Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jákup Sverri fór ikki á Føroyabanka

SKRIVAÐ: Eyðun Hansen, Vestmanna  |  15.04.2021 - 08:18 Lesarabrøv Vinna

Eg havi fyrr skriva eitt sindur um óljóð, hevur veri ein trupulleiki hjá fiskiskipum, nú er hetta evni aftur blivið aktuelt, so nú skrivi eg aftur

Eg haldi at fleiri undir meta óljóð, um fiskurin rímur og ikki kemur í troli, tá er skjótt at missa eitt hál, sum kann geva 10.000 kilo, tað er nógv í pengum.

 

Havstovan hevur fleiri ferð sagt, at Jákup Sverri er kanska mest ljóð leysasta fiskiskip í heiminum, men tíverri hendi tað, sum kemur fyri hjá so  mongum, at skaði kom á skrúvuna, tíbetur hoyrdi manningin okkurt misljóð. Tað ikki ofta, at óljóð hoyrast umborð, sjálvt um fiskur styggist.

 

https://fiskur.fo/magnus-tekur-ein-tur-a-bankan-afturat

 

Eg hevði skriva um óljóð frá Magnus Heinason, at hvørja ferð M.H. nærkaðist,  misti snellubátarnir  kenni, og skriftin á ekkoloddinum bleiv, hjá skipum sum vóru nánd,  ja fiskurin  rýmdi.

 

Tað gingu ikki nógvir dagar áðrenn ein frøðingur, var í KVF fyrst bleiv tosa um hvussu teir rokna veiði trýstið, so um at skera fiskidagar, sjálvt um nógvur toskur var komin inn aftur á grunnarnar longu tá.     https://kvf.fo/summarmorgun?sid=43414   Tann 1 juli 2015

 

15 minuttir inni í sendingini, tosa teir um óljóð og styggir fisk, og ljóð kanningar ongantíð tiknar.

 

Aftaná sendingina fór, eg at kanna vitan frá fleiri fiskimonnum,  og skriva niður í nøkur ár.

 

Tá eg sigldi við Grønanes, sum partrolaði við Vestmenningi, tá skipini vóru uml. 3-4 ár, umleið 1989  fingu vit trupulleikar. Veiðan eftir upsa, minkaði munandi í mun til aðrar trolara, men onnur fiskasløg fingu vit í.

 

Vit fingið hampuligt av upsa í tá sjask og illveður var, men onki í tá veðrið var gott.

 

Vit kannaðu breitlar, trol o.a., men alt vísti seg, at vera ílagi, men tá illveður var, fingu vit oftani fisk  tá gott veður var fingu vit onki, tað var mest upsa fiskaríi, sum minkaði, Tað bleiv uppdaga tí teir men onki. á leiðini.

 

Eftir var bert, at kanna fyri óljóð, og vit fóru inn á Hulk. Royndirnar verða gjørdar á tann hátt, at ljóð verður gjørd við ymsum snúningum á motorinum og ymsum stigningum á skrúvuni.

Tað vísti seg, at bæði skipini larmaðu og tí var fari á beding. Tað einasta, ið var funnið, var eitt sindur av teringi á skrúvunum, hettar bleiv afturgjørt og menn vóru ivingarsamir, um hettar kundi havt tað stóru ávirkanina á fiskaríi, so ljóðroynd bleiv gjørd aftaná og larmurin var burtur og tá vit komu út millum hini skipini aftur, var veiðan á sama støði, sum hjá hinum skipunum.

 

Hettar bleiv ein afturvendandi trupulleiki, men tá man nú kendi trupulleika, var fari beint á beding, fyri at gera tað í gerast skuldi.

 

Radioservice stóð fyri at gera ljóðroyndirnar, og tær blivu altíð gjørdar við 100 favnar út frá bryggjuni inni á Hulki, hettar fyri at kunna samanbera royndirnar. Tað vóru fleiri trolarar, ið høvdu trupulleikar av óljóði.

 

Eg tosaði við ein mann sum hevði siglt við Jóanes Fonsdal, í tíðarskeiðinum 1963-65 hann segði, at teir fingu fisk á djúpum vatni, men komu teir grunt fingu teir einki í. Tað var so gali, at hinir trolararnir hildu avstand frá Fonsdal, tí eingin fiskur var í nánd  av Fonsdal. Hann nevndi eisini, at trolarar við dampmaskinu, fingu meira fisk, enn aðrir, á grunnum vatni.

 

Vesturbúgvin og Fram, sum vóru bygdir í 78. Í 1985 høvdu teir verið til umvæling í Danmark, har var nógv gjørt við skipini, millum annað vóru skrúvurnar umvældar og sóu út sum nýggjar, men tá ið teir fóru til fiskiskap, fingu teir lítið av fiski.

