Lýsing
Lýsing
Lýsing

Barnagarðurin á Oyri reistur

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  11.06.2021 - 15:29 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Seinnapartin í dag var sonn hátíðarløta á Norðoyri, tá hildið varð reisigildið fyri nýggja barnagarðin, ið er ætlaður 60 børnum í ansingarskipanini hjá Klaksvíkar Kommunu.

Tað var John Færø, frá Klaksvíkar kommunu, ið bjóðaði vælkomin. Síðani greiddi Eyðstein Poulsen, formaður í Trivnaðaarnevndini, Børn og Ung, frá gongini í málinum. Helst man hetta verða ein sera skjót og kostnaðarlítil íløga í eitt so stórt projekt hjá Klaksvíkar Býráði.

Eyðstein Poulsen greiddi frá, at í februar í ár varð býráðnum gjørt greitt, at akutti tørvurin á ansingarplássum fyri børn var sera stórur og akuttur. Í mars mánaða kom eitt tilboð inn frá Norðhús, og fyri bert tveimum mánaðum varð sáttmáli undirskrivaður við Norðhús, sum umfataði ein bygning til pláss fyri 60 børnum í ansingarskipanini. Í dag var so reisigildið og roknað verður við, at fyrstu børnini sleppa inn um umleið tveir mánaðir.

Kostnaður fyri lidnan bygning og liðugt uttanumøkið er 8,7 miljónur krónur við grundøki. Um góar tveir ánaðir er atlanin at tey fyrstu 30 børnini skulu flyta inn í ovaru hæddina og tá verður byrjað upp á arbeiðið at gera undirhæddina klára ti 30 børn úr ansingarskipanini afturat.

Eyðstein Poulsen endaði við at takka fyri megna arbeiðið, ið gjørt er her, og ynskti arbeiðisfólkunum hjá Norðhús góðan byr í framhaldandi arbeiðinum.

Nøkur børn í ansingarskipanini fingu síðani eitt træ frá býargartnaranum at seta í ein kassa við mold. Hesi trøðini skulu so setast niður á økinum, tá uttanumøkið verður gjørt liðugt.

Sjálvandi var eisini tónleikur á skránni hesa hugnaløtuna. Rakul Ró var á Oyri í nýggja stovninum við sera hugnaliga og framúr viðkomandi tónleiki sínum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyar í finaluni eftir fimmsettara ímó…
FML: Føroyskt met til Ægir, og enn flest…
Góðar 220.000 krónur til EB
Gamla Slanga á Tvøroyri
Fleiri námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til…
Ægir nýtt mett í 4x100 frí fyri mix-lið
Veðrið um vikuskiftið
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…
Føroyar vann 3-2 á Georgia
Mai 2026 – miðal heitur og eitt sindur t…
Flogbóltsmenni­nir vunnu á Norð­urírlandi
Nevndin í Stjørnuni hevur skipað seg
Fullveldis­politikkur og vantandi viðlíka…
Skulu skapa fleiri kjansir
Knit in Public - Klaksvík
Tá menn gerast pápar, broytist meira enn…
Frits í stýrhúsrúti­num á Lisshøvda undir…
Menniskjansligt ríkidømi
Oljuleiting her og nú!
Effo byggir Føroya størstu orkugoymslu