Lýsing
Lýsing

Heilafelagið og framtíðin

SKRIVAÐ: Hjalti Skaalum, fyrrv. nevndarlimur í Heilafelagnum.     |  05.05.2021 - 08:43 Lesarabrøv Politikkur

Hevur Heilsumálaráðið ella Almannamálaráðið gjørt nakran mun á rehabiliteringsleið fyri seinheilaskadd seinastu 24 árini??

Síðan Heilafelagið varð stovnað í 1997, hevur felagið gjørt eitt stórt arbeiði, fyri at varpa ljós á teir álvarsligu trupulleikar, sum nógvir føroyingar við seinheilaskaða eru í. Tað, sum er komið burturúr í øll hesi ár, er alt annað enn nøktandi.

Tað eru fleiri orsøkir til, at fólk fáa seinheilaskaða, men tær mest vanligu eru blóð-tøppur í heilan, heilabløðing, arbeiðsvanlukkur ella ferðsluvanlukkur.

Mong av teimum, sum yvirliva, verða bjargað á málstrikuni av læknavísindin. Tá hava tey tíverri ofta fingið varandi mein so sum rørðslutarn, heilaskaða ella bæði.  

Um teirra førleikar skulu endurvinnast og haldast við líka, mugu tey fáa endurvenjing og viðlíkahaldsvenjing – kanska restina av lívinum.

Men her er tað, at fleiri av teimum, sum eru undir 67 ár, verða slept upp á fjall.

Tey fáa ikki neyðuga venjing (og umsorg-an) tillutaða, tí land og kommunur ikki kunnu semjast um ein fíggingarleist á hesum økinum. Avvarandi mugu tí traðka til, við teirra ivasama førleika, og royna at hjálpa sínum kæru eftir førimuni.

Sum nevndarlimur í Heilafelagnum seinastu tvey árini, havi eg týðuliga merkt, hvussu tungt tað er at fáa viðkomandi mynduleikar at skilja, hvussu vánalig rehabiliterings-viðurskiftini fyri seinheilaskadd eru í Føroyum.    

Longu í 1997, tá Heilafelagið varð stovnað, var afasi-trupulleikin á breddanum.

Tann 8. des. 1997 sendi Heilafalagið skriv til táverandi landsstýrismann í heilsumálum, Kristian Magnussen, har m.a. varð greitt soleiðis frá: ”Afasi er ein avleiðing av apopleksi, sum førir við sær, at tey raktu kunnu hava trupulleikar við at fata tað, ið sagt verður, aftrat at tey hava trupult við at tosa. Hettar ger samskiftið við onnur sera trupult, og tey føla seg ofta sera einslig.

Nøkur koma fyri seg aftur, meðan tey flestu kenna avleiðingarnar av hesum restina av lívinum, og skulu tí hava regluligar uppvenjingar so leingi tey liva.

Vit hava eingi almannakunngjørd tøl fyri, hvussu nógv verða rakt av apopleksi í Føroyum. Í Danmark verður mett, at umleið 7. hvør danskari verður raktur, og roknað verður við, at títtleikin er nakað hin sami í Føroyum”.

Í dag – 24 ár seinni – er støðan lítið broytt, tí enn eru nógvir føroyingar, sum hava trupult við at samskifta, orsakað av afasi. Ongi almenn tilboð eru um taluvenjing, og tað sær ikki út til, at almenna heilsuskipanin í Føroyum tekur stig til at hjálpa fólkum, sum líða av afasi.

At politiski mynduleikin kann liva við, at so lítið verður gjørt á rehabiliterings-leið fyri seinheilaskadd, er stór skom fyri eitt so framkomið samfelag sum okkara.

Hesi fólk, sum hava liva eitt vanligt lív, men nú hava brúk fyri hjálp, orsakað av sein-heilaskaða, verða nærmast viðfarin, sum um tey ikki vóru til. Hetta kann raka okkum øll, áðrenn vit vita av, og eigur ikki at “ignorerast” sum nakað, ið bert rakar hini.

Tann 15. aug. 2002 sendi Heilafelagið aftur skriv til táverandi landsstýrismann í heilsumálum, Bill Justinussen, har m.a. varð greitt soleiðis frá: “Fólk, ið fáa blóðtøpp í heilan ella fáa heilabløðing, hava aloftast brúk fyri lívslangari venjing at betra og viðlíkahalda kropsligan førleika, tosiførleika og kognitivar førleikar.

