Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sílaveiðumenn vitja Naddodd

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Oliver Joensen  |  13.06.2021 - 23:06 Ítrottur Mentan Myndarøð Tíðindi

Fríggjadagin fyri viku síðani: Til túrin hjá okkum trimum, mær, Hans Hjalta Skaale og Ásmundi Joensen, høvdu vit fingið innivist í eini íbúð í sethúsunum hjá Viberg Sørensen. Beinan vegin tá vit komu til íbúðina, segði Viberg okkum, at vit áttu at vitja neystið hjá Naddoddi. Vit hugsaðu ikki meira um tað tá.

Kona Viberg, Jóna eigur eina systir í Klaksvík, nevniliga Oddvør Joesphsen. Flestu klaksvíkingar við áhuga fyri urtagarði munnu kenna til hennara hegni sum urtagarðseigari. Her á Tvøroyri hitta vit so systir hennara og mín sann er hon eisini eitt framúr úrtagarðsfólk. Ja, so hegnisliga var urtagarður hennara skipaður, at okkara býargartnari, Hans Hjalti Skáale rósti umhvørvinum í lítla urtagarðinum. Hann helt at har var væl skipað og hegnisliga útvaldar plantur og trø.

Ná, men leygardagin, ímeðan vit vóru og fiskaðu á Vantsnesi og Bessavatni, ringdi telefonin hjá mær. Viberg var í hinum endanum og boðaði frá, at Naddodda menninir bjóðaðu okkum til turra grind, spik og epli millum klokkan seks og sjey hetta kvøldið. Hetta vóru forkunnug boð, so vit játtaðu við tað sama.

Tá vit komu til neystið, høvdu naddoddamenninir rigga væl til, Umframt Viberg Sørensen, vóru eisini Hans Pauli Henryson og Leivur Nygaard har og riggaðu til. Teir høvdu kókað epli og borðreiddu við sera góða turra grind og spik við drykkivørum afturvið, so prátið gekk lystiliga hesa løtuna. Vit royndu at spyrja inn til, hvussu tað gekst við fíggingini av hesum stóra tiltakinum. Jú, segði Viberg, Tvørámenn og onnur við áhuga í Naddoddi eru parteigarar. Tú kanst keypa eitt partabræv í Nadoddi, tað kostar 1000 krónur, so hevur tú rætt at koma her og ert medeigari í hesum neytinum, bátunum og tiltakinum. Onki limagjald er. Umleið 250 partabrøv eru seld higartil.

Hvønn morgun hittast limir her klokkan 10. Tann fyrsti, sum møtir, kikar og ger kaffi. So hvørt eigarar møta, verður prátað um leyst og fast. Politikkur og religión er bannað her, segði Viðberg, men tað er eitt sindur torført at halda, segði hann við einum smíli.

Síðani fingu vit eina frágreiðing um optimistjollurnar, Naddodd og hinar bátarnar, sum Naddoddafelagið eigur.

Lidnir at eta fóru við niður í bátaneystið, har Viberg setti seg væl fyri og hagani gav hann okkum eitt gott innlit í hetta megnar tiltakið hjá Vágbingum.

Tá umleið góður tími var farin, takkaðu vit fyri okkum, eina ótrúliga uppliving ríkari.

Lýsing
Seinastu tíðindini
1. deild kvinnur: Mjølnir spælir finalu…
Fráfaringarguds­tænasta í Christianskirkj…
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni