Lýsing
Lýsing
Lýsing
Kuldin verður liggjandi í í minsta lagi eina viku afturat. | Mynd: commons.wikipedia.org

Veðrið um vikuskiftið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  07.05.2021 - 08:39 Tíðindi Veðrið

Tað er kalt, og eingin broyting sæst í veðurlagnum í bræði. Lágtrýstini ganga sunnan fyri Føroyar, tey draga luft til sín allastaðni frá – eisini luft frá Norðurhøvum. Tað er hesa luft vit merkja – hon er á veg av leiðunum langt norðuri til lágtýstini, sum eru sunnan fyri okkum.

Soleiðis hevur verið nakrar vikur, og soleiðis fer at vera í eina viku afturat. Í minsta lagi. Tíverri.

Í morgun eru 2 til 4 m/s av norði. Tað er eitt lot ella gul. Veðurstøðirnar hjá Vørn siga frá 2 til 4 stig – undantikið á Eiði. Har er um frostmarkið.

Myndirnar við tær 6 veðurstøðirnar hjá Vørn eru sera ymiskar. Tað er sól ella sólglottar við Akraberg, á Kirkju og eystan fyri Nólsoynna, í Havn og í Mykinesi er skýggjað og regnæl; á Eiði er avkavað. So ymiskt er við norðurættini kring Føroyar. Allar hinar ættirnar eru eisini ymiskar.

Soleiðis sum veðrið er í morgun fer tað at vera restina av degnum í dag – fríggjadag – og í nátt. Hitin í dag í Norðoyggjum fer at minka úr 4 stigum niður í 2 stig.

Fyrrapartin í morgin fer ættin í landnyrðing, og seinnapartin fer vindurin at veksa. Á midnátt eru 10 til 15 m/s. Loftið fer at vera eitt bland av sól ella sólglottum ella skýggjað/samdrigið ella ælaveður. Hitin í morgin fer at hækka úr 2 stigum uppaftur í 4 stig.

Sunnudagin fer veðrið at vera tað sama sum leygarkvøld. Hitin um 4-5 stig.

Gott vikuskifti

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Skjótt at byggja
KÍ vann sera undirhald­andi dyst
Myndarøð: KÍ - NSÍ (4-2)
Ommu- og abbakaffi í Varpinum
50 ár í starvi á Estra
Hugnaløta fyri sjómansfamiljur
Minningarorð um Fastur mína, Eydnu Kjeln…
Norð­oyastevnan = Norð­oyastevnuteitið
Føroya Tele útlutaði 50 milliónir krónur…
Atlantic Fair maritima framsýningin 25 á…
Fimleikur: Ein barndómsdreymur at sleppa…
Smáskótadagur í Klaksvík
Trump: Norð­sjóvaroljan kann bjarga Keir…
Upptakt: KÍ-NSÍ
ABC samgongan kemur ikki væl frá byrjan
Bíbliu­felagið við nýggjari týðing av Nýg…
Norð­oyastevnu­framsýningin
Fyrra hálvfinalan í Klaksvík mikukvøldið
Undirsjóvar­tunnil um Kalsoyarfjørð
Námsfrøð­ingar til Mylnuhúsið