Lýsing
Lýsing
Lýsing
Føroyameistararnir Mjølnir saman við íðnum Mjølnir ungdómsleikarum, ið sungu og trummaðu allan dystin

Mjølnir eru føroyameistarar

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  04.04.2021 - 08:30 Ítrottur Tíðindi

ÍF trýsti Mjølnir allan vegin, sum Mjølnir at enda vann við gullsetti

 

Triðja árið á rað eru Mjølnir menninir á ovastu rók. Hesi seinastu trý árini hava roynst Mjølnir serliga góð. Finalan í gjár var tann tættasta og kravdi alt frá okkara monnum. 

Mjølnir hevði vunnið fyrru finaluna skírisdag, men máttu lúta seinnu finaluna 3-2 í sera tøttum og spennandi dysti. Tí skuldi gullsett spælast upp í 15. Her vóru okkara menn stinnari enn ÍF. 

 

Leikgongdin

Sum so ofta í ár løgdu okkara menn bragliga fyri og vunnu fyrsta sett. Síðani dalaði kvaliteturin og ÍF vann næstu bæði settini. Fjórða settið vann Mjølnir sannførandi og tí skuldi ein javnbrótari leikast. Her vann ÍF, eftir at Mjølnir hevði haft tveir FM-bóltar! Tí skuldi gullsett leikast og Mjølnir komu væl frá byrjan og førdu allan vegin. Mjølnir vann gullsettið 15-11.

 

Gylt ættarlið

Tað er bert komið einaferð fyri áður at Mjølnir hevur vunnið Meistaradeildina trý ár á rað og tað var árini 1986, 1987 og 1988 (Mjølnir vann føroyameistaraheitið í 1. deild í 1985). Leikararnir sum leiktu tá hava legendustatus og tað skulu dagsins leikarar so smátt fara at venja seg við - at verða kallaðir Mjølnir legendur.

 

Almenn móttøka eftir páskir

Karl H. Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu handaði Mjølnir steypið og gullkrónurnar. Hann fegnaðist um góða úrstliti hjá Mjølnir og takkaði samstundis ÍF fyri eina sera góða finalu. Páskirnar eru í hondum, so ætlandi verður ein almenn móttøka fyri Mjølnir monnunum eftir páskir segði borgarstjórin. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Friður á pallinum: Nú er Lloyd klárur
Strandferðslan er ikki meldað
Veðrið um vikuskiftið
Er bilurin klárur til veturin?
Gekk av tí besta at reka í Syðrulíð
ALS gjaldið lækkar
Útróðurin í dag
Randi: - Tørvurin økist á jólahjálp
Stanley sigur sína søgu
Diamant­brúdleyp - Marianna og Knút
Kári: - Fiski­kappingin gevur væl til Dra…
Volapuck útgeva fyrsta staklagið "Mirage…
Geza Turi og Ragnar Poulsen halda fram
Jens Pauli Poulsen til KÍF
KSS: Úrslit av tøttum samstarvi
Elding Business yvirtekur Arctic Import…
Heyst­fagnaður á Eiði: Heyst Kviss í Lækn…
Nýggj poddvarpsrøð: - Eg eri blivin kall…
Kári millum Garðarnar vitjar Norðlýsið
12 umsóknir til starvið sum stjóri í Hei…