Lýsing
Lýsing
Lýsing
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur nú svarað Beintu Løwe Jacobsen, tingkvinnu, uppá fyrispurning um troling og útróður innanvert 12 fjórðingar. | Mynd: DR.

Trolbátar sleppa inn um 12 fjórðingar at royna í 2021

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  03.05.2021 - 20:19 Politikkur Tíðindi

Herfyri setti Beinta L. Jacobsen, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, Jacob Vestergaard ein §52a-fyrispurning um trolveiðu innan fyri 12-fjórðinga-markið. Stór ónøgd hevur verið millum serliga útróðrarmenn um hetta. Men eftir øllum at døma hava útróðrarmenn onki gott í væntu, tí fiskimálaráðharrin ætlar at halda fast um avgerðina. Tó er talan um eina royndarskipan, sum verður galdandi í 2021 og síðani endurskoðað.

Spurningarnir vórðu soljóðandi: 1) Hví hevur landsstýrismaðurin broytt kunngerðina um trolveiðu innan fyri 12 fjórðingar?, 2) 2. Hvør er ítøkiliga broytingin?, og 3) Feløg, ið umboða útróðrarbátar, hava gjørt vart við, at broytingin í kunngerðini fer at hava avleiðingar fyri útróðurin. Er landsstýrismaðurin samdur við útróðrarfeløgunum í hesum?

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður fyri Fólkaflokkin í fiskivinnumálum, svarar soleiðis til fyrsta spurningin: “Málið er tikið upp, tí Felagið Trolbátar hevur heitt á Fiskimálaráðið um at gera tvær broytingar í kunngerðini um trolveiði innan fyri 12 fjórðingar, so loyvt verður at trola innan fyri 12 fjórðingar árið út, samstundis sum ásett verður, hvussu nógvar dagar hvør bátur kann royna innan fyri 12 fjórðingar.”

Til annan spurning um ítøkiligu broytingina svarar landsstýrismaðurin soleiðis: “Eftir verandi reglum er í flestu førum loyvt at trola frá 24.05 til 07.09, tó undantikið 3 vikur á hásumri. Viðvíkjandi fiskidøgum er verandi skipan, at fiskidagar, brúktir innan fyri 12 fjórðingar, verða roknaðir frá dagatalinum, ið hvør bátur hevur sum trolbátur í bólki 4T. Onki mark er í verandi kunngerð fyri, hvussu nógvar av fiskidøgunum, hvør trolbátur kann brúka innan fyri 12 fjórðingar. Broytingin viðvíkjandi leiðum og tíðarskeiðum er, at við grundarlagi í tilmæli frá Havstovuni verður áheitanin frá Felagnum Trolbátar eftirlíkað soleiðis, at í 2021 verður sum ein roynd loyvt trolbátunum at trola innan fyri 12 fjórðingar í ásettu køssunum og tíðarskeiðum soleiðis: Kassi B frá 1. mai til 31. desember og kassarnir A1, A2, D1, D2, E, F, G, H, I, J frá 1. mai til 7. september. Tíðarskeiðið fyri kassa C verður óbroytt frá 1. juni til 17. juli.”

Til triðja spurningin, um ónøgdina hjá útróðrarflotanum, svarar fiskimálaráðharrin, at “Í sambandi við hoyringina av kunngerðini hava fleiri partar latið Fiskimálaráðnum hoyringarskriv, harímillum eisini eigarar av og feløg umboðandi ymiskar útróðrarbátar. Flestu av hesum siga seg ikki taka undir við broytingunum. Landsstýrismaðurin hevur umhugsað viðmerkingarnar, men hevur tikið avgerð um at halda fast við broytingarnar, sum tó bert verða gjørdar galdandi í 2021. Tá árið er farið, verður høvi at umhugsa møguligar broytingar, sum kunnu verða viðkomandi at gera við støði sum fiskiskapurin hjá trolbátum og útróðrarbátum undir broyttu fortreytunum hevur lagað seg í 2021.”

So møguliga er ein ávís vón at hóma fyri útróðrarmenn, men í øllum førum er avgerðin um at loyva trolbátum innum galdandi hetta árið út.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Flokkar­nir lesa uppskotið ígjøgnum
Magnus Powell hevur enn ikki tapt í Føro…
Tað er nakað heilt, heilt galið í føroys…
Heðin Mortensen 80 ár
Eg havi ikki sæð eitt kvinnulið spælt so…
Áheitan frá áhugafelag­num Føroyingar fyr…
Føroya elsti unglingi fyllir 80
Tøkk
Myndarøð og dystarfrásøgn: KÍ vann sætta…
Nýrafelagið boðar til aðalfund
Veðrið í vikuni
Mathias Lassen Samuelsen nýggjur formaðu…
Embætismanna­bólkur felags fund í Føroyum
Sangmøti í Betesda 2. páskadag kl. 18
Upptakt: KÍ-Víkingur
Til politisku flokkar­nar, ið tilevna sam…
Góðar páskir!
Stillføri kassameista­rin hjá KÍ seinastu…
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Beinir letur væl at