Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: oyggjatíðindi

Fyrsti mai og Valborgarmessa

SKRIVAÐ: Hanus Vang  |  01.05.2021 - 09:16 Lesarabrøv Politikkur

Fyri tjúgutrimum árum síðani var eitt rimmar val har vit valdu FULLVELDI! Sjálvstýrisflokkar fóru at arbeiða saman fyri at seta tað frælsi í verk sum vit valdu fjúrtanda September í 1946!

Ætlanin vann ikki á mál tí Danmark als ikki hevði hug til at minka um ”ríki” sítt! Eisini komu býttir kílar ímillum Fólkaflokk og Tjóveldi. Ein høvuðsspunasmiður valdi sær heldur framtíð hjá Føroya deild av sosialdemokratum!

Øll val síðani hava sjálvstýrisflokkar havt meiriluta á Tingi, men vilja ikki brúka møguleikan til at taka frælsi! Nei teir vilja heldur arbeiða saman við sambandskreftum at umsita føðilandið eftir tí lóg sum fall í 1946! Teir fáa góða løn og serliga góðar pansjónstreytir afturfyri ómakin!

Teir áttu at hugsa meiri um at taka dygg tøk fyri at vinna frælsi enn at mala sum ryssa yvir deyðum fyli og einki gera!
Í veruleikanum eru allir flokkarnir danskir samríkjaflokkar!
Teir reypa av hvussu dugnaligir teir eru at umsita okkara avmarkaða fólkaræði!
Krúpa treytaleyst undir donskum uttanríkispolitikki!
Við radarum!

Einaferð var Løgtingið samt um at vit skuldu vera uttanfyri allar hernaðarfylkingar! Men tað er langt síðani! Spæla so dyggiliga ”Fólk í húsi” við eitt nú dýrum óneyðugum sendistovum!
Eitt ófrælst land kann ikki og hevur als ikki sendistovur!

Vit mugu avtaka óbrúkiligu flokkarnar og fremja eina blíða kollvelting í stjórnarmálum har vit lýsa okkum sum fræls tjóð!
Síðani samráðast vit við Danmark og onnur lond um hvussu leikur skal fara fram!

Komi til verka! 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nú skulu stóru sløgini standa
Theresa hugleiðir um ferða­vinnu­dagin
Hugnakvøld í Skálanum
Eitt uppercut til Kringvarpi!
Vinstri og Sambands­flokku­rin: Fíggja Suð…
Hugnakvøld í Skálanum
Torraskráin mánadagin
Mjølnir kvinnur eru tryggjaðar FM finalu…
Eyðun Nolsøe á Summar Festivalin
Eftirlýsing: Hesir lutaseðlavinnarar­nir…
Slógu pott og tunnu í Dansistovuni
KÍ vann 1-0 í Sørvági
Listaframsýn­ingar á Torradøgunum
Samsvar má vera millum ábyrgd og ræðisræ…
Torradagar­nir byrja í morgin
Tussj: - Kvinnur og menn eru sera ymisk…
Veðrið í vikuni
KÍ spælir í Sørvági í dag
Norðlýsið stroymir beinleiðis úr Varpinu…
Tunnusláttur við Klaksvíkar Hornorkestri
Lýsing