Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tavan og Kong Oscar

SKRIVAÐ: Johan Mortensen  |  13.04.2021 - 12:20 Tíðindi

Longu í 1873 byrjaði Norðmenn við fiskahermetikki og felagið Stavanger Canning Company varð stovnað og i 1880 byrja teir at útflyta. Norsk/Svenski kongurin Oscar var so sera fegin um allan fiskamat og eisini brisling at hann gav felagnum loyvi at nýta sítt navn til teirra marknaðarføring og eitt av heimsins best kendu brandum KING OSCAR sá dagsins ljós.

JF Kjølbro fekk íblástur úr Noregi til at fara undir hermetikvirki í Klaksvík og varð John Høj í starvslæru hjá ABBA SEAFOOD.

Felagið við KING OSCAR brandinum hevur skift hendur nakrar ferðir seinastu hundrað árini og í 2014 keypur heimsins størsta canning felag THAI UNION brandið og framleiðsluna frá NORWAY SEAFOODS sum TAVAN samstarvaði við.

TAVAN fekk beinanvegin sera gott samstarv við THAI UNION og føroyski brislingurin verður nýttur í nøkrum av teirra bestu framleiðslum sum verða seldar kring allan heimin sum eitt premium brand. Tað verður sagt at føroyski brislingurin er millum tann allarbesta sum fáast kann. Eisini hevur TAVAN sera gott samstarv við ABBA SEAFOOD sum flakasker brislingin áðrenn hann fer í dósir og verður síðani  marknaðarførdur globalt.

Vertíðin fyri brisling i Føroyum er vanliga fra november til februar. Joan Magnus Rasumussen, stjóri á Tavuni, sigur at hesa seinastu vertíð fekk Tavan umleið 125 tons, so at at siga alt frá bátinum KATRIN. Hetta er munandi minni enn vanlig ár. Ífjør stóð sera nogvur toskur inni á firðunum og er hetta kanska ein orsøk til at so nogv minni var hesa vertíðina. Ymiskt bendir á at kanska verður frægari komandi vetur.

Joen Magnus Rasmussen leggur afturat at sera stórur eftirspurningur er eftir teirra brislingi og megna teir ikki at nøkta tørvin sum er. Hann er fegin um at TAVAN hevur ment eina framleiðslu sum hevur slíkt gott altjóða orð á sær.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Samstarv norð­anfyri Hórisgøtu
Tær fýra árstíðir­nar – Vivaldi
Treysti setti dám á ársins fyrsta hálvma…
Á ferð til ferðsludagar
Søk um mentan­arstuðul
Umhvørvisgóðkenning til oljugoymslu hjá…
Líðin og Leiti hagafund
Vágamenn økja
Framsýning, mótashow & Kafé í Rótini
Byggingin uppá 13 randar­hús byrjað
Tilboð uppá 100 búeindir komið inn Uppi…
Strammari útlendinga­lóg
Vitan um Føroyabanka løgd fram
Yvirlýsing: Minnilutin ræður?
Frederik Vad og Bjørn Brandenborg: – Vit…
Búfelagskapu­rin á Toftum tikin í nýtslu
Flytførar og vaksnar laksalýs smitta ikk…
Deyður, deyðari ella deyðast?
Skemtiligi strandfara­maðu­rin klárur at k…
Torrablaðið í gerð