Lýsing
Lýsing
Lýsing

Betesda íbundið kommunalu sjóhitaskipanina

SKRIVAÐ: Tekstur og myndir: Dávur Winther  |  06.07.2021 - 17:02 Mentan Tíðindi

Tá ið sjóhitaskipanin hjá kommununi varð íbundin uppruna rørskipanina hjá Betesda fyri trimum mánaðum síðan, vísti tað seg, at leki var á gomlu leiðingini.

 

Betesda hevur gingið undan við sjóhitaskipan, sum m.a. Esmar Müller saman við øðrum stóð fyri at fáa gjørt til nýggja Betesda, sum varð tikið í nýtslu 15. mars 2014.

 

Við amboðum hjá Vatndeildin hjá Klaksvíkar kommunu – ein ultraljóðscannara, kundu teir í dag staðfesta, hvar lekin var, heldur enn at grava eina stóra veit upp. Trýst var sett á rørskipanina, og so var við hesi serligu ljóðútgerð funnið fram til, júst hvar lekin var.

 

Eftir lítalari løtu varð asfaltið skorið í bitar og tikið upp. Síðani kom dustsúgvarin hjá Vegadeildini og seig grúsið upp, til rørini lógu ber og klár at umvæla.

 

Tað vísti seg, at ein gravimaskina fyri tíð síðan hevði verið ov nær við skuffuni, og tí var eitt hol komið á annað rørið.

 

Hesin parturin er skorin burtur og við el-muffum sett eitt nýtt rør í staðin, so nú er tætt og sjóhitaskipanin sett til. Alt riggar sum tað skal, sigur ein fegin Esmar Müller, sum hevði synirnar at hjálpa sær við umvælingararbeiðnum.

 

Leiðarin á Varndeildni er Ásmund úr Hvalvík, meðan hjálparmenn hansara eru Jóhannes Sjóstein og Dia Heinesen (Jákup Andreas Heinesen). Teir fingu góða hjálp frá Poul Juul Vilhelmsen, sum koyrdi dustsúgvaran í dag.

 

Stuttligt, tá ið fleiri hentleikar finna saman við skilamonnum at loysa serligar uppgávur - skjótt og væl.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nú kennir KÍ sínar báðar møguleikar í 2.…
Páll Müller aftur í Team Klaksvík!
Swangah á Voxbotn 2026
Tríggir næmingar fáa prógv
Ein ferð gjøgnum Jákupsbrævið við Petur…
Hvat er ætlanin við Ídni?
Jenis spyr lands­stýrismannin um framtíði…
Reisigildi uppi á Deild í Mikladali
Johnny er formaður í grønlendsku Nýskipa…
Páll Müller satsar uppá hondbóltin
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið
Hvat er ætlanin við pisshúsi­num?
Hjartans tøkk
100 pund uppá stampin
Hesum sjey liðunum kann KÍ møta