  |  15.03.2021 - 08:10 Lesarabrøv Mentan

Tá eg setti meg við telduna fríggjamorgunin, Grækarismessudag, var tað fyrsta eg frætti, at heimskendi evangelisturin Luis Palau er deyður, ella sum tað eitur á enskum “has passed away!” Hansara heimstaður var í býnum Portland í statinum Origon í USA. Hann er føddur og vaksin upp í Argentina, men flutti sum ungur maður til USA. Í 1962 fekk hann Amerikanskan ríkisborgaraskap; tá var hann 28 ára gamal.

12 ára gamal var hann á eini summarlegu, har hann játtaði Jesus sum Harra og frelsara. Hendan summarlegan setti hansara lívskós, sum kom at verða milliónum av menniskjum til signing. Hann halgaði sítt lív at kunngera evangeliið, og hann náddi langt út um Argentinsku landamørkini við evangeliinum. Hann varð skjótt ein víðakendur evangelistur, ikki minst í tí spanskt talandi heiminum, har hann mangan varð nevndur tann Suðuramerikanski Billy Graham. 

 

Í 1960 fór hann á bíbliuskúla í USA, har møtti hann gentuni Patricia Scofield, vanliga rópt Pat, sum hann giftist við í 1961. Tey búsettust í Portland í statinum Origon, har tey hava búleikast til dagin í dag.

 

SJÚKA

Vit hava vitað, at hann hevur borið upp á krabbamein seinastu trý árini. Familjan hevur verið dugnalig at fylgja sjúkuni upp og kunna almenningin um heilsustøðuna seinastu trý árini. Hann hevur kortini havt tað rímiliga gott til tíðir, og hevur undir sjúkratilgongdini enntá havt orku at talað á onkrum stórmøti. Fyri einum lítlum mánaða síðani kom hann heim eftir kemoviðgerð og ymsar kanningar á sjúkhúsinum, og familjan skrivaði á facebook, “at hann hevði tað betur, men at orkan er lág!”  

 

Fyri umleið tveimum vikum síðani søgdu læknarnir, at har var einki meir at gera, og tí fekk hann pláss á einum Hospice, har hann hevur verið seinastu tíðina, men nú hann andaðist var hann saman við familjuni í heimi teirra í Portland í Origon. Eftir Luis Palau sita konan Pat, fýra synir við konum og  12 barnabørn.

 

Í FØROYUM

Nú hevur Luis Palau talað evangleiið fyri seinastu ferð, og milliónir av menniskjum um allan heim hava hoyrt gleðiboðskapin av hansara munni – eisini í Føroyum! Man hoyrir stundum frá fólki, sum siga, at tey komu til trúgv ella vóru vakt andaliga á møtunum hjá Luis Palau í Ítróttarhøllini í Havn í apríl 1988; og tey eru mong, sum minnast hesi møtini við stórari gleði. Vit høvdu tað gleði og framíhjárætt í Føroyum, at hann, saman við konuni Pat, vitjaði í apríl í 1988. Tað ber til at hoyra og síggja møtini við at fara inn á EVR.FO

 

Tað var í ítróttarhøllini Kelvin Hall í Glasgow í 1981, har Luis Palau hevði eina røð av stórmøtum tá, at hann fyrstu ferð fekk fyrispurningin um eina møguliga  møtivitjan í Føroyum. Nøkur ár seinni møtti Svenning av Lofti honum á eini stevnu í Amsterdam, har spurningurin um Føroyar aftur varð reistur; tá svaraði Luis, at hann og konan hava biðið fyri Føroyum síðani tey fingu fyrsta fyrispurning í 1981.

 

Tá kom rættulig gongd í at fyrireika vitjanina, sum gjørdist veruleiki hósdagin 14. apríl, táið umboð fyri nevndina vóru á flogvøllinum og tóku ímóti Luis Palau og fylgi. Fríggjakvøldið 15. apríl var fyrsta stórmøti og seinasta møti var sunnukvøldið. Ítróttrahøllin var fullsett og somuleiðis Gundadalshøllin, har stórskýggi var settur upp.

