Lýsing
Lýsing
Lýsing

Óluva, Birita og Hervør frá byrjan

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  10.06.2021 - 12:52 Ítrottur Tíðindi

Landsdystur hjá kvinnum verður seinnapartin.

FSF.fo skrivar: Lene Terp, landsliðsvenjari hevur sett nøvn á tær 11, sum byrja dystin móti Estlandi. Fyri tvær teirra verður hetta teirra fyrsti A-landsdystur


Klokkan 14.00 í dag bresta Føroyar og Estland saman í hálvfinalu í Baltic Cup. Dysturin verður spældur á Alytus Stadium í Litava, og byrjunaruppstillingin til dystin er klár.

Óluva Joensen verjir føroyska málið, og í verjuni vera Ásla Johannesen, Rakul Maria Johannesen, Birita Ryan og Maria á Lakjuni, sum í dag spælir sín fyrsta dyst fyri A-landsliðið.

Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, Heidi Sevdal og Olga Kristina Hansen manna føroyska miðvøllin, og á kantunum vera tað Lea Símunardóttir Lisberg í vinstru og Julia Naomi Mortensen í høgru. Hin debutanturin er Hervør Hansdóttir Olsen, sum byrjar í álopinum.

Á føroyska bonkinum sita Anna Sunadóttir Hansen, Sara Samson Lamhauge, Tóra Mohr, Emma Hansdóttir og Julia Helena Dal Henriksen.

Dysturin móti Estlandi byrjar kl.14 føroyska tíð, og hann kann stroymast á youtube rásini hjá litaviska fótbóltssambandinum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið