Lýsing
Lýsing
Lýsing

Barnahjálpargrunnurin repar segl

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  07.04.2021 - 10:49 Mentan Tíðindaskriv

Grunnurin fer komandi dagarnar at veita nakrar gávur, ætlaðar børnum, til Beran, Barnabata, Kvinnuhúsið, Krabbameinsfelagið, Zarepta og Leguhúsið í Nesvík.

Á fundi herfyri samtykti nevndin í Barnahjálpargrunninum at avmarka grunsins vanliga virksemi at veita treingjandi børnum í Føroyum peningastyrk. Grundgevingin er, at inntøkur grunsins eru minkaðar av lága rentustøðinum.

Grunnurinhevurísløk80árbrúktinntøkurfrárentumavstovnsfænumoggávumtil at dugna treingjandi faðirleysum børnum í Føroyum, seinni broytt til treingjandi børn í Føroyum í tann mun, grunnurin hevur megnað at veita styrk.

7 menn vóru við til at stovna sjálveigandi Barnahjálpargrunnin í apríl 1942. Stovnarar og limir í fyrstu nevndini vóru Petur Háberg, Hans Andrias Djurhuus, Gunnar Mohr, Christian (Kissa) Christiansen, Ludvík Breckmann, Johannes Samuelsen (í Horni) og Karsten Petersen. Sambært viðtøkunum fyri grunnin velur nevndin nýggjan nevndarlim, tá ein fellur frá ella sigur seg út nevndini.

Fyrstu 60 árini søktu foreldur og avvarandi sjálvi grunnin um barnastyrk sambært umsóknarblað frá grunninum, men farnu 20 árini hevur grunnurin sjálvur, við hjálp frá heimildarfólkum kring landið, latið stuðul til barnafamiljur, har mett varð, at ein stuðul hevði komið væl við.

Seinnu árini eru inntøkur Grunsins minkaðar, tí rentustøðið hevur verið lágt, og stovnsfæ grunsins álagt ‘revsirentu’.

Samstundis eru lands- og kommunujáttanir til børn (t.d. barnaansing, lestrarstudningur, barnaheim, barnafrádráttur í skatti barnavernd og kontantstuðul ) øktar úr lítlum og ongum fyri 80 árum síðan til 900 mió kr árliga nú á døgum.

Tí gjørdi nevndin av at leggja Grunsins vanliga virksemi stilt frá í ár, men hevur ístaðin samtykt at lata nakrar størri peningagávur til ávísar felagsskapir, ið ikki fáa nevniverdan almennan stuðul, og sum kunnu umsita peningajáttan Grunsins børnum til gagns.

Grunnurin fer tí komandi dagarnar at veita nakrar gávur, ætlaðar børnum, til Beran, Barnabata, Kvinnuhúsið, Krabbameinsfelagið, Zarepta og Leguhúsið í Nesvík.

Grunnurin verður ikki niðurlagdur, men leggur stilt, til tað aftur ber til at fáa inntøkur frá innistøðu av stovnsfæ o.ø. sjálvbodnum keldum.

Nevndin í Barnahjálpargrunninum telur nú Beintu Háberg Jacobsen, forkvinna, Óli Breckmann, næstformaður, Jógvan Christiansen, kassameistari, Kristian á Dul, Bergtóru Hanusardóttur, Árna Svartafoss og Dortheu Winther.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Móttøka á Djúpumýru fyri MEISTARU­NUM 202…
Myndarøð: KÍ Føroyameistarar 2025
Føroysku U19 kvinnur­nar leiktu seg í fin…
U19 menninir skulu leika um bronsu
Video: Gadus lagt at í Norð­havnini
KÍ leikarar verða heiðraðir á Djúpumýru
Upptakt: NSÍ-KÍ
Næstbesta liðið hjá KÍ flutti niður í 2.…
Veðrið um vikuskiftið
Valevnislisti til Kirkju­ráð­svalið
U19 menninir skuffaðu
U19 kvinnur­nar góða byrjan
Nærveruvika - Alt landið luttekur
Nevza kappingin serva í gongd
Kjøthandilin letur upp aftur mánadagin
Føroyar ímóti Onglandi og Íslandi í dag
Seyða­hundakapping á Viðareiði leygardagi…
FM Radio: KÍ er elitufótbóltur
Eingin háruskráseting í 2025
Geiður sigur til VÍF