Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sundabáturin ætlar at liggja í oddinum

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  01.06.2021 - 15:50 Ítrottur Mentan Myndarøð Tíðindi

Ja, tað er meiningin, sigur Hjalmar Zachariassen norðan úr Sundinum. Vit eru sera spentir upp á kappróðrarárið í ár. Vit hava góða manning úr royndum 36 ára gomlum rógvarum og niður í 20 ár. Vit vóru nummar tvey í fjør. Meiningin hevur ikki verið at vant í eitt heilt ár fyri ikki at bliva frammi í toppinum í ár. Smyril skal fáa ein harðan gang frá okkum, og sjálvt um klaksvíkingar hava eina spennandi og unga manning í ár, sum helst fer at geva okkum øðrum kapping, so ivist eg onga løtu í at vit fara at liggja omaná tá avtornar.

Kappingin hjá seksmannaførum verður hørð. Vit hava gjørt nógv fyri at koma heilt fram í fremstu røð, sigur Hjalmar víðari. í Ódnartøkum hevur gingist okkum sera væl, men hinvegin so møttu bara 5 bátar upp til kappingina ímeðan 12 bátar eru tilmeldaðir, so væl kann verða at onkur er, ið kann koma sum jokari.

Annars hava vit gjørt nógv við felagið í vetur og ikki minst við neystið, har vit hava gjørt okkum betur umstøður inni og harafturat hava vit stoypt ein pier, sum lættir um at arbeiða inn og úr bátinum. Ritan er eisini mannað í ár. Tað eru ungar gentur, sum hava tikið seg saman og sum fara at byrja vónandi eina langa rógvikarrieru í ár.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyar hava verið til hoyring í mannaræ…
Anna Lovisa, Bjarki og Sophilia á mentan…
Kavarar vandu í trýstkamari
Vit hava brúk fyri tær
Komið øll við: Spurnarkapping og hópin a…
Feðgarnir Kalsø inni við 1.600 pundum
Miðflokku­rin – lands­fundur og almenn mót…
DJ Maria Fagranes á Summar Festival
Kafka í Filmsfelagnum
Kann blíva vánaligasta byrjan hjá KÍ í 1…
Vitjan av stuðli
Grindamanna­felagið: Áheitan til landsins…
Fríðka um Rótina
Felagið Føroysk Marknaðar­fólk endurstovn…
Styrk títt netverk við COST
Thetis hátíðarheldur 10 ár sum føroysk k…
Ein bóndi og ein allahanda­maður
Felags tilfeingi, ábyrgd og avrokning í…
Næsta stig má vera námsfrøðinga­útbúgving…
Næmingar­nir á Skúlatrøð í grindavási