Lýsing
Lýsing
Lýsing

Mai 2021 og 2020 – samanbering

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  04.06.2021 - 15:00 Tíðindi Veðrið

Nú fór mai, og hann er farin í minnið sum kaldur og turrur við lítlum vindi. Men hvat siga hagtølini?

Miðalhitin var 5,0 stig; tað regnaði 53,8 mm; sólin skein í 122,4 tímar. 

Hesi tølini siga ikki so nógv, um ein ikki samanber tey við tøl frá øðrum maimánaðum.

Í fjør var miðalhitin í mai 7,1 stig; tað regnaði 24,8 mm; og sólin skein í 169,7 tímar. 

So heilt stutt, so var mai í ár kaldari enn mai í fjør, og tað kemur neyvan óvart á nakran. Tað var ikki líka turt sum í fjør, og sólin skein ikki líka nógv sum í fjør. 

Mai í ár var eitt framhald av mestsum sama kalda veðri í apríl. Javnt kalt líka síðan 10. apríl – hitalagið var í miðal um 3 til 5 stig í tráðari høgætt. Ikki nógv kavaavfall – tó at norðanfyri var hvítt í erva og nakað fitt omaneftir. Minsti hitin lá um frostmarkið til 20. mai og fór ikki upp um 5 stig fyrr enn 24. mai.

Í fjør var hitalagið í apríl eitt sindur meiri ójavnt, eisini í mai. Byrjanin av mai í fjør var køld. Tað kavaði norðanfyri í periodum líka til 12 mai. Eftir tað fór hitalagið at ganga uppeftir. Eftir 18. mai fór minsti hitin ongantíð undir 5 stig – t.e. eina viku fyrr enn í ár.

Gevið gætur, at tølini omanfyri eru fyri mátistøðina við Hoyvíksvegin í Havn og er bert galdandi fyri tað staðið. Tí kann stórur munur vera á hesum hagtølunum, og hvussu fólk kring landið upplivað veðrið.  

Kaldasti mai síðan 1875 var í 1979. Tá var miðalhitin 4,7 stig. Í ár var hann bert 0,3 stig hægri. Sostatt var mai í ár næstkaldastur seinasti 146 árini saman við mai í 1906 og 1958.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Enn ein bygging Eystan Garð
Lands­bankin og Heilsustýrið skuldu avtak…
Almennur valfundur í Haraldssundi í kvøl…
Einligi fólka­pensjónistu­rin og fíggjarli…
Badmintonhópu­rin í U17 kappaðist í Herni…
Fyribyrging - NGO
Mjølnir og  SÍ spæla fyrstu FM-finaluna…
Ikki ráð at lata vera
Pensjónistar eru ikki ein byrða, men loy…
Fólka­tingssessu­rin má takast í álvara
Útlendsk arbeiðsmegi
Málið er grund­arlagið undir føroyskari m…
Visjónir fyri vinnulívið
Broyttir samgongumøguleikar?
Náttúrukortlegging er grund­arsteinur und…
'Summarnætur' og 'Smurt snarljós' í Ment…
Hvat siga valskráir­nar 2026 um gransking…
Vælferðartøkni kann styrkja røktina – me…
Skatta­frádráttir skulu hækkast hvørt ár
Átta prosent av arbeiðsmeg­ini eru útlend…