Lýsing
Lýsing
Lýsing

Mentanarhúsið reist

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  17.06.2021 - 19:04 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Í dag var skipað fyri lítlari samkomu á arbeiðisplássinum, í samband við at Mentanarhúsið í Klaksvík varð reist. Kommunupolittikarar saman við teimum, sum hava starvast við hetta byggiplássið, fingu eina hugnaløtu saman við Klaksvíkar Hornorkeystri og eisini Halli Joensen og hansara tónleikarum. Dávur Winther frá Mentanardeildini í Býráðnum beyð vælkomin, greiddi frá skránni og segði at enda eisini nøkur orð til tey, ið hava arbeitt við hesum tiltakinum.

Jóhanna Christiansen, býráðslimur og forkvinna í Mentanarnevnd Býráðsins flutti fram røðu.

Røða hennara kann lesast her niðanfyri:

Ja, so standa vit her til reisigildi Ikki kann sigast annað, enn at hetta er ein stórur dagur. Nú eru vit enn eitt fet nærri veruleikanum, tá vit um eitt gott ár fara at sita í hesum stásiliga, sermerkta og spennandi húsi.

Líta vit aftureftir, so eru tað bert góðir 15 mánaðir, síðan Adelborg Linklett loysti fyrsta flagið.Tað eru 11 ½ mánaðir, síðan økið bleiv steinsett.

Tað eru 11 mánaðir, síðan grundflatan upp á 300 rúmmetrar ella 720 tons av betongi varð stoypt. Og tað eru bert 10 mánaðir, síðan fyrstu formarnir blivu settir upp. So ikki kann sigast annað enn, at arbeiðið hevur gingið skjótt og væl.

Tað er við eyðmýkt, at eg fari at takka tykkum. Túsund takk fyri tit øll, sum hava gjørt hesa verkætlan til veruleika, so at vit nú eru komin so langt.Takk tit, sum hava sitið í nógv ár og planlagt. Takk til undanfarna býráð, sum tordi at fara í gongd,

til umsiting, nevndir, stýrir, arkitektar, arbeiðstakara og til tykkum fantastisku arbeiðsmenn, sum næstan hava búð á økinum og hava havt tykkara dagligu gongd her síðan byrjað varð.

Hesin bygningur og innihaldið í honum kemur uttan iva at ríka og skapa betri karmar fyri mentanarlívinum her í býnum.Tað er við spenningi, vit fylgja arbeiðinum víðari fram.

Eg eri takksom fyri at sleppa at vera ein partur av hesi stóru verkætlanog fari at takka fyri tað ógvuliga skilagóða handalag, sum øll aftan fyri hesa verkætlan hava víst í verki, og biði eftir, at hetta heldur fram.

Takk fyri

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ítróttarkirurgur á Klaksvíkar Sjúkra­húsi…
Eysturlund snýr seg um meira enn Havsbrú…
”Hvat er signing Guds?” – Jákup N. Olsen…
Nýggj skip á veg, men føroyska flaggið e…
Raðfest pengarnar betur
Tað skal loysa seg at arbeiða … eisini u…
Føroya Symfoniorkestur spælir várkonsert…
Morgunsangur í Christians­kirkjuni
Búskaparligt haldføri – vit mugu taka áb…
  Duo Ruut á G!
Børn fylla nógv í valskránni hjá Fólkafl…
Lat okkum gera valið til eitt náttúru- o…
Oliver Tree á G!
90-ini í føroyskari telving
Skúlin er opin mikukvøldið 11. mars kl.…
Samgongumøguleikar - hvussu nógvir og hv…
2025 var avbjóðandi á fíggjarmarknaðinum
Hetta vita vit um nýggja KÍ-leikaran
Bæði 2. og 3. virðisløn á SkúlaFM
Eg eri valevni hjá Sambands­flokki­num til…