Lýsing
Lýsing
Lýsing

Myndarøð: KÍ vann 4-0 á skerdum ÍF-liði

SKRIVAÐ: Jákup Ósá - Myndir: Oliver Joensen  |  20.06.2021 - 18:31 Ítrottur Myndarøð Tíðindi

Sólin skein oman og niðan, tá KÍ í dag spældi sín síðsta heimadyst í landskappingini áðrenn summarsteðgin. ÍF-liðið var sera skert í dag, har fýra leikbann vóru umframt, at toppskjúttin og málverjin sótu uttanfyri við skaðum. 

 

Vánaligt KÍ-avrik í fyrra hálvleiki

Helst hevur hetta skerda ÍF-liðið eisini sett seg mentalt hjá KÍ-hópinum, tí KÍ var ikki til at kenna í fyrra hálvleiki. Spælið hekk als ikki saman og mistøkini vóru mong, sum vit annars nærum ikki hava sæð hetta kappingarárið. KÍ hevði trupult við at skapa málmøguleikar, men beint áðrenn hálvleik skoraði KÍ eftir, at Boris Dosljak tilvildarliga kom at standa leysur. At KÍ-venjarin var illa nøgdur sást við, at Deni Pavlovic bleiv útskiftur í 40. minutti. 

 

Trý mál og tryggur sigur til endans

Í seinna hálvleiki bleiv avrikið hjá KÍ nakað frægari. KÍ fekk skorað trý mál afturat og tí var ongantíð nakar ivi um, hvør fór at vinna dystin. Men KÍ kom ongantíð uppá nakrar hæddir, sum vit sóu áðrenn landsliðssteðgin. KÍ hevur komandi fríggjakvøld útidyst móti B36, og tá verður neyðugt at lyfta seg, um upptaktin til Conference League skal vera góð, tí avrikið stóran part av dystinum móti ÍF var lítið sannførandi. 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norð­oyastevnu­framsýningin
Fyrra hálvfinalan í Klaksvík mikukvøldið
Undirsjóvar­tunnil um Kalsoyarfjørð
Námsfrøð­ingar til Mylnuhúsið
Stongt fyri allar ferðslu undir Fossunum
Hvar er harmonikan Martin?
Hjarta, blóðrensl, blóðflokkar og blóðge…
Samtykkið ikki hesa málspilluna!
Vinn eitt atgongumerki til Summar­festiva…
Grøv nr 13 í Lutherkirku í Keypmannahavn
Broyting í innsavningin hjá IRF
Sira vitja Norðlýsið
Eiðisløta í Hólmahúsinum
Norð­urlendsk kokkakapping á Sjómannadegn…
Dialysuviðgerð á Klaksvíkar sjúkra­húsi
16 dagførdir lívbjargarar
Tonik á fjórða sinni
Breddin 7/­5-2025. Kapitalur, produktivit…
Formansfrágreiðingin til lands­fundin 202…
Kom og kasta pílar