Lýsing
Lýsing
Veruligur røringur er komin í, nú føroyski uttanríkisráðharrin hevur boðað frá, at hann ikki fer at lata seg koppseta, fyrrenn langtíðarárinini eru greið - og tað kann taka fleiri ár. | Mynd: Sverri Egholm

Landsstýrisfólk mugu vera fyrimyndir!

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  20.05.2021 - 12:50 Leiðarin Politikkur

Løgmaður fekk helst sum vátan vøtt, tá hann frætti, at hansara ráðharri í uttanríkis- og mentamálum ikki ætlar at lata seg koppseta fyri Covid-19. Tí her hevur hansara Landsstýri lagt eina strategi fyri fólkið, ið skal lyfta Føroyar úr Coronafarsóttini og inn í ein normaliseraðan gerandisdag aftur. Men so boðar ein landsstýrismaður alment frá, at hann ikki ætlar sær at fylgja teirri strategiini. Tað undirgrevur álitið á landsstýrissamgonguna.

 

Kann ein landsstýrismaður sita í tryggari frástøðu og bara hyggja at, meðan Føroya fólk stríðist ímóti Coronavirusinum, eygleiða langtíðarárinini á Føroya fólki, og tástani gera av, um hann sjálvur vil luttaka í stríðnum? Tað er spurningurin, sum føroyska fólkið og løgmaður sita við í løtuni.

Lat tað verða sagt beinanvegin, at privatpersónar hava rætt til at velja, um teir vilja koppsetast ella ikki. Men ert tú í fólksins tænastu, so liggja munandi størri skyldur á tínum herðum, enn tað gera á herðunum hjá privatpersónum. Tá mást tú gera tær greitt, at tú verður noyddur at gera ting, sum tú frítt kundi frávalt sum privatpersónur. Bjóðar tú tær fram at stjórna Føroyum sum samfelagi, so forpliktar tað altso. Og eru tey forpliktilsini ov tung, eigur tú ikki at bjóða teg fram.

Herfyri sóu vit Dimmalætting avdúka, at ein rektari og varafólk á tingi hevði verið virkin í einum sonevndum konspiratiónsbólki. Mikið kjak var á sosialu miðlunum um hetta, og forkvinnan í Framsókn, sum rektarin er varalimur fyri, lovaði at taka støðuna upp innanhýsis í flokkinum, eins og hon vissaði um, at koppsetingartilgongdin fór at fáa eina virðiliga viðgerð á Løgtingi. Tað kann møguliga lesast sum, at Framsókn ikki fór at lata varafólkið taka sætið undir møguligari viðgerð av koppsetingartilgongdini. So langt, so gott.

Men tá tað nú er ein landsstýrismaður, sum samstundis er floksformaður, hvør skal so taka tað upp? Tað kann bert løgmaður, og hann var týðiliga ovfarin av støðuni og hevði onki greitt svar, tá Kringvarpið tosaði við hann um kvøldið 19. mai. Andstøðan lá sjálvandi ikki sjóvarfallið av sær, og heitti somuleiðis á løgmann um at seta landsstýrismannin hjá sær uppá pláss. Onki varð nevnt um misálit, men tað er ikki løgið, um eitt misálitisuppskot er ávegis frá andstøðuni.

Í gomlum døgum riðu høvdingar og seinni generalar fremst í stríði móti fíggindanum. Seinni fingu vit tað, sum verður rópt “skriviborðsgeneralar”, ið sótu í tryggari frástøðu, langt burtur frá hermótinum, og góvu ordrar umvegis sendiboð. Vit kunnu ikki vera tænt við skriviborðsministarum í bardaganum ímóti Corona. Vil ein ikki ganga á odda og leiða Føroya fólk í víggj móti hesi farsóttini, er best at lata onkran annan, ið vil tað, taka sætið.

Føroyar hava handfarið støðuna undir farsóttini væl, sera væl. Tað hevði verið óluksáliga spell at mist á stokkinum, nú vit eru so tætt við málið. Men fortreytin fyri, at vit koma á mál, er, at landsstýrisfólkini og tey fólkavaldu ganga undan og vísa okkum á leiðina burtur úr kreppuni - tað er tað vit hava valt tey til!. Byrja tey at sáa misálit um egna strategi, so fer fólkið sjálvsagt eisini at aftra seg. Og í ringasta føri kann tað gera, at vit ikki røkka tí neyðuga floksimmunitetinum, ið er treytin fyri at fáa ein vanligan gerandisdag aftur.

Hendir tað, fara vit frá at teljast millum tey fremstu í heiminum at niðurberja farsóttina, til at teljast millum londini, ið liggja aftarlaga.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin