Lýsing
Lýsing
Lýsing
Undirritaði og bróðurin av rokútróðrartúri norðanfyri, í einum av leiðunum, har ætlað er aftur at loyva trolveiðu ½ av árinum.

Útróðarmaðurin aftur knokkroyttur!

SKRIVAÐ: Anfinn Hansen  |  28.04.2021 - 11:29 Lesarabrøv Politikkur Vinna

Útróðurin er upphavið til fiskivinnuna í Føroyum, men niðurgerðin er fullkomin!

Samgongan førdi valstríð við útsøgnum sum, - “vit tonkja uppá fiskimannin”, “tryggar karmar fyri fiskivinnuna” o.o. retorisk fyribrigdi, ið talaðu beint í tikkandi pumpuverkið hjá fiskimanninum.

Hesi valslogan vóru góð, tá stemmustimarnir skuldu fiskast, men partar av hesum stemmutilfeingi verður lítið virt nú, politiska leiðslan er staðfest.

Verður kunngerðin – “Kunngerð um trolveiði innan fyri 12 fjórðingar” sett í verk av fiskimálaráðharranum, er staðfest, at valútsaøgnirnar snúgva seg um ávísar fiskimenn, og ikki fiskimannin.

Henda kunngerð loyvir aftur trolveiðu innanfyri 12 fjórðingar, og í flestu førum á bestu útróðrarleiðunum.

Øll, ið kenna til útróður og fiskiskap við línu og snellu, vita, at hesir báðir reiðskapir fiska ikki í nánd av trolið.

Tí kann staðfestast, at hugtakið “fiskimaðurin” er ikki galdandi fyri útróðrarmennirnar í skipabólkunum 4A, 4B, 5A og 5B.

 

Áðurnevndu skipabólkar eru frammanundan nær pínumarkinum.

Teir fingu ikki lut í makrelútlutingini, fiskidagatalið er niðurskorið í fleiri umførum og mangt annað.

Verður harafturat lagdur steinur omaná byrðu, við at tráðroyna nakrar av bestu útróðrarleiðum helvtina av árinum við troli, og tvinga útróðrarbátarnar at søkja sær aðra fiskileið, verður hetta banahøggið fyri útróðurin í Føroyum.

Eg vil hervið biðja Jacob Vestergaard, landstýrismann í Fiskivinnumálum, um ikki at lýsa – “Kunngerð um trolveiðu innan fyri 12 fjórðingar”.

 

Anfinn Hansen

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sandoy Hálvmaraton er so nógv meira enn…
Veðrið í vikuni
Föroya Bjór má ongan veg fara
Framsýningin hjá kvøld- og frítíđarundir…
Eyðun av Reyni sýnir fram í Gamla Seglhú…
ÍF er í steypafinaluni eftir 3-1 sigur á…
Mjølnir er í steypafinaluni eftir 3-0 si…
Kom og hoyr gleðiboðskapin í Betesda sun…
Fingu tað vit fóru eftir
Ovurfegin málskjútti
Nei! Sentralisering av dialysu leingir i…
Líggjas vunnið gull á Danish Open í kvøl…
Borgarafundur um ferða­vinnu­ætlan fyri Sv…
Føroyskir kavaraførleikar styrkja donsku…
Várdagar og Bátafestivalur
Nýtt alment parkeringsøki ávegis í miðbý…
Norð­oyastevnan stendur fyri durum
Heimsmál­ini á bókasøvnunum
Klaksvík fylgdi slett ikki við!
Megnar Mjølnir at spæla seg í áttandu st…