Lýsing
Lýsing
Lýsing

Stuðul til uppihaldspening fyri fyrra hálvár 2021 - umsóknarfreist

SKRIVAÐ: Almannaverkið  |  14.05.2021 - 10:46 Merkisdagar & Kunngerðir

Umsókn um stuðul til uppihaldspening fyri fyrra hálvár 2021 saman við kvittanum fyri goldnum barna- ella hjúnafelagagjøldum, skal vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 7. juni 2021. Kvittanir skulu eisini vísa, til hvønn barna- ella hjúnafelagagjøld eru goldin. Um goldið er til TAKS, er ikki neyðugt at lata inn kvittanir.

Sambært lóg um stuðul til uppihaldspening verður stuðulin útgoldin seinast í juni og desembur. Umsóknir móttiknar aftan á 7. juni 2020 kunnu ikki væntast at verða avgreiddar fyrr enn í desembur 2020.

Verður søkt fyrstu ferð, skal avrit av gjaldsavgerð um barna- ella hjúnafelagagjald frá Familjufyrisitingini ella samsvarandi útlendskum myndugleika sendast inn saman við umsóknini.

Stuðul verður ikki veittur, um bert er álagt at gjalda kr. 12.996 árliga.

Stuðul verður tí ikki veittur umsøkjara, sum bert rindar vanligt barnagjald til eitt barn.

Umsóknarbløð kunnu heintast á heimasíðu okkara.

Á heimasíðu okkara undir familja og børn er meira at lesa um stuðulin.

 

Freist fyri stuðli 2020

Fyri at fáa stuðul til upphæddir goldnar í 2020, skal umsókn vera latin inn í seinasta lagi 1. juli 2021. Verður umsóknin latin inn seinni, fellur rætturin til stuðul av goldnum upphæddum 2020 burtur.

Frávik kann ikki gerast frá freistini. Tað er tí sera umráðandi, at umsóknin verður latin inn rættstundis"

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyar hava verið til hoyring í mannaræ…
Anna Lovisa, Bjarki og Sophilia á mentan…
Kavarar vandu í trýstkamari
Vit hava brúk fyri tær
Komið øll við: Spurnarkapping og hópin a…
Feðgarnir Kalsø inni við 1.600 pundum
Miðflokku­rin – lands­fundur og almenn mót…
DJ Maria Fagranes á Summar Festival
Kafka í Filmsfelagnum
Kann blíva vánaligasta byrjan hjá KÍ í 1…
Vitjan av stuðli
Grindamanna­felagið: Áheitan til landsins…
Fríðka um Rótina
Felagið Føroysk Marknaðar­fólk endurstovn…
Styrk títt netverk við COST
Thetis hátíðarheldur 10 ár sum føroysk k…
Ein bóndi og ein allahanda­maður
Felags tilfeingi, ábyrgd og avrokning í…
Næsta stig má vera námsfrøðinga­útbúgving…
Næmingar­nir á Skúlatrøð í grindavási