Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

Intelligence is the ability to adapt to change

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  17.03.2021 - 14:15 Bloggur Tíðindi

Vísu orðini um at gløggskapur er evnið at laga seg til broytingar eigur kendi nattúruvísindamaðrin Stephen Hawking. Ein annar klókur maður er danin og fyrrverandi statsministarin, Jens Otto Krag, ið segði: ”Man har et standpunkt, til man tager et nyt!”

Tað er komið fyri, at eg havi blaðað í gomlum Tingakrossum ella Norðlýsum og funnið greinar, sum eg havi skrivað fyri langt siðani, og øtist yvir at eg kann hava fest slíkt tvætl og møsn á blað! Men tað havi eg, tað stendur har svart uppá hvítt, og tað enntá áðrenn eg fór i barndømi! Til mína egnu verju fari eg tó at loyva mær at siga, at eg meinti tað, sum eg skrivaði tá út frá teirri kunning og teimum fortreytum, eg tá hevði til handar.

Men tíðir og fortreytir broytast og kanska gerast vit vísari við aldrinum? Eg hevði í øllum førum mangan ikki meint, sagt ella skrivað tað sama í dag. Tí sum Krag segði: Ein hevur eina støðu til ein tekur eina nýggja støðu. Ella sum Hawking tók til: Gløggskapur er evnið at laga seg til broytingar.

Í mínum uppvøkstri, og helst eisini úr skúlanum, fingu vit at vita, at danir høvdu kúgað føroyingar í øldir, og vóru veruliga orsøkin til at miðøldin í Føroyum vardi næstan til seinna heimsbardaga. Danir høvdu í ætt eftir ætt rænt føroyingar fyri allan framtakshuga, og tí vóru oyggjarnar so aftarlaga búskaparliga og mentanarliga. Hettar var okkara barnalærdómur.

Men nú siga yngri føroyskir søgufrøðingar frá einum veruleika, ið sær eitt sindur øðrvísi út. Teir siga eisini frá dønum í Føroyum, sum royndu at eggja føroyingum til nýhugsan bæði innan landbúnað og innan fiskivinnu, og at tað kanska vóru føroyingar sjálvir, sum stundum vóru afturhaldandi, konservativir og ynskti at varðveita status quo. Um tað hava teir týðilig dømi.

Tað var eisini partur av okkara barnalærdómi, at danir rændu føroyska málið frá føroyingum. Teir sýttu fólkinum í oyggjum fyri at tosa sítt egna mál í kirkjuni, í skúlanum og í rættinum. Og tað er sjálvandi nakað um tað. Men tað var kanska ikki bara illvilji frá dønum, at føroyska málið leið hesa lagnu. Helst var tað eisini tí, at tað fanst tá onki føroyskt kirkju- skúla- ella rættarmál, og ongir útbúnir føroyinga til at verja málið. Og áðrenn tjóðskaparvekingarnar hugsaðu fólk neyvan stórvegis um, hvat mál tey tosaðu, bara tey skiltu hvønnannan.

Tá tjóðskaparliga vekingin so vakti ansin fyri føroyskum máli og mentan, vóru tað ikki bara danir, ið forðaðu fyri framburði á hesum økinum. Onkuntíð vóru danir meira til dystin fúsir enn føroyingar, og ongin var meira afturhaldandi í at loyva føroyska málinum framat, enn júst núverandi løgmannsflokkurin! Um tað finnast skrivligar keldur. Men negativi leikluturin hjá dønum í málspurninginum, var partur av okkara barnalærdómi!

Tá skilagóð serkøn fólk við skjalprógvum nú kunnu vísa, at støðan ikki var heilt so einføld, sum vit fingu at vita, skal eg so kortini tvíhalda um mín tjóðskaparliga barnalærdóm, bara tí eg fekk hann inn við skeið frá fólki, eg leit á tá?

Svarið er heldur, at eg eins og danski statsministarin eigi eg at siga: Ein hevur eina støðu, til ein tekur eina nýggja støðu! Tá kunning og umstøður broytast so noyðist ein eisini at laga seg hareftir, sum vísmaðurin Hawking segði: Gløggskapur er evnini til at laga seg til broytingar.

Um lesarin ikki longu hevur geispað seg í svøvn, so spyr viðkomandi kanska við einum hálvum opnum eyga, hvat ið meiningin er við øllum hesum møsninum? Og svarið er, at íblásturin er komin fra Norðoyaportalinum og sjálvum Mr. Maverick, Harra Símuni á Høvdanum, sum stendur á odda fyri tí fylginum, ið vil hava politikarnar av avtaka tunnilsgjøldini í Vága- og Norðoyatunlunum, tí onkrir politikarar einaferð í tíðini hava lovað at gera tað. Mr. á Høvdanum sigur at eitt orð er eitt orð, eitt lyfti eitt lyfti!

