Lýsing
Lýsing
Lýsing

Framsýning í Galerie Focus við innrammaðum akvarell/pastellum frá Amariel Norðoy

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  08.04.2021 - 14:43 Mentan Tíðindi

Fríggjadagin 9. apríl kl. 16 til 18 letur ein framsýning upp í Galerie Focus við 19 nýggjastu, innrammaðum og góðum akvarell/pastellum frá Amariel Norðoy í Doktara Jakobsensgøtu 15 í Havn.a

Framsýningin er opin til 22. apríl: týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18, leygardag kl. 16 til 18. Eisini er opið eftir avtalu..

Allar myndirnarn eru at síggja á www.galeriefocus.com, ringjast kann eisini á 229876 og avtala tíð at koma í gallaríið.

Amariel Norðoy (f. 1945) var á Det Kongelige Danske Kunstakademi frá 1977 til 1983, har hann, millum annað, fekk høvi at ganga á Mur og Rum har Robert Jacobsen var lærari.

Hesi somu árini bleiv Amariel boðin at gera litografiir á UM-grafik í Keypmannahavn. Seinni hevur hann eisini gjørt litografiir á øðrum grafiskumverkstøðum..

Áhugin fyri at arbeiða við akvarall/pastellum hevur altíð verið stórur, serliga, at arbeiða við, tá hann hevur reist og gist á hotellum, har umstøður ikki eru til størri verk. Seinastu tíðina hevur hann gjørt fleiri akvarall/pastellir, tí hann arbeiðir mest í íbúðini í Keypmannahavn í staðin fyri at fara í bussin til atelierið, tað er orsaka av smittuvandanum.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dynamit spælir á Summar Festivalinum
Bíbliu­skúlin Keldan gongur nýggjar leiði…
Serframsýning - Jógvan Asbjørn Skaale :
Væl eydnaður lands­fundur hjá Miðflokkinu…
Tórunn og KÍ hava munin
Bill til Sogndal
Eitt farligt experiment at selja fiskiræ…
Toymið á KG er nú sett
Sildakann­ingar norð­anfyri
Miriam og Rúni í Slovenia
Í felag seta vit eina grønari kós
Uppboðssøla av fiski­rættindum er eitt ek…
Tiltøk í vikuni
Vit seta eina fjølbroytta skrá saman til…
Skjótt at byggja
Einfaldari at avgreiða byggimál og endur…
KÍ vann sera undirhald­andi dyst
Myndarøð: KÍ - NSÍ (4-2)
Ommu- og abbakaffi í Varpinum
50 ár í starvi á Estra