Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fransar, Fåskrúðsfjørður og Norrøna

SKRIVAÐ: Johan Mortensen  |  28.05.2021 - 17:37 Lesarabrøv Tíðindi

Umborð á “nýggju” stásiligu Norrønu hevur Smyril Line fingið tað sera góða hugskotið at prýða nógvar veggir við risastórum fotostatum av gomlum myndum. Her eru myndir av gomlu Havnini og myndir kring Føroyar, forkunnugar myndir frá gamla Seyðdisfirði og so fleiri myndir frá “fransatíðini” í Islandi.

Longu seinast í 1700 byrjaði fransar at veiða tosk við íslands strendir. Henda veiðan menti seg nógv og voru tað serliga skip ur Dunkirk og harumleiðir sum fóru til Islands og mesta talið av skipum sum royndi mundu liggja millum 200 og 300. Fiskurin varð saltaður umborð í tunnir.Um 1860 gav henda stóra vinnan arbeiði til umleið 6000 fólk heima í Dunkirk. Tað var harbalið við Island og tað er mett at eini 400 skip við 5.000 monnum sjólotist. Fransar góvust at fiska har umleið fyrsta Heimsbardaga.

Um ár 1900 verður eitt hospital og eitt kapel bygt av fransum í Fáskrúðsfirði at stuðla og hjálpa fronsku fiskimonnunum.

Hospitalið var i 2014 gjørt um til eitt sera áhugavert savn sum verður nogv vitjað eisini av føroyingum. Savnið gevur eina sera livandi mynd av hesum franska tíðarskeiðinum í Islandi. Ein kennir sera nogv aftur frá okkara egnu sluppfiska tíð, tað voru nogvir føroyingar til lands á Fåskrúðsfirði og hava teir uttan iva havt nogv samband við fransar og man okkara lippukassi verða komin frá fransmonnum.

Á Fáskrúðsfirði er eisini en franskur kirkjugarður og eitt monument yvir hesar fransar sum lótust við íslands køldu strendur og á hvørjum ári eru nogvir franskmenn og belgiar sum fara við Norrønu til Fáskrúðsfjarðar at vitja kirkjugarðin og minnast síni sum lótust har.

Tað eru nógvir heimildir um sambandið millum fransar og íslendarar. Fransar vóru hugtiknir av hvussu væl islendarar dugdu at tosa latín og at telva, men hildu tað vera løgið at islendarar dugdu ikki at dansa og eisini hildu teir at íslendarar smakkaðu sær ov nógv á løgin sum danskir handilsmenn seldu.

Tað er sum sagt sera áhugavert at hyggja at myndunum umborð á Norrønnu. Tað verður lítið og onki gjørt her heima á landi at dokumentera tað sum er farið á slíkan hátt sum Smyril Line hevur gjørt og eg vóni og vænti at fleiri verða kveikt at gera tað sama á td., Tvøroyri, Havn og Klaksvík, har hópurin av myndatilfari framvegis finnst.

Johan Mortensen

Lýsing
Seinastu tíðindini
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París