Tað er sjálvandi nakað um tað. Men um nú umstøðurnar eru broyttar so nógv, at grundarlagið undir givnu lyftunum kannska ikki longu heldur, eru lyftini so framvegis galdandi? Er tað ikki heldur skilagott, at laga seg til ella eftir umstøðunum og at líta frammeftir?

Víst hevur lága rentan og nógva ferðslan til flogvøllin goldið fyri Vágatunnilin, og ídnaðurin og útflutningsvinnan í Norðuroyggjum goldið fyri Norðoyatunnilin. Men nú vísir tað seg kortini, at tunnilin í fólkaríkasta økinum í Føroyum nóg illa ber seg - men onkur skal gjalda! Skuldin hvørvur ikki!

Sandoyartunnilin bíðar eftir at verða fullførdur, og við honum hevur tað almenna bundið meira enn eina millión krónur í hvønn av teimum 1.300 íbúgvunum á Sandoynni. Eitt húski við manni, konu og tveimum børnum, hevur soleiðis bundið landið fyri umleið 4,5 milliónir.  Eitt sambýli við 12 búfólkum hevur bundið landið 13 milliónir krónir.  Hetta eru risaupphædir nú danir øtast yvir, at Coronakreppan helst fer at kosta hvørjum einstøkum dana millum 50 og 70 túsund krónur per høvd (N.B.! Ikki millónir pr. høvd, men kr. 50-70 túsund pr. høvd, og teir øtast!).

Eg havi sjálvur búð á Sandoynni í seks ár, og unni teimum so hjartaliga at fáa fast samband. Men har er ongin tungur ídnaður við nógvum lastbilum at gjalda fyri tunnilslánið og rakstur. Og um Suðuroyggin so einaferð blívur tengd afturat Sandoynni, so verða suðuroyingar heilt vist ikki til reiðar at gjald tvey gjøld – tað er eitt gjald fyri farleiðina av Suðuroynni til Sandoyar, og enn eitt gjald fyri at koma víðari um Skopunarfjørð.

Men gjaldast skal, og onkur skal gjalda! Sosialistiska leiðin er kanska, at alt verður goldið um skattin, men við tað at ongin vil gjalda meira í skatti, so verður helst neyðugt at skarva av onkustaðni. Her kunnu tey so kanska byrja við at niðurleggja smáu sjúkrahúsini og miðnámsútbúgvingarnar í Norðuroyggjum og í Suðuroynni, og kannska Eysturoynni eisini. Munandi egingjøld kunnu verða løgd á ellis- og røktarheimini. Partar af Fróðskaparsetrinum kunnu útveitast til Reykjavíkar og til Tróndheims, og so framvegis.

Tann borgarliga loysnin er helst at siga, at tey, sum nýta tunlarnar eiga at gjalda fyri tunlarnar – um tað ber til? Tað er ikki lætt at vera føroyingur, serliga um ein býr uttan fyri høvuðsstaðin! Man har et standpunkt, til man tager et nyt! segði ein góður javnaðarmaður. Men í Føroyum er ikki altíð so lætt at síggja nakran mun á vinstra- og høgraloysnum. Men eitt sindur av høgravendum samhaldsfesti hevði kanska ikki verið av leið, við at lata tunnilsnýtarnar gjalda solidariskt fyri smogurnar, inntil tær einaferð eru goldnar. Tað er í hvussu so er eitt sjónarmið, um vit skulu varðveita tær tænastur, vit í dag taka sum eina sjálvfylgju.

Tað er kanska at draga Stephen Hawking niður í díkið at endurgeva hann í hesum sambandi (hann hugsaði helst um menningarlæruna), men tað er so satt, sum hann sigur, at Intelligence is the ability to adapt to change! Eisini tá talan er um tunnilsfígging.

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Boða frá tiltøkum til norð­oyastevnuskrán…
TARIRA konsert í Varpinum
Alla Østerø sýnir fram
Grønland finnur seg ikki í tí – Føroyar…
Watch Me I'm Free
Siloakórið sangløtu mikukvøldið kl. 20
Jørgin Dahl letur tveir spildurnýggjar s…
Nú verður lættari at sleppa av við fløsk…
Klaksvíkar kommuna fer at skifta graslík…
Tjørnunes sigla millum Hvannasund, Svíno…
Ein vinarlig áheitan frá Miðflokki­num ti…
Framtak hevði eitt gott ár í 2023
Varpið fær tríggjar milliónur frá løgtin…
Tunga ferðslan darvað av kommununi
Randi á Bergi í starv hjá Blueberry Avia…
Watch Me I'm Free
Teitur spælir Poetry and Aeroplanes á G!
Nýggir kavarar fingið prógv
Takk fyri sýnda samkenslu
Dávið Ryan ætlar at gerast altjóða flogb…