Lýsing
Lýsing

Hví hevur og er Svínoyggin givin upp fyri skutil?

SKRIVAÐ: Sjúrður Jacobsen  |  15.05.2021 - 14:22 Lesarabrøv Politikkur

Abbin mín, Edvard í Svínoy, og Dánial hjá Melisi, tveir uppilagstir sjómenn, møttust á posthúsinum fyrst í 70-unum. Dánial hevði fingið sína fyrstu fólkapensión. "Edvard, hettar kann ikki halda áfram. At fáa pengar fyri einki at gera". Noy, tað var ikki lætt at skilja hjá einum manni sum hevði stríðst alt sítt lív fyri hvørt oyra.

Nú hevur hann ligið so tráður av landnyrðingi í longri tíð. Strævnasta ætt á sjónum til atkomu til Svínoynna, men ikki so galin á landi. Skipið er sera gott sum siglir til oynna og ein stórur fordeilir er sjálvandi við tveimum lendingum. Men Víkin og Eiðið er og hevur altíð verið brimpláss. Tað er bara eitt kyrrupláss á oynni á øllum ættum, Yviri í Havn. Og so liggur tað nærmast Norðtoftir/Hvannasund.


Svínoyggin verður roknað sum ein útoyggj, men landafrøðiliga liggur hon so nær meginlandinum at tað er sjálvandi upplagt at sjekla hana uppí Føroyar aftur. Og tað er við einum tunli Yvir í Havn. Hettar er ikki nøkur nýggj ætlan. Tá teir vóru lidnir at bora í Kalsoynni var um reppi at útgerðin varð flutt til Svínoyar. Men so bleiv ikki. Kommunan í Svínoy saman við pápa mínum høvdu biðið Hanus Olsen, verkfrøðing, gera eina tunnilsætlan. Minnist pápa mín siga at boraði ikki tað almenna tunnilin, fór hann sjálvir í holt við tað. Men umstøðan við laksinum gjørdi at tað fíggjarliga raplaði undir honum. Yvist ikki eina løtu í at hann hevði farið í holt við tunnilin, um alingin hevði forvunnið tann peningin sum hon hevur gjørt tey seinastu árini. 


Hví ikki gera tunnilin á Svínoynni við einari almennari/privatari íløgu? Eg meti vit hava ikki ráð at lata vera. Oyggin má ikki detta niðurímillum. Og hví hoyrist einki um Svínoynni í almennum bergholshøpi longur? Vit hoyra til Klaksvíkar Kommunu, og hví ger kommunan einki við hettar? Liggur Svínoyggin ov fjart frá Klaksvík?? Veit ikki hvat politikarnir ætlaðu ella hugsaðu við kommunalari samanlegging. Men tað er einki skil í nógvastaðni, Fugloy fyri seg sjálvan við16% í kommunuskatti, Svínoy uppí Klaksvík, Viðareiði, Hvannasund og Kunoy fyri seg sjálvan og Kalsoyggin uppí Klaksvík. Viðareiði, Hvannasund og Kunoy hava nógv tann størsta ágóðan av Klaksvíkini, men vilja ikki verða saman kommunalt.


Sá myndir av Hvalbiartunlinum. Sum eitt autostrada at síggja til. Hesin tørvurin er ikki í Svínoy. Vit tosa um eitt berghol við sera, sera lítlari ferðslu har fólk og farmur verður førdur trygd ígjøgnum. Og tað má kunna borast fyri nógv lægri upphæddir.


Vit skulu sjálvandi hava ein metropol sum Tórshavn, sum vit eru errin av. Har er so nógvir peningur at skúli og havn uppá hálva milliard hvørt verður goldin yvir raksturin. Hinvegin so má ikki gloymast útjaðarin. Harfrá kemur stórur partur av fremmanda valutanum inn í landið. Økið her hjá okkum, Eystan Múli, við nøkrum hundra íbúgvum, hevur størri útflutning enn Havnin. Vit búgva jú í sama landi.


Teinurin ímillum "Havnina"(Yvir í Havn) og Norðtoftir er ikki meir enn 15-20 minuttir at sigla og regulariteturin við sigling hevði verið 100%, sum hevði opnað fyri markleysum vinnumøguleikum á Svínoynni. Tað er upplagd at nú tunlarnir Norð um Fjall verða boraðir at partur av grótinum verður brúkt til havn á Norðtoftum.


Vit hava eitt vinnuvirki í oynni, sum sjálvandi er krumtappurin fyri lívi í bygdini. Men logistikkurin er ein daglig avbjóðing í mun til meginlandi. Synergieffektin hevði  verðið heilt annarleiðis um samferðsluviðurskiftini høvdu verið betri. Potensialið á Svínoynni er sera stórt. Størsta upplandi í Norðoyggjum. Minnist eg rætt so nevndi Heini Olsen at minst 5000 grundstykkir á 500 m2 kundi liggja niðanfyri 100 metra hædd á oynni. 


Politikurin við bara at sentralisera er slettis ikki burðardyggur. Við mugu royna at fáa fólk eisini at búgva uttanfyri miðøki. Sjálvandi stendur upp til ein og hvønn hvar hann/hon búleikast, men virðini eru alt ov stór sum fara fyri bakka við ikki at hava fólk úti á útjaðaranum. Las einaferð at tað eru bara 1-3% av fólkinum í einum landi sum seta fyritøkur á stovn. Hettar ljóðar sera lítið, tað hevur yvaleyst altíð verið soleiðis. Einstaklingar skapa samfeløg. Og tí er sera tídningarmikið at fáa hesar einstaklingarnir út á útjaðaran. Tað er at føra ein serligan politikk fyri hesu økir. Og ikki drukna fólk við "just do it" hugburði við einum óendaligum byrokratiið. Normenn hava fingið tað at rigga. Har býr fólk allastaðni úti á oyggjum og fram við strondina.


Nú hava Dánial hjá Melisi og abbi ligið mong ár undir grønu torvi, og nógv er broytt síðani Dánial fekk sína fyrstu fólkapensión, samfelagið er útbygd við risaferð, hópin av fólki, meir og meir, livir bara av at "snakka", men á Svínoynni er atkomumøguleikin óbroyttir, og eg trúgvi teir høvdu vent sær í grøvuni um teir vistu at Svínoyggin var í ferð við at verða givin upp til skutil.


Svínoy 15. mai
Sjúrður Jacobsen

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið um vikuskiftið
U17-liðið hjá KÍ spælir steypafinalu í k…
Norðlýsið á gøtuni
Silvur­brúdleyp - Elisabeth og Sigmundur
Málmansvenja­rin er komin uppá pláss hjá…
Kom bara inn!
Myndir og video: Vóru eftir veðrum í Sey…
Fuglberg og Skoraberg landa á Kósini í d…
Stórt tunnilsblað næsta fríggjadag
Ársins Róland latin Anniku og Karin
Hin myrki 11. september - hjartanem­andi…
Avrikið hevur hægstu raðfesting
Tit eru við til at gera okkara bý fjølbr…
Móttøka í virknis­húsi­num í Mylnugøtu í K…
Arbeitt verður við bústaði til 44 arbeið…
Búnaðarstevnan verður tann 20. november
45 nýggjar leiguíbúðir í Tórshavn
Sjóhiti til Føroya Tele í Klaksvík
Staksdagu­rin verður í Tjørnuvík leygarda…
Sjáldsama fáir skaðar fyrra hálvár