Lýsing
Lýsing
Lýsing
Myndir úr bókini:  “Føroyar undir fríum handli í 100 ár” | Mynd: Sv. Poulsen

Ein innilig áheitan á býráðslimir embætisfólk í kommununi og á Norðlýsið

SKRIVAÐ: Jógvan við Keldu  |  03.05.2021 - 12:03 Lesarabrøv Vinna

Klakksvíkar Hermetikk hevur sanniliga eina heilt serliga og áhugaverda vinnulívssøgu

Senastu tíðina hava fyrrverandi ognirnar hjá Klakksvíkar Hermetikk verið havdar á lofti í samband við at ábøtur skulu gerast á bygningarnar.

Fari ikki at blanda meg upp í sjálva viðgerðina av málinum.

Fari bara at heita á okkara býráðslimir og embætisfólk, íð viðgerð málið at sleppa heitinum “bollafabrikkin”. Hetta er “slængudtryk”, sum danir siga, og fevnir avgjørt ikki fullan relevans í hesum føri og tí viðgerð av okkara tilfeingi av sjógvi og landi sum var á virkinum.

Søgan um Klakksvíkar Hermetikk, er ein serstøk og sera áhugaverd søga, sum vísir á framfýsni, nýskapan, íløgutrongd bæði á heimamarknaði og í útflutningi í út við 30 ár og sostatt dyggur partur av vinnulívssøguni.

 

Eitt sera breitt úrval

Bara nøkur fá dømi um framleiðslusløg bæði heil- og hálvkonservis:

-       Fiskabollar

-       Fiskakøka

-       Heil og malin rogn

-       Sild í vínsós o.a.

-       Gaffilbitar o.a.

-       Ansjósir í tomatsós

-       Fuglur í soði og í sós – Lundi, lomvii o.a.

-       Hummarar pilkaðar og heilir

-       Og fleiri onnur sløg

 

Hvat verður gjørt við hendan dýrgrip av vinnulívssøgu okkara, fæst at síggja, men heilt serlig og spennandi er søgan, sum gav meiri  50-60 fólkum arbeiði bæði ungum og eldri  og var sotstatt ein veruligur stuðul undir, at Klaksvík kom betri burturúr vánaligu tíðunum í 1950unum enn flestu onnur støð landinum.

Latið okkum øll fáa innaftur heitið “KLAKSVÍKAR HERMETIKK” – ella bara “HERMETIKKK”  og ikki hatta “forfladiga” orðið “bollafabrikkin”!

Jú, tað vóru og eru framvegis fólk í vinnulivi okkara, sum loystu avbjóðingar heldur enn at steðgað við forðingar!

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Summar­blaðið í gerð
Útivikan 2026
Jeff Landry: Vil arbeiða fyri at gera Gr…
8.019.600.000.000 kr
Nýggj regla hevur longu avgjørt lagnuna…
Myndarøð: KÍ kvinnur - 07Vestur (5-1)
Samleikin verður styrktur 
Konsertir í Leirvíkar Bátasavni og Ribar…
Lena Anderssen á Summar Festivalin
Nøglin: Hvør er besta manning 2006 - 202…
Tøkk - Sigrid Henrikka Margrethe Sofie G…
SU: Mor er ikke sur, mor er skuffet
Betesda fær vitjan á møtinum sunnukvøldi…
Toy Story 5 setir sjóneykuna á skíggjar…
Tá ið vit fóru til stroks
Klaksvík­ingur bleiv smurdur av á jóansøk…
40 atgongumerki eftir
Setið borin í nú!
Valsvik staðfest í Runavík
Vitlíki trýstir prísin á iPhone og PlayS…