Lýsing
Lýsing
Lýsing
Aksel V. Johannesen kann gerast maðurin, ið loysir gordiska knútin, sum vit hava haft á fiskivinnuøkinum síðani 2008 | Mynd: Oliver Joensen

Greining og myndarøð: Røkist fyri søguligari semju

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen Myndir: Oliver Joensen  |  26.02.2021 - 11:13 Leiðarin Myndarøð Politikkur Vinna

Hóast Torradagarnir í ár máttu lúta fyri Coronavirusinum, er siðvenjan at hava Fiskivinnuting um hetta mundið kortini so sterk, at avgjørt var at hava tann partin kortini. Fiskivinnutingið var sum vant á Skúlatrøð í Klaksvík, og har tað onkuntíð áður hava verið tveir partar, ið hava grivið seg niður í hvør sína skotgrøv og haðani skotið við skørpum eftir “fíggindanum”, var ein heilt øðrvísi og konstruktivur tóni.

Samgongan verður ikki einsamøll um veiðigjøldini. So einføld kann niðurstøðan sigast at vera. Formaðurin í størsta andstøðuflokkinum, Aksel V. Johannesen, var positivur undir øllum Fiskivinnutinginum og læt upp fyri, at Javnaðarflokkurin fer at kunna taka undir við uppskotinum um veiðigjøld. Tó bar til at hoyra á honum, at hann ynskir onkrar justeringar sín veg.

Tær justeringarnar kunnu grovt skitserast sum, at Javnaðarflokkurin ynskir eitt hægri veiðigjald, tá vit hava “fiskivinnumessigan hákonjunktur”, og er opin fyri einum lægri gjaldi í ringum fiskitíðum. Harvið líkist politikkurin hjá Javnaðarflokkinum politikkinum hjá samgonguni um eitt yvirskotsgrundað gjald.

Av teimum 4 stóru flokkunum er líkt til, at tríggir kunnu finna saman um eina loysn, og tað er í sjálvum sær søguligt. Umframt teir tríggir stóru eru teir tríggir smáu eisini positivir. Miðflokkurin er sjálvur í samgonguni, Sjálvstýri er stuðulsflokkur, meðan Framsókn er andstøðuflokkur. Og eisini forkvinnan í Framsókn, Ruth Vang, segði seg partvís kunna taka undir við veiðugjøldunum hjá samgonguni.

Á ein hátt er støðan hjá Javnaðarflokkinum broytt, frá tí at flokkurin sat í samgongu, og til valstríðið í 2019 legði Javnaðarflokkurin eisini ein líknandi politikk fyri dagin, har veiðigjaldið skuldi kunna justerast eftir gongdini í fiskaprísunum. Nógv bendir á, at Javnaðarflokkurin longu fyri valið sá í eyguni, at har kom ongin loysn burturúr egnu samgonguni. Málið um veiðigjald varð nevniliga útsett óteljandi ferðir, fall burtur, varð tikið upp aftur, og fall aftur burtur. Ósemjurnar vóru heilt einfalt ov stórar, eisini innanhýsis í samgonguni.

Tekin eru í sól og mána um, at veiðigjaldið kann samtykkjast við breiðum meiriluta, har einans Tjóðveldi fer at atkvøða ímóti. Politikkurin hjá Tjóðveldi er, skal metast út frá Fiskivinnutinginum, óbroyttur og ikki semjusøkjandi. Flokkurin ynskir framvegis fiskivinnupolitikkin hjá undanfarnu samgongu aftur, og tykist ikki vilja hoyra um nakra aðra loysn.

Breiða semjan er tó treytað av, at bæði Javnaðarflokkurin og Framsókn fáa síni fingramerki við í endaliga uppskotið. Tað er alt annað enn óhugsandi, tí samgongan hevur sjálvsagt áhuga í, at politikkurin ikki verður broyttur, skuldi ein onnur samgonga komið framat eftir komandi løgtingsval. Kunnu teir tríggir samgonguflokkarnir og teir tríggir andstøðuflokkarnir fyriuttan Tjóðveldi møtast onkrastaðni miðskeiðis á leiðini, so fáa vit í næstum eitt veiðigjald, sum omanfyri 4 fimtapartar av Føroya Løgtingi stendur aftanfyri.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: KÍ vann í Sarpugerði í dag
Daniel Johansen skeyt KÍ enn nærri FM 20…
NATO tinglimir á vitjan í Føroyum
Talgildar viðtalur og nýggj átøk á Suður…
U21 hetjurnar í KÍ blusuna
Kúlubøka á Kaldbaksfirði
Annað bind av "Færøsk Litteraturs Histor…
Tøkk – Ella Mørkøre
Erik Biskopstø vitjar Norðlýsið
Útróðurin í dag
Kular Røtur hava 25 ára show á Vágsbø
Unglingar lupu á sjógv
Fráferðartiltak til Oyggja­leikir 2025
Upptakt: Víkingur-KÍ
Heimsstjørna prísar flyglinum í Varpinum
U21 hetjurnar vitjaði Duritu og Fríðin
Fyrrver­andi blaðstjóri vitjaði Norðlýsið
Líggjas við enn einum meti
Julian: Eg vil hava fleiri met
Til Danmarkar at kappast