Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tórheðin J. Jensen vart DBA við Henley

SKRIVAÐ: Granskingarráðið  |  29.06.2021 - 23:24 Tíðindaskriv Vinna

Tórheðin Jónsveinsson Jensen vardi í desember doktararitgerð sína á Henley Business School, sum hoyrir til Reading University.

Ritgerðin kallast "Knowledge dynamics in two Faroese seafood clusters: Innovations in a highly tacit environment"

Hon snýr seg í stuttum um vitanar-dynamikk í innovatiónum í fiski og alivinnuni í einum vinnuteyggju samanhangi.

Verjan var, sum so nógv annað samskifti í hesum dögum, talgild umvegis Teams, og eftir tráspyrjan í tveir tímar og 40 minnuttur, var royndin staðin. Fylgjandi prosessin sambært mannagongdum í Bretlandi, eins og forfall í dómarahópinum, gjørdu bíðitíðina heldur drúgva, men í dag, 28. juni 2021 komu formligu boðini um, at Tórheðin er útnevndur Doctor in Business Administration.

 

Um DBA ritgerðina

Tórheðin er fyrsti Doctor in Business and Administration (DBA) í Föroyum. Munurin á DBA og PhD kann í stutt lýsast, at ein PhD er ein granskingargrad fyri kandidatar, sum ynskja eina yrkisleið innan gransking ella tað akademiska, og høvuðskravið er at leggja afturat teoretiskari vitan. Ein DBA er ein doktaragrad sum - eins og PhD - skal leggja afturat teoretiskari vitan, men kandidaturin skal somuleiðis kunna vísa á, at granskingin hevur praktiskan relevans fyri vinnu.

Ritgerðin er ein nágreinilig stakkanning (case-study), sum inniheldur tvær stakkanningar, sum vera samanbornar, eitt fiskivinnufelag (Varðin) og ein alifyritøka (Hiddenfjord). Serligt fokus er á hvønn leiklut praktisk vitan (tacit knowledge) hevur í innovatiónunum, sum hava funnið stað, og hvønn leiklut aðrar fyritøkur í vinnuteyggjuni hava í innovatiónunum, harnæst útlendskar fyritøkur. Somuleiðis, hvat slag av innovatiónum henda, tá praktisk vitan spælir størsta leiklutin, samanborðið við tá meira av teoretiskari vitan er íblandað.  

 

Metingarnevndin og vegleiðarar

Uttanhýsis metarin var Lene Foss, professari á Jönköping University og á UiT- The Arctic University of Norway, School of Business and Economics. Lene hevur granskað nógv innanfyri entreprenørskap.

Innanhýsis metarin var Abby Ghobadian, professari í Management á Henley Business School. Hann hevur eisini verið dekanur á Department of Leadership, Organisations and Behaviour.

Vegleiðarar vóru Jane McKenzie, professari í Management Knowledge and Learning á Henley Business School, og Torger Reve, professari í búskapi og strategi, áður rektari á BI Norwegian Business School.

Verkætlanin er fíggjað av Varðanum, har Tórheðin J. Jensen er umsitingarleiðari. Verkætlanin er partvís stuðlað av Granskingarráðnum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Træ - Alpuroy­nir (Sorbus mougeotii)
Eyðun Nolsøe Band á Tórsfest 2026!
Danny & The Veetos á Country Festivalinu…
Løgmaður setti Atlantic Fair 2026
Mjølnir hevur aðalfund í kvøld
Leiðaratrivnaður á breddan
Atlantic Fair styrkir tí støðuna hjá før…
Norð­oyastevnuteitið: Nógvur látur á Spin…
Norð­oyastevnublaðið tekur skap
Útróðurin um vikuskifti
11 ymiskir fyrilestrar á Atlantic Fair
Bakkafrost: Góð ársbyrjan
Almennur fundur um undirsjóava­tunnil í K…
Badminton: U-15 landsliðið á kapping í D…
Svar til Hermann Oskarsson
Atlantic Fair 2026 letur upp í morgin
"Heima sum longst" – ein virðilig visjón…
Tøkk - Hildibjarta Jacobsen
GroAqua letur Bakkafrost nýggjan 700 ton…
Atlantic Fair hevur ment Klaksvík