 

Konan Pat og elsti sonurin Kevin vóru við í fylginum. Pat talaði á einum kvinnumøti, sum varð fyriskipað á Hotel Føroyum, har Derdrie tulkaði. Sunnumorgun var lýst til barnamøti í høllini í ítróttarhøllini, har fleiri enn túsund børn hoyrdu ein væl upplagdan Luis Palau, sum eisini er vanur at tala evangeliið til børnini. Eisini vóru sermøtir skipaði fyri politikarar og samkomu- og kirkjuleiðarar, sum vóru serdeilis væl vitjaði. Møti fyri politikarar varð skipað á hotel Hafnia. Atli Dam var løgmaður tá, og hann gav sær stundir at vera við og hava eina røðu til heiðurs fyri útlendsku gestunum. Zacharias Zachariassen tulkaði tiltøkini um dagin, meðan Poul Jóhan Djurhuus tulkaði kvøldmøtini.

 

ARVURIN EFTIR LUIS PALAU

Hann vitjaði um allan heimin, sum bleiv til meira enn 500 stórmøtir í meira enn 80 londum, har hann kunngjørdi evangeliið fyri fullsettum hallum og ítróttarstadium. 

Við tveimum dagligum radiosendingum á sponskum máli hevur Luis Palau í fleiri áratíggir nátt milliónir av spanskt talandi fólki í Mið- og Suðurameruika.

Hann hevur lati eftir seg ein óvikiligan vitnisburð um evangeliið millum høgt standandi fólk í Latínamerika, har ímillum forsetar og einaræðisharrar.

 

Luis Palau var ein av teim allar fyrstu stórevangelistunum, sum í sjeyti- og áttatiárunum, meðan komunisman enn var í hásæti, fekk loyvi at hava evangelisk stórmøtir í Sovjetsamveldinum.

 

Í dag eru tríggjar altjóða radiosendingar á enskum máli, sum altjóða felagsskapurin hjá Luis Palau hevur bygt upp, og sum hoyrist dagliga í meira enn 48 londum.

 

Luis Palau hevur eisini verið ein skrivandi maður, sum megnaði í síni lívstíð at geva út hópin av bókum, m.a. eina bíbliukommentar á sponskum. Hansara best kenda bók er: What is a real Christian?, sum kom út í 10 millióna-upplagi, og týdd til fleiri mál. Í 2019 gav hann út sína lívssøgu: Palau: A Life in Fire. Í 2019 kom eisini út ein filmur um hansara hendingaríka lív.

 

Triðelsti sonurin, Andrew, er stigin í fetini hjá pápanum. Hann hevur virkað sum fulltíðar evangelistur innan Luis Palau Evangelistic Association (LPEA) í fleiri ár, og er í dag ein væl kendur og høgt mettur evangelistur, sum heldur líknandi stórmøtir eins og pápin gjørdi.   

 

Enn er jarðarferðin ikki alment kunngjørd, sum verður hildin á privatum støði í heimbýi teirra, Portland. Stroymingin kann fylgjast á www.luispalau.org

 

 

Kristiliga Tíðindatænastan ynskir Guds signing yvir tænastuna og minnini eftir Luis Palau

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: Víkingur-KÍ
Ingi Sørensen niðri á Reynsmúla í dag
Gadus fer nýggjan túr mikukvøldið
Fløsku innsavnan í kvøld
Veiðigjøld­ini, ein tungur burður
Rúni Vang Poulsen gevst sum stjóri á Smy…
Vil samgongan miðspjaða almennar stovnar…
Toppdystur í Sarpugerði í morgin
Tavan og Kong Oscar
Ranja og Bjarnhild vunnu serstakan heiðu…
Góð 800 pund við snellu
VIRUS VIRUS á Skúlatrøð
Vatndeildin nýggjan leiðara
Skrúvað verður fyri vatninum á vestara a…
Heili sjey føroyameistarar í badminton
Egga lagt frá sær sum formaður í Paraspo…
Várframsýningin 2021
Spillolja sivar á sjógv
Viðmerking til Anfinn Olsen
Bjørg er nýggjur leiðari í Fjallafípuni