Teir kannaðu útgerðina, men har var ongin feilur at finna. So bleiv tikin ljóðroynd, hon vísti at Vesturbúgvin larmaði, men hvar larmurin kom frá, var ringt at siga, teir fóru á beding, har teir skiftu um skrúvubløð, so aftur at taka ljóðroynd, tá var larmurin komin yvir á Fram.

Skrúvan sá út sum nýggj, so teir spurdu nógv fólk, hvat ið kundi verða galið. Tá segði onkur frá Norsk Veritas, at nakað kallaðist “syngende propell” og teir fingu eina tekning fyri at slípa av skrúvu bløðunum, tá bleiv óljóði burtur.                 

 

Snoddi hevði eisini trupulleika av “syngende propell”, tá ið hann var nýggjur. Tá komu fólk úr Norra fyri at kanna og umvæla skrúvuna. “Syngende propell”. Sí google

 

Teir fyrru Polarhav og stjørnan, sum komu á heysti 90 fingu væl av fiski í byrjanini, á djúpum vatni. men á várið í 91, tá fiskurin fór grunt, bar einki til. Teir tóku so ljóðroynd, og tað vísti seg at óljóð kom frá dysuni og róðrinum, har var ongin olja í. Eftir at olja var fylt á, var óljóði burtur, og teir fingu nógvan fisk.

 

Vestmenningur og Fram, fingu trupulleikar seinasta túrin undan jólum í 2008. Tað var gott fiskarí, men mitt á túrinum, fingu teir ongan fisk, sjálvt um hini skipini, sum teir royndu saman við, høvdu sama góða fiskarí. Teir fóru inn og froskmaður for niður, tá vísti tað seg at ein sink klossi, sum var festur á róðri var leysur, Hann bleiv festur aftur, so var fari út aftur, bert fyri at vita um nakað var broytt, teir høvdu eitt gott hál og sóu at nú var í ordan, fóru so inn at landa áðrenn jól. Og næsta árið royndist væl.

 

Tað er eisini hent fleiri ferð, at sink, sum eru sveisaði á róðri hevur givið óljóð og eru síðani flutt, og óljóði er blívi burtur

 

Jaspis og Ametyst, vóru á beding í Danmark 2007, teir vóru nakrar túrar aftur til fiskarí, men hildu at teir fingu alt ov lítið av fiski. Froskmaður kannaði skrúvu og róður, men fann einki. Teir fóru aftur til fiskiskap, men líti bar til, í mun til hini skipini. Froskmaður var aftur boðsendur og hann leitaði leingi, at enda fann hann lítla jarnplátu á øðrum skipinum, sum var sveisað á aftarlaga skrokkin, sum hol var bora í. Hon var sveisa uppá, í samband við arbeiði í Danmark. Teir tá komu til fiskarí aftur, fingu teir tað sama sum onnur skip.

 

Aftur á heysti í 2011 høvdu Jaspis og Ametyst trupulleikar eftir at teir høvdu veri á beding. Teir drupu ikki livandi, tá teir fóru út aftur. Í februar 2012 fór froskmaður niður og sá tá 3 kongar á róðrinum, Róðri hevði verði av, tá teir vóru beding og tá vóru 3 kongar sveisaðir á, og ikki skornir av aftur.

Kongarnir blivu skornir av og tá ið teir fóru til fiskarí aftur, fingu teir tað sama sum onnur skip.

 

Ein Norskur trolari, sum royndi við dupult trolið, trolini vóru sera tung at sleipa, so neyðugt var hava meira enn 70% stigning á skrúvuni. Teir fingu alt ov lítið av fiski. Teir vistu eisini frá ljóð royndum, at skipið for at larma, tá ið stigningurin á skrúvuni bleiv so nógvur.

 Teir fingu Vónina, at gera teimum tvey lættari trol, og við nýggju trolunum nýttust teir ikki, at hava so høgan stigning á skrúvuni og tá fingu teir líka nógvan fisk sum onnur skip, sum fiskaðu við dupult trolið.

 

Lerkur og rókur sum vóru keyptur til Føroyar í 2007. fingu minni í enn hini skipini, tá ið teir fiskaðu, á grunnum vatni. Aftaná nakrar túrar uppdagaðu teir, at ongin olja var í róður dysuni, tá gevur hon nógvan larm, so var bora hol í dysuna, so at sjógvur kom inn í róður dysuna. Tá bleiv fiskaríi í ordan, seinri fóru teir á beding og olja bleiv fylt í.

 

Tað eru eisini fleiri dømi um búsningar á róðrum, sum eru slitnir og hava givið óljóð, tað eru serliga Becker róður, tí har eru fleiri lið sum slítast. Lensipumpur, el motorar, gear, o.a. Kann eisini geva óljóð og styggja fiskin. Óljóð hevur eisini minni  ávirkan á fisk, tá ið illveður  er.

