Lýsing
Lýsing
Mynd: Heri Joensen/FSF

Altjóða dystirnir fáa tað besta úr Jonn Johannessen

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  09.06.2021 - 23:29 Ítrottur Tíðindi

Norðlýsið hevur tosað við glóðheita álopsleikaran, sum síðstu tvey árini hevur skorað 7 mál í altjóða fótbólti.

Í gjár gjørdist 19 ára gamli Jonn Johannessen stóri leikarin, tá hann skoraði bæði málini í 2-0 sigri hjá Føroyum móti Armenia. Vit spyrja, um nakað bleiv gjørt burturúr hesum flotta avriki.
- Vit vóru saman í 8 dagar og hetta var endin á hesi samlingini. Men sigurin bleiv feiraður, har vit vóru saman í tveir tímar eftir dystin. Í Klaksvík gjørdu foreldrini eitt sindur burturúr og nógv fólk kom at vitja, óvæntað nógv, sigur Jonn Johannessen við Norðlýsið.

KÍ-leikarin við flest málum á U21
Jonn hevur leiklut sum álopsleikari á U21-landsliðnum. Jonn hevur nú skorað trý mál á U21-landsliðnum. Tað hevur eingin annar norðoyingur megnað.
- Tað følist væl. Eg visti ikki av tí fyrr enn eg læs tað eftir dystin. Tað eru nógvir dystir eftir enn í bólkinum, so vónandi blíva málini fleiri.
- Eg spældi eitt sindur sum álopsleikari síðsta kappingarár í KÍ og skoraði nøkur mál. Eg spældi eisini sum álopsleikari á U21-landsliðnum í fjør, og tað geri eg so framvegis, hóast eg í KÍ eru meira ein vongur nú, har eg komið nógv inní brotsteigin. Sum yngri var eg mest vanur við at vera vongur, men so hvørt sum eg eri blivin vandamiklari í brotsteiginum, so eri eg farin longri frameftir. Fyri meg er tað líka mikið, um eg spæli sum vongur í eini álopskendari 4-3-3 leikskipan ella sum álopsleikari, sigur vandamikli álopsleikarin.

Stórtrívist í altjóða dystum
Jonn er millum føroysku leikararnar, sum hava skorað flest mál í altjóða fótbólti síðstu tvey árini. Hann hevur skorað trý mál fyri U21-landsliðið og fýra mál í Champions League og Evropa League fyri KÍ.
- Eg veit ikki. Kanska er man meira uppsettur, tá tað eru altjóða dystir. Har skal man vera eyka fokuseraður. Annars snýr tað seg um at vera á rætta staðnum, tora at koma inní brotsteigin og vera kaldur, tá møguleikin kemur. Tí man fær ikki nógvar møguleikar í altjóða fótbólti. Man kann ikki samanbera altjóða dystir við heimligu kappingina. Tað er meira spennandi, meira trýst á, og tað trívist eg væl við. Tað eru teir dystirnir, sum man blívur betri av, sigur hann.

Skaðar eru orsøk til lítlu spælitíðina
Fleiri viðmerkjarar hava fýlst á, at Jonn hevur fingið ov lítla spælitíð á KÍ-liðnum, har hann bara er byrjaður inni í tveimum av 12 landskappingardystum. Men orsøkin er ein skaði, sum hevur argað alt kappingarárið.
- Ein stór orsøk er, at eg fekk ein skaða í lærkrikan í januar. Eg var skaddur fyrst í ein mánað. Og síðani havi eg verið darvaður og ikki kunna vant eina heila viku út í eitt. Fram til nú fyri tveimum vikum síðani. Síðani tá havi eg einki følt og eg havi spælt dystir, harav ein heilan dyst móti Armenia. So heldur tað fram og eg komi í dystarvenjing, so vera tølini fyri spælitíð vónandi betri. Tí byrjanin í ár hevur verið keðilig vegna skaðan. Tað hevur gjørt, at eg havi vant og spælt minni enn eg hevði ynskt. Fyri at siga tað sum tað er, so hevði eg ikki klárað at spælt meir enn eg havi gjørt. Vit hava eisini ansa væl eftir skaðanum, sigur Jonn Johannessen við Norðlýsið.

Útlendskur áhugi
Tá ein leikari skorar so nógv mál í altjóða fótbólti, so er upplagt at spyrja um útlendskan áhuga og um tað er eitt mál.
- Eg havi sum mál at koma uttanlands at spæla. Ætlanin var at fáa eitt gott ár uttan skaðar við nógvari spælitíð. Men tað hevur skaðin forðað fyri. Nú fáa vit at síggja, men eg vóni at sleppa at royna meg uttanlands. Fyribils hugsi eg fyrst og fremst um KÍ, sigur Jonn sum hevur merkt áhuga frá umboðsmonnum og onkrum útlendskum felag.

Sunnudagin spælir KÍ móti TB. Jonn sigur, at tað kann hugsast, at hann tá fær hvíld eftir at hava spælt nógv hesa síðstu vikuna, havandi skaðan í huga.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stríðið steðgar ikki her
Kringvarpið noyðist at spara
Nema og Trygd gera avtalu um burðardygga…
Inga og Lina seinasta arbeiðsdag
Nú sleppa øll ókeypis at leita í tinglýs…
Myndarøð: KÍ vann 4-0 á skerdum ÍF-liði
Myndarøð: KÍ - EB/­Streymur/­Skála spældu…
Stríðið er av – men hvør vann?
Skrokku­rin hjá Christian í Grótinum verð…
Upptakt: KÍ-ÍF
Norð­oyastevnuróðu­rin verður 24. juli
Myndarøð: KRF hátíðarhelt góðu úrslitini…
3. deild vann stórsigur í Suðuroy
Klaksvík­ingur, Páll Fangi og Fípan Fagra…
Kristian Joensen til EB/­Streym
EM studio 4
Álop á okkara vunnu rættindi
Røða til próvhandan­ina hjá Dugna
28 lærlingar fáa prógv
Stórtíðindi úr Syðrugøtu: Aurora kemu…