Lýsing
Lýsing
Lýsing

Stilla vika ein marra fyri mong

SKRIVAÐ: Heimafriður  |  04.04.2021 - 08:23 Tíðindaskriv Vinna

Klagurnar streyma inn til Heimafrið um høgtíðina. Fólk eru útlúgvað av gangi frá skipum. Í Kollafirði vaknaðu fólk klokkan sjey skírismorgun, tí teir bankaðu rust umborð á einum skipi. Klagurnar um larm koma annars av Strondum, úr Runavík, Saltangará, Ánunum, Kollafirði og Signabø

Kommunurnar vísa seg ikki at makta uppgávuna at fáa skipað arbeiðið við havnirnar soleiðis, at tað er livandi hjá fólki í grannaløgunum. Ikki so frægt, at tey virða halgidagsfriðin heldur, tí sjáldan eru komnar so nógvar klagur til Heimafrið sum júst hesar seinastu dagarnar.

 

Ábyrgdarloysi av fúlasta slag

Aftur hesa høgtíðina hava fólk í Føroyum noyðst at rýmt úr egnum heimi fyri at fáa hvíld. Tað er so syndarligt at vera vitni til hesi neyðarrópini, sum koma til Heimafrið. Vit síggja, at hetta eru fólk í dýrastu neyð, tí tey fáa ikki sovið. Ei heldur fáa tey slappað av um dagin, tá tey eru heima við hús, men mugu koyra útvarp, sjónvarp ella tónleik hart frá, tí tey ikki halda áhaldandi dunið og ristingarnar frá skipunum út.

Allastaðni, har klagað verður, er  máldur larmur langt omanfyri tað, sum heilsumyndugleikarnir meta verða ráðiligt at útseta menniskju fyri. Tað vil sostatt siga, at fleiri føroyskar kommunur og reiðarí, útseta fólk í grannaløgum hjá havnum fyri óljóð av slíkum slagi, sum hevur álvarsligar heilsuvandar við sær.

Hetta er prógv um, at pástandurin hjá Kommunufelagnum er fultkomuliga burturvið og, at ongantíð áður hevur tað verið meiri átrokandi at taka kommunurnar av ræði enn nú.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París