Lýsing
Lýsing
Lýsing
Frá fiskivinnukjakinum á Skúlatrøð í februar mánaða í ár | Mynd: Oliver Joensen

Veiðigjøldini, ein tungur burður

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  13.04.2021 - 17:30 Leiðarin Politikkur Vinna

Tað hevur tikið øgiliga drúgva tíð, ja, fleiri ár, at fáa veiðigjøld fyri fiskirættindi í lag. Báðar tær síðstu samgongurnar hava roynt at fáa breiða undirtøku fyri gjøldunum, men tað miseydnaðist fyri báðar. Hjá undanfarnu samongu bar ikki so frægt til sum at fáa eina smala undirtøku fyri teimum. Men nú er líkt til, at veiðigjøldini hava ein møguleika fyri at verða samtykt, hóast við smølum meiriluta.

Tað verða helst í mesta lagi 18 tingfólk, ið fara at taka undir við veiðigjøldunum. Samgongutilfólkini og Sjálvstýri. Eina løtu var tað líkt til, at bæði Framsókn og Javnaðarflokkurin eisini kundu taka undir við teimum, og bert Tjóðveldi var ímóti, men tá ið avtornaði, vóru allir teir tríggir CEF-flokkarnir ímóti.

Í farna valskeiði komu veiðigjøldini so langt sum til 2. viðgerð, men tað vísti seg at vera ógjørligt at fáa tey úr aftur nevnd. Ein javnaðartingmaður vildi ikki skriva undir, og tí blivu tey útsett ferð eftir ferð, til tey at enda fullu burtur. Møguleiki var hjá tinginum at atkvøða tey úr nevnd, men samgongan hevði so smalan meiriluta, at uppskot um at fáa gjøldini úr nevndini allarhelst høvdu fallið við atkvøðuni hjá javnaðartingmanninum.

Líkt er til, at veiðigjaldið verður eitt yvirskotsbaserað gjald, har vinnan rindar nógv í góðum tíðum og minni í ringum. Ætlanin var at fáa 330 milliónir ella so inn í gjøldum, men tað er longu greitt, at gjaldið fyrsta árið ikki kemur harupp.

Tað er neyðugt, at tingfólk hugsa seg sera væl um í hesum máli. Vinnulívið hevur sagt, at tað væl kann góðtaka at gjalda, um gjaldið verður rímiligt. Undir uppboðssøluskipanini komu umleið 330 milliónir inn, og tað helt vinnan vera ov nógv. Sjálvandi skal vinnan ikki gera av, hvussu nógv hon vil gjalda, men gjaldið má vera av eini stødd, ið vinnan tolir. Ongin vinnur nakað við, at so stórt ok verður lagt á fiskivinnuna, at ongin kapitalur er eftir at arbeiða við inni í fyritøkuni.

Norðlýsið hevur áður mælt til eina skipan, ið minnir um ta við partafelagsskattinum. Har fær landskassin 70% og kommunan, har fyritøkan liggur, 30%. Hetta tí tað fyrst og fremst er kommunan, ið leggur kaiøki, vatnveiting, streymveiting o.s.fr. til. Tað rættasta hevði enntá verið at havt øvugt lutfall, har kommunan, har reiðaríið liggur, fekk 70% og landskassin 30%. Hinvegin hevði tað kanska ikki verið rættvíst yvirfyri teimum kommunum, ið onga fiskivinnu hava.

Men at síggja til er ætlanin ikki at geva kommununum lut í veiðigjaldinum. Tað er tó eitt kjak, ið eigur at verða tikið, og møguliga verður tað eisini tað í viðgerðini á Løgtingi.

Tað mest umráðandi er rímiligheitin. Vinnan skal gjalda fyri framíhjárættin at fiska; hesum eru øll, eisini vinnan sjálv, samd í. Men sum við øllum skattum og avgjøldum, so eigur gjaldarin at hava nóg mikið eftir til sín sjálvs eisini. Tað er tí ein góð balansugongd, ið Løgtingið skal finna. Og tað sær mikið skilagott út, at gjaldið verður regulerað eftir yvirskoti. Hugsanir hava annars verið frammi um, at tað er tørvurin hjá Landskassanum, ið er tað avgerandi, men lukkutíð tykist hetta at vera slept.

Veiðigjøldini koma fyri á Tingi hósdagin 15. apríl.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ein Raskur Drongur - nú online
Loysnir, ikki fíggindamyndir
Vatnið á eystur­síðuni í lagi
Borg: Í gjár fekk Monika handað prógv su…
Rúsan skal finna nýggj hølir
Norskur framrættaður leikari komin í hóp…
10'arin er funnin
Luitjen A. Apol vann Kjølur Open 2026
Sigrun og Eyðbjørn vitja Norðlýsið
Ítróttafagnaður: Jórun & Jórun í uppskot…
Verður fosturtøku­lógin longu víðkað?
Ítróttafagnaður: Sámal Jákup í uppskoti…
Vinnulívspakkar til Ítróttafagnaðin
Atgongumerk­ini ganga undan til Norðfesti…
KÍ hevur ársaðalfund í kvøld
Ein ordans ítróttarveitsla í Varpinum le…
Tilnevn­ingar ÍtróttaELDSÁLIN 2025
Kalsoyingar stúra
Evnaríkur unglingur tekur arvin
Blákollan 25 ár