Lýsing
Lýsing

Er tíðin ikki komin við eini endurmeting

SKRIVAÐ: Jógvan við Keldu  |  14.04.2021 - 10:53 Lesarabrøv Vinna

Privata vinnan samfeld er ov ofta fyri ákoyringum. Vinnuhúsið, Reiðarafelagið, Fiskimannafelagið og onnur avvarandi í privata geiranum, eiga at koma við eini  greiðari kvalifiseraðari uppgerð til  føroyska samfelagið og yvirfyri almenna geiranum

Tað mesta av mínum lívi, hevur eitt sera sigandi orðatak verið endurtikið aftur og aftur í samband við føroyska vinnulívið á sjónum: “Fær ein maður eitt skip, verður honum ynskt góðan byr” – “Fær sami maður eitt skip afturat, gerst hann ivasamur í verki” – “Fær sami maður so fleiri skip, er okkurt, sum ikki fer rætt fram og hesin ynskti góði byrur,  byrjar at fána”! – Leggjast kann afturat, síðani byrjar annað tos!

Tíbetur er hetta ikki meiriluti av fólki okkara, sum hugsar so, men tó hava hesi verið so mikið mælsk, at tað hevði ringa ávirkan, so er tíverri framvegis og tað hevur  munað. Frá tí eg fór til arbeiðis 15 ára gamal, havi eg lagt til merkis, at hetta kemur bæði frá “leikum og lærdum”, sum oftast ikki royndu seg í vinnulívi!

 

Einki nýtt í hesum  - sum so og tó

Nú í mong ár, hava vit hoyrt frá almennari síðu, frá almenna bureaukrati’num, embætisfólki, samfelags- og búskaparfrøðingum o.ø., at stórur partur av sjómonnum hevur alt ov høgar inntøkur. Fleiri hava tikið til: “...nú vit hava óvanligar inntøkur í fiskivinnuni...” – hvat tað so er!  - Hetta hoyrdist eisini fyri 60 árum síðani. – Gangi úr frá, at hesin  almen-nevndi stættur, í lønarinntøkum liggur ikki aftari enn sjómennirnir o.o.  – tvørturímóti . – Býtisprosentið í sjóvinnuni er ein samráðing!

Havi varðhugin av, at KVF, tekur mál upp, sum hóvar teimum, hetta er eisini menniskjaligt, hevur funnið onkra “søgu”, fær “ávísar” at gera viðmerkingar til málið. Føroyingurin dugir sjálvandi eisini at meta um–  tá  “KVF“ –tíðindavirði verður valt – subjektivt ella objektivt, hvar lagt verður á og hvørji mál við vanligum áhuga verða tikin upp. – Ivaleyst heldur onkur, at eg eri ikki nóg objektivur, men eg, og sum eg skilji og sum sæst, stórur partur av Føroya fólki  við mær, er tó samdur í hesum.

 

Munurin á privat og alment

Kundi hugsa mær at spurt:

-       Hvar er Vinnuhúsið, at seta upp ímóti ivasomum uppáhaldni? Her hoyrst ov lítið.  Málið er álvarsligt, gevur misálit og Føroyafólk  situr eftir við fleiri spurningum enn kvalifiseraðum svarum, tí er lætt “at gita heldur enn  at vita” og sosialir miðlar hava frítt spæl.

-       Gerið eina kanning av t.d. hvør er inntøkan hjá t.d. sjómanni sammett við fólkið á landi í almenna geiranum, nú almenni geirin hevur góð gróðrarlíkindi og er kostnaðarmikil? – Hetta sæst sjáldan!

-       Vit vita, at sammett við lønarútgjaldingarnar hjá tí almenna og privata, so er talið av fólki innan almenna geiran økt, tað fer at økjast og tað, sum hevur gjørt, at talið kann økjast í stórum, er júst frumvinnan og framleiðslan til útflutnings, sum er ali- og fiskivinnan, ein vinna, sum er væl stýrd. Privati geirin er rationaliseraður í risatøkum.  Tað er politiskt stórmál hjá fleiri flokkum at taka uppaftur størri part frá fiskivinnuni í kostnaðum, tilfeingisgjøldum o.s.fr. so minni verður eftir hjá vinnuni til útbyggingar o.a., fyri at upprætthalda og økja ein ov kostnaðarmiklan almennan sektor.

 

Nú er tíðin komin til eina endurmeting, sum mangir føroyingar leingjast eftir, at Vinnuhúsið, Reiðarafelagið, Fiskimannafelagið og onnur avvarandi samfeld í privata geiranum eiga at koma við kvalifiseraðari uppgerð/mótspæli  til tað, sum vit eru vitni til ídag. Fígging til hesa gjøgnumgangandi frágreiðing átti at borið til. – Eg veit, at hetta er kostnaðarmikið og tekur tíð til at fremja -  men neyðugt er tað!

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Klaksvíkar Søga 4 - video
166 børn- og ung á bíðilista til Barna-…
7 ferðamál beinleiðis í summar
Kom og royn stóra útitalvið niðri í Vági
Gongutúrur fyri kvinnur, sum hava ella h…
Málið um óljóð frá skipum verður nú loys…
Vit minnast tónleikin
Waag spílar seg út
Føðingardagsheilsan nú Javni fyllir fimm…
KÍ liggur til at taka málmetið frá HB
Stuðul til uppihaldspening fyri fyrra há…
Norðlýsið á gøtuni
Sildavørur við bátabrúgvar­nar leygardagi…
Kristiliga Sangkórið á Norðskála og í Mj…
Vágatunnilin og Norðoya­tunnilin dagførdi…
Kunningarfundur um ADHD
Glaðir áskoðarar við Áir fyri løtu síðan…
KÍ vann 9-0 á Dungasandi í dag
Upptakt: 07 Vestur-KÍ
Atlantic Fair aftur á skrá í 2022