 

Sansy  bleiv seld til Eiðis, tá fingu teir onki, grunnurin var einaferð komin um skrúvuna teir royndu at rætta skrúvuna, tað hjálpti ikki, so skifti teir skrúvuna, tá  fingu teir aftur nógvan fisk.

Hvannhólmur  skiftu einaferð skrúvu, aftaná tað fingu teir onki í, teir tóku so skrúvubløðini, av gomlu skrúvuni og settu tey uppá nýggja skrúvuhøvdi, tá fingu teir aftur fisk, eina aðru ferð hakk komi í skrúvuna, tá bleiv slípa av bløðunum so fingið teir fisk aftur

Artic Viking fóru upp hjá Mest í august 2016 og sóu at skaði var á skrúvuni Teir høvdu verði í Barentshavinum og roynt í ísi,  og vistu ikki nær skaðin var komin, og ongar ristingar vóru umborð. men ein jarn stong sum hindrar ísi var vekk.  ein skaði  sum var 2 smá hakk í skrúvu bløðunum  Teir høvdu fingið ov lítið sjálvt um teir høv fiska rækjur á djúpu vatni. Skrúvan bleiv gjørd aftur og fiskaríið var í ordan næsta túr.

Tað eisini fleiri dømir, um snellubátar, sum ikki hava fingið fisk fyri óljóði. Tá er tað ikki óljóð frá skrúðini. Men ljósmotorar, hydraulikkur og annað sum kann larma.

 

Onkrir snellubátar, hava sett bildekk føst í dekki ella uppi á stýrihúsinum og ljósmotorar omaná bildekki, fyri at tað skal  verða so ljóðleyst, sum møgulig, tí at ljóð ávirkar fiskaríið so nógv.

 

Teir sum royna við snellu, ansa eisini væl eftir, at teir ikki missa loddi niður í bátin,

tí tað kann føra við sær, at teir missa kenni.

 

Kúrberg – fingu onki í forhold til aðrar, leiði á dynamo larmaði brutu túrin av, inn at landa, skifta leiði, út og fáa tað sama sum hinir.

Ingibjørg  - teir fingu ov lítið, men skifti leigu í dynamo, sjálvt um man ikki hoyrdi, nakað óljóð frá dynamoini, tað hjálpti uppá fiskaríi.

Rólant fiskaði tað sama sum hinir snellubátarnir, á nøkrum økjum, men ofta tá teir flutti á onnur økir, fingu teir onki, teir undraðist yvir, hvat kundi vera galið, eftir eina tíð og nógvar tos og ymiskar royndir, skiftu teir stál loddini út við blýggj lodd, tað vísti seg at stállodd stygdi fiskin, og tá teir komu á harðbotn, fingu teir ongan fisk. 

Við Polli høvdu teir ljósmotor uppi á stýrhústakinum. Men yvirgangur var ofta ein trupulleiki.  

Fleiri snellubátar, hava eisini haft trupulleikar, av óljóði frá hydraulikkinum. 

Fleiri hava sagt, at Callesen, Grenå og Alfa motorar, vóru bestu motorar, til snellu fiskarí,  tað bleiv eisini sagt, vóru so góður motorar, at fiskurin kom til bátarnar. 

Tað er eisini vælkent,  at skip sum skjóta seismikk styggja fisk.

Men eg veit ikki hvat fyri frekvensur, styggir fisk mest.

 

Nú er tað eisini Sjótek sum tekur ljóðroyndir

 

So vónandi taka teir nýggjar ljóroyndir av Jákup sverra, aftaná skrúðan er afturgjørd, og á hvørjum árið.

 

Eg vóni fólk senda mær ymiskt, sum tey vita um óljóð og ávirkan á botn og pelagist fiskaríi. so eg kann skriva meira niður.

 

                                                 

 

            

Lýsing
Seinastu tíðindini
Team Klaksvík spældi javnleik í Kollafir…
Føroyska U21-landsliðið spælir komandi h…
Fólka­heilsustýrið verður veruleiki á nýg…
Koronupassið endaliga góðkent og klárt a…
1.deild hjá KÍ er best eftir summarsteðg…
Fundur um parkinson á Segllofti­num á Tvø…
1.deild hjá KÍ spælir avgerandi dyst ley…
Seks leikarar vunnu steypakapping­ina fjó…
KÍ vann fyrsta steypið
Mjølnir vann fyrsta dystin
Epli og kjøt av Sandi
Rudda Føroyar
Groundhog day (USA)
Bárður Jákupsson í Gamla Seglhúsinum
Veðrið um vikuskiftið
U17-liðið hjá KÍ spælir steypafinalu í k…
Norðlýsið á gøtuni
Silvur­brúdleyp - Elisabeth og Sigmundur
Málmansvenja­rin er komin uppá pláss hjá…
Kom bara inn!