Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

Guðs signing yvir dustið andar

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  21.05.2021 - 09:00 Bloggur Mentan

Tey fyrstu kristnu valdu ikki at broyta gamla jødiska sabbatin til ein kristnan hvíludag, við at flyta sabbatin til dagin eftir – men, tey søgdu at í og við deyða og uppreisn Jesusar var alt skaparverkið vorðið nýtt. Guð hevði endurnýggjað alt, ið til var! Talan var nú um ein nýggjan hvíludag, ein kristnan hvíludag.

 

eitt heimligt lag frá fjall’ til strandar,

av yndi angar undir ský

úr paradís dýrmett ný,

og vakurt fer í ong avstað

úr lívsins flóð eitt kelduvað.

 

Jústines Pínslaváttur (c. 100 – c. 165) skrivar soleiðis um, hví tey fyrstu kristnu næstan beinanvegin fóru at halda hvíludag sunnudag, heldur enn, eins og jødar, leygardag.  ”Á Sóldegnum halda vit øll í felag samankomuna, tí hetta er fyrsti dagurin, har Guð eftir at hann hevði broytt myrkrið og alt, ið til er, skapaði ein skipaðan heim, og sama dagin reis Jesus Kristus, frelsari okkara, frá teimum deyðu.

 

Tey fyrstu kristnu valdu ikki at broyta gamla jødiska sabbatin til ein kristnan hvíludag, við at flyta sabbatin til dagin eftir – men, tey søgdu at í og við deyða og uppreisn Jesusar var alt skaparverkið vorðið nýtt. Guð hevði endurnýggjað alt, ið til var! Talan var nú um ein nýggjan hvíludag, ein kristnan hvíludag.

 

Grundtvig var kønur í teimum  elstu kirkjufedrunum, og bæði  hjá teimum og í Nýggja Testamenti kom Jesus til jarðar fyri at bjarga kosmos (Joh. 3:16) – tað vil siga øllum skaparverkinum, og ikki bara okkum menniskjum. Tað er millum annað tí, at hann fær sín kristna skaldaliga íblástur frá náttúruni og danska urtagarðinum.

 

Her á hvítusunnu eru tað ikki bara menniskjuni, ið nýta gott at nærveru Andans – men eisini alt skapanarverkið er fylt at hesi somu lívgevandi skapanarmegini: Guðs signing yvir dustið andar eitt heimligt lag frá fjall’ til strandar. Tað, sum hendi Hvítusunnudag, gjøgnumsúrgar alt skapanarverkið. Av yndi angar undir ský úr paradís dýrmetan ný, og vakurt fer í ong avstað úr lívsins flóð (tómu grøvini) eitt kelduvað. Náttúran prædikar fyri Grundtvíg, tí hann hevur av sonnum fatað stórleika Krists, og nýskapan Guðs í Jesusi.

 

Tað veldur andin, sum her dalar,

tað virkar andin, sum her talar

Guðs orð til troyst og sálarbót

av kærleika og sannleiks rót

í navni orðsins, sum var hold

og fór til himmals undan mold.

 

Tey fyrstu kristnu høvdu enn ikki definerað virkið hjá teimum trimum persónunum í tríeindini. Tey vistu at Guð var Guð, og vóru eisni sannførd um, at Jesus er alt okkum menniskjum nýtist at vita um Guð, og ætlan hansara við skaparverkinum. Men hóast tey kanska høvdu upplivað uppreisnina og himmalsferðina sum næstan eina og somu hending, so var Jesus kortini ikki horvin teirra millum.

 

Hann var aftur teirra millum, hvørja ferð tey hildu kvøldmáltíð, og har sum tvey ella trý vóru savnað í navni hannsara. Tey vóru sannførd um, at hann enn var teirra millum í Andanum. Og tí hugsaðu tey í fyrstani um Andan, sum Jesu nærveru teirra millum – Tað veldur andin, sum her dalar ... í navni orðsins, sum varð hold og fór til himmals undan mold.

 

Vit tosa um tríggjar persónar í trýeindini. Men talan er ikki um tríggjar persónar, sum kunnu fara hvønn sín veg, men um tríggjar verur, ið peika á og kveikja ljós á hvønnannan. Andin á hvítusunnu kennist kanska eins og ein sjálvstøðug vera, men Andin reikar aldrin í ymsar ættir. Uppgáva Andans er at peika á Guð í Jesusi ella Jesus í Guði. Endamál Andans er ikki bara fyrst og fremst at bergtaka ella hertaka menniskju, men at gera menniskju fræls og frí í tí kærleikanum og hitanum, ið gongur út frá Faðir og Syni.

 

Veðrið kann laga seg so ymiskt ein hvítusunnumorgun. Tað kann vera fagurt summarveður, og tað kann eisini vera hvítt oman móti bøgørðunum. Men opinbering Guðs hvílir ikki á veðurlagið. Sálmayrkingarnar hjá  Grundtvig eru ikki bara náttúruskaldskapur, men sanniliga eisini djúp guðfrøði. Um vit hava eygu at síggja við, so eigur tað at vera okkum greitt, at eisini náttúran yðjur av lívi og anda – tí støðugt skapandi andanum, ið sveimaði yvir vatninum í fyrstani, og sum kveikti lív í kirkjuna á hvítusunnu. Og tí játta vit trúnna á skapara himins og jarðar!

 

Andin ger alt skaparverkið og okkara gerðandisdag guðdommiligan (samanber logos-prologin hjá Jóhannesi, Joh. 1:1-5).  Andin er skapan, framburður og lív: Guðs signing yvir dustið andar. Við Andanum koma vit so nær Guði í Jesusi , sum til ber meðan vit enn eru á lívi - tað virkar andin, sum her talar Guðs orð til troyst og sálarbót.

 

Gleðiliga hvítusunnu!       

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund
Fleiri ymisk skeið innan vitlíki