Við Líðhamri - vit seta
Í fleiri ár havi eg tosað um at fara ein túr við Líðhamri til útróðrar. Ikki sum maður, bert sum “turistur” við myndatóli. Formaðurin á Líðhamri, Peter Joleiv Svøðstein hevur fleiri ferðir spurt: “Nær verður tað?” og jú, hósdagin í farnu viku bleiv tað veruleiki.
Á túrinum tók eg nógvar myndir, tí havi eg valt at lagt myndirnar út í bitum. Hesin parturin er frá tí vit fóru frá Stangabrúnni og til liðugt var at seta línuna.
Eg fekk boð um at verða umborð klokkan 01.00 náttina til fríggjadagin. Ein undirkoyggja í bakborð er til tín, segði skiparin, men eg fekk boð um at ganga stillisliga um eg fór í koyggjuna, tí manningin, Petur Juul Jacobsen og Dijon Højgaard svóvu tá niðri undir.
Men eg valdi at sova eitt sindur niður fyri, so eg slapp undan at leggja meg, tí forvitin sum eg eri, tá tað snýr seg um at fiska, so vildi eg hava so nógv við sum møguligt, og helst sleppa undan at sova á túrinum.
Komin á Stangabrúnna klokkan knapt eitt, var Peter Joleiv uppi. Líðhamar hevði verið á útróðrið um dagin og lidnir at landa og eftir at hava koyrt stampar í land og umborð, slapp manningin í kyggjuna um klokkan hálvgun tíggju. Teir skuldu upp aftur klokkan 04.00, tá setast skuldi. Skiparin fekk tó bert um 1 1/2 tíma svøvn, tí hann skuldi sigla Líðhamar á fiskileið. Manningin er bara tríggir mans við skiparanum.
Vit skulu norður um, einar 18-20 fjórðingar norður úr Kallinum.
Tað er myrkt nú vit sigla norður ígjøgnum Kalsoyarfjørð og norður um. Komnir einar 6 fjórðingar út norðanfyri, tosar Petur Joleiv við Andru, skipara á Stakkavík. Teir fóru av Klaksvík ein knappan tíma undan okkum. Tá klokkan er um trý, tosar hann við Janus Sørensen á Brandi. Teir tosa um leyst og fast og spyrja hvønn annan hvat teir ætla í nátt, ella í morgun, Janus fær at vita at Oliver er við Líðhamri, so hava teir viðmerkingar til tað. Jú, lagið er gott, tí veðrið er av tí allar fagrasta. Men menn eru eitt sindur harmir um fiskiskapin nú ikki so nógv er til av hýsu og toskurin enn letur bíða eftir sær.
Tíðin nú er ikki besta útróðrartíð. Tosað verður um, at útróðrarbátarnir faktiskt plagdu at leggja stilt í mai mánaða og fleiri plagdu at liggja líka til fjøllini vóru gingin um heystið. Útróðrarvinnan var tá meiri ein ískoytisvinna hjá monnum.
Líðhamar hevur fyrr havt kvotu í Íslandi og hevur troytt tann møguleikan við snellu, men nú er tað liðugt, tí flaggskipið hjá felagnum Jákup B hevur brúk fyri tí kvotuni eisini, so helst fer Líðhamar at verða lagdur til uppussingar í mei mánaða
Ná men nú erjútpurrað, klokan er fýra og Peter Juul og Dijon fara undir at seta. 48 stampar av línu skulu í sjógvin, tað er um 14.000 húkar.
Tað verður sett við nógvari ferð á maskinuni, Líðhamar gongur einar 7 míl ímeðan línan sparrar út av hekkuni. úr afturmastrini hongur “fuglaforskrekkarin” hann hevur til endamáls at halda fuglunum frá at taka agnið av línuni, sum vit seta. Tað hendir seg nevniliga at havhestur og annar fuglur blívur fastur í línuni og fer til botns við henni.
Eg takið nakrar myndir ímeðan vit seta. Tað tekur bara knappar tveir tímar at seta línuna, ímeðan teir rokna einar 10 tímar at draga um alt gongur sum tað skal.
Spennandi verður tá vit fara at draga, meira um tað seinni. Niðanfyri myndir frá hesum partinum av túrinum: