Lýsing
Lýsing
Lýsing

Evropeiskur ullardagur

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  09.04.2021 - 07:30 Mentan Tíðindi Vinna

Fríggjadagurin 9. apríl 2021 er settur til at vera fyrsti evropeiski ullardagur. Ullardagurin er sprottin úr samstarvi millum nógv ymisk ullaráhugaði fólk úr mest sum øllum Evropa. Búnaðarstovan er partur av einum av hesum samstørvum og er tí eisini blivin partur hesum fyrsta europeiska ullardegnum.

Búnaðarstovan hevur latið ein stuttan film gera, sum vísir okkara seyð og hvussu arbeitt verður við ullini. Her verður víst, hvussu ullin verður nappað, spunnin og tvunnin. Á hesum fyrsta ullardegnum er valt at leggja dent á tilvirkan við hond. Tað hevur týdning, at fleiri fáa ullina í hendurnar og fáa kensluna av, hvussu góð hon er at fáast við, og hvussu nógv ymiskt kann gerast við føroysku ullini. Sjálvt um tað sjálvandi er av størsta týdningi, at tað eru nøkur, sum brúka størri nøgdir av ullini.

Tað er felagsskapurin EWE, sum er fyriskipari av hesum fyrsta ullardegnum. Dagurin byrjar kl. 9.00 um morgunin okkara tíð og hildið verður á líka til kl. 15.00. Stroymt verður umvegis Facebook alla hesa tíðina. Víst verða brot út øllum Evropa. Eitt gott høvi hjá øllum ullaráhugaðum at fáa íblástur og síggja, hvat verður gjørt aðrastaðni. Tað er ikki bara í Føroyum, at øll ullin ikki kemur til høldar. Hon fær kapping frá øðrum gjørdum tilfari, sum tó vísir seg at dálka okkara umhvørvi, tá tað verður brúkt.

Á Búnaðarstovuni hittast nakra kvinnur at spinna hendan dagin, meðan hugt verður eftir stroymingini. Høvi verður hjá øðrum áhugaðum at koma á Búnaðarstovuna millum kl. 14.00 og kl. 16.00 og hyggja, meðan arbeitt verður og at fáa eitt gott ullarprát. Vónandi fær onkur hug at arbeiða meir við ull eisini.

Aðrastaðni verður stórur dentur lagdur á at brúka ull til vælgerðandi endamál, men eitt, sum er serliga áhugavert at hoyra um, er, hvussu ullin verður brúkt í samband við sjúklingar. Bæði, tá tað kemur til sálarliga og tá talan er um likamliga sjúk, vísir tað seg, at tey fáa tað betri við at binda, spinna ella gera annað skapandi arbeiði.

Skráin er fjølbroytt við nógvum ymiskum evnum og luttakarum.

Les meira her. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Skjótt at byggja
KÍ vann sera undirhald­andi dyst
Myndarøð: KÍ - NSÍ (4-2)
Ommu- og abbakaffi í Varpinum
50 ár í starvi á Estra
Hugnaløta fyri sjómansfamiljur
Minningarorð um Fastur mína, Eydnu Kjeln…
Norð­oyastevnan = Norð­oyastevnuteitið
Føroya Tele útlutaði 50 milliónir krónur…
Atlantic Fair maritima framsýningin 25 á…
Fimleikur: Ein barndómsdreymur at sleppa…
Smáskótadagur í Klaksvík
Trump: Norð­sjóvaroljan kann bjarga Keir…
Upptakt: KÍ-NSÍ
ABC samgongan kemur ikki væl frá byrjan
Bíbliu­felagið við nýggjari týðing av Nýg…
Norð­oyastevnu­framsýningin
Fyrra hálvfinalan í Klaksvík mikukvøldið
Undirsjóvar­tunnil um Kalsoyarfjørð
Námsfrøð­ingar til Mylnuhúsið