Lýsing
Lýsing
Lýsing

MOWI keypt fóðurflaka frá JT electric til at brúka á Sandsvág

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  09.06.2021 - 10:46 Myndarøð Tíðindi Vinna

Fyri góðari viku síðan kom fóðurflakin Árnaberg til landið. Talan er um ein fóðurflaka, sum skal liggja ankraður á Sandsvág og brúkast til alingina hjá MOWI á staðnum. Tað er JT electric á Kambsdali, sum hevur gjørt flakan og ment tøknina umborð.

- Vit fegnast um møguleikan at gera hendan fóðurflakan til MOWI, sigur Suni Justinussen, stjóri á JT electric. Hóast korona-støðan í heiminum hevur havt stórar avbjóðingar við sær, so kláraðu vit at byggjan flakan uppá rekord-skjóta tíð og levera hann til tíðina.

Fóðurflakin tekur 700 tons av fóðri til laks og 5 tons av fóðri til rognkelsir. Flakin er útgjørdur við framkomnari sjálvvirkandi fóðurskipan, sum er ment av starvsfólkum hjá JT electric á Kambsdali. Allar skipanir umborð eru fjarstýrdar, og tí er ikki neyðugt at hava fólk á sjálvum flakanum.

- Vit valdu at keypa alla tekniska útgerð til aliøkið á Sandsvág frá einum føroyskum veitara, sigurHansJákupMikkelsen,stjórihjáMowií Føroyum.UmframtfóðurflakanhevurJTelectric levera kameraskipan, fóðurskipan, netsamband, sensorskipan og landstreymsloysn, sum alt er ment í Føroyum.

Stór atlit eru tikin til umhvørvið í mun til útsjónd, útlát og ljóð. Landsstreymkaðal verður lagdur út til flakan, so at øll streymveiting kemur frá landi og harvið verður einki olju- og ljóðútlát frá motorum umborð. Harafturat eru blásararnir til fóðurskipanina umborð settir inn í ljóðdoyvandi kabinett.

Í løtuni liggur fóðurflakin við bryggju í Vestmanna. Eftir ætlan verður hann lagdur út á aliøkið seinni í mánaðinum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kósin besta úrslit nakrantíð
Summar­blaðið í gerð
Útivikan 2026
Jeff Landry: Vil arbeiða fyri at gera Gr…
8.019.600.000.000 kr
Nýggj regla hevur longu avgjørt lagnuna…
Myndarøð: KÍ kvinnur - 07Vestur (5-1)
Samleikin verður styrktur 
Konsertir í Leirvíkar Bátasavni og Ribar…
Lena Anderssen á Summar Festivalin
Nøglin: Hvør er besta manning 2006 - 202…
Tøkk - Sigrid Henrikka Margrethe Sofie G…
SU: Mor er ikke sur, mor er skuffet
Betesda fær vitjan á møtinum sunnukvøldi…
Toy Story 5 setir sjóneykuna á skíggjar…
Tá ið vit fóru til stroks
Klaksvík­ingur bleiv smurdur av á jóansøk…
40 atgongumerki eftir
Setið borin í nú!
Valsvik staðfest í Runavík