Lýsing
Lýsing
Lýsing

Stórtíðindi úr Syðrugøtu: Aurora kemur á G!

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  18.06.2021 - 11:34 Mentan Tíðindaskriv

Tú kennir hana kanska frá Frozen ella sum ein av stóru inspiratiónunum hjá Billie Eilish. Um ein mánaða trínir hon á pall á Gøtusandi.

Aurora - kempistjørnan úr Noregi, sum allur heimurin er forelskaður í - kemur á G!. Tað boðar tónleikabókari Michael Antony Charles Johannesen frá í dag.

“Tað er ein stór gleði at kunngera Auroru á okkara tónleikaskrá fyri 2021. Eg eri vísur í, at við Auroru fáa vit júst tann magiska stemningin, sum G! Festivalurin rúmar so væl. Hon er ljós og allíkavæl myrk, ósek og tó mystisk. Tað, saman við hennara norðurlendska sorgblídni, er í veruleikanum eitt sindur tað, sum G! er”, sigur Michael Antony Charles Johannesen.

Á kontórinum hjá fyriskiparunum í Syðrugøtu verður arbeitt í høgum giri at fyrireika ársins festival.

“Eg eri so ófatiliga spentur. Tað eru tvey ár síðani, at eg varð settur sum tónleikabókari á G! - eitt dreymastarv hjá einum sum mær - men mín fyrsti festivalur í fjør bleiv jú avlýstur av orsøkum, sum tit sjálvi kenna alt til. So nú kann eg næstan ikki bíða meir”, sigur hann.

Og júst korona hevur eisini kostað G! Festivalinum nøkur nøvn.

“Ja, tíverri. Vit noyðast at ásanna, at av koronarelateraðum orsøkum, koma hesi nøvnini ikki á G! Festival á hesum sinni; Katatonia, Konvent og Ghost Notes,”, fortelur hann. Og leggur afturat:

“Men vit fyriskiparar eru sera glað fyri, at vit í Føroyum hava so gott tamarhald á støðuni, at vit sum nøkur av teimum einastu í verðini, sleppa at hava ein festival í ár.”.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kunning um royndar­loyvi eftir reyðæti
Norð­urlendska tollsamstarvið styrkir eft…
Nú kennir KÍ sínar báðar møguleikar í 2.…
Páll Müller aftur í Team Klaksvík!
Swangah á Voxbotn 2026
Tríggir næmingar fáa prógv
Ein ferð gjøgnum Jákupsbrævið við Petur…
Hvat er ætlanin við Ídni?
Jenis spyr lands­stýrismannin um framtíði…
Reisigildi uppi á Deild í Mikladali
Johnny er formaður í grønlendsku Nýskipa…
Páll Müller satsar uppá hondbóltin
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið
Hvat er ætlanin við pisshúsi­num?
Hjartans tøkk