Í londum vit vanliga samanlíkna okkum við, sum t.d.Danmark, er viðgerð/upp-venjing av sjúklingum, ið hava kroniskar sjúkur, ókeypis fyri sjúklingin.

Skipan um “vederlagsfri fysioterapi” (t.v.s. ókeypis) varð sett í gildi í Danmark í 1989.

T.v.s. at “danir hava havt rætt til ókeypis viðlíkahaldsvenjing seinastu mongu árini”.

Her havi eg nevnt tvey dømi, har fyrrverandi landsstýrismenn í heilsumálum vóru kunnaðir um, hvussu álvarslig støðan er hjá teimum, sum fáa seinheilaskaða.

At hendan kunning hevur verið til fánýtis (varð “ignorerað”), er sjón fyri søgn, tí enn mugu avvarandi hjá seinheilaskaddum brúka nógva orku og pening fyri at hjálpa sínum kæru í teirra vónleysu støðu.  

Vit í Heilafelagnum hava í farna árið (2020) á fundum við leiðsluna á Almannaverki-num og landsstýriskvinnuna í Almannamálum umframt landsstýrismannin í Heilsu-málum, greitt frá vánaligu støðuni, sum seinheilaskaddir føroyingar eru í viðvíkjandi rehabilitering og viðlíkahaldsvenjing.

Vit hava eisini víst á tørvin á einum rehabiliteringsmiðdepli, sum kundi verið til gagns fyri fleiri bólkar, umframt bústøðum og búðfelagskapum fyri seinheilaskadd.

Tað, sum eg havi fingið burturúr mínari tíð í Heilafelagnum, er ein kensla av líkasælu, frá teimum, sum hava mynduleika til hjálpa føroyingum við seinheilaskaða.

Sjálvt um vit – bæði í sjónvarpi, útvarpið og bløðunum, hava víst á vánaligu rehabilite-ringsmøguleikarnir hjá seinheilaskaddum í Føroyum, – hvussu lítla hjálp teir fáa, og hvussu nógva orku teirra avvarandi mugu brúka, so kennist tað, sum mynduleikarnir venda blinda eyga og deyva oyra til.  

Heilafelagið hevur eisini – uttan úrslit – gjørt vart við, at í Føroyum er stórur tørvur á samskiparum (koordinatorum), sum kunnu vegleiða ella “guida” seinheilaskadd og teirra avvarandi gjøgnum heilsuskipanina, soleiðis at tey skjótt og lætt kunnu finna fram til røttu hjálpina. 

Sjálvur havi eg, í meira enn 34 ár, verið pápi til ein seinheilaskaddan son, so eg veit hvat eg tosi um, tá eg geri vart við hesi viðurskifti.

Enn mugu avvarandi hjá seinheilaskaddum taka tað tunga lessið og hjálpa og stuðla sínum kæru sum frægast, so tey ikki skulu drukna heilt í teirra vónleysu støðu.

So kann ein spyrja, um Heilafelagið hevur gjørt nakran mun seinastu 24 árini??

Eg vil venda spurninginum:

Hevur Heilsumálaráðið ella Almannamálaráðið gjørt nakran mun á rehabiliteringsleið fyri seinheilaskadd seinastu 24 árini??

 

Hjalti Skaalum, fyrrv. nevndarlimur í Heilafelagnum.   

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið um vikuskiftið
U17-liðið hjá KÍ spælir steypafinalu í k…
Norðlýsið á gøtuni
Silvur­brúdleyp - Elisabeth og Sigmundur
Málmansvenja­rin er komin uppá pláss hjá…
Kom bara inn!
Myndir og video: Vóru eftir veðrum í Sey…
Fuglberg og Skoraberg landa á Kósini í d…
Stórt tunnilsblað næsta fríggjadag
Ársins Róland latin Anniku og Karin
Hin myrki 11. september - hjartanem­andi…
Avrikið hevur hægstu raðfesting
Tit eru við til at gera okkara bý fjølbr…
Móttøka í virknis­húsi­num í Mylnugøtu í K…
Arbeitt verður við bústaði til 44 arbeið…
Búnaðarstevnan verður tann 20. november
45 nýggjar leiguíbúðir í Tórshavn
Sjóhiti til Føroya Tele í Klaksvík
Staksdagu­rin verður í Tjørnuvík leygarda…
Sjáldsama fáir skaðar fyrra hálvár