Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ósmædnir bankar skrúva skrúvurnar

SKRIVAÐ: Bjørt Samuelsen, tingkvinna  |  09.07.2021 - 14:00 Politikkur Tíðindaskriv

Tæntastugjøldini hjá BankNordik hækka. Aftur. Nú skal negativa-rentuskrúvan skrúvast enn fastari, og enn meira vindast úr vanliga brúkaranum. Ikki fimm ella tíggju prosent verða løgt omaná gjøldini. Nei tey fleirfaldast, vaksa við 50, 80, 100 og í onkrum føri 400 prosentum.  

Hóast korona, so eru bankarnir slopnir væl, ja, betri enn væntað. Tað prógva yvirskot bankans. Og bankin kýtir seg enn meira – ikki fyri kundan – men fyri at røkka setta málinum um eitt høgt avkast til íleggjararnar. Og vanligi kundin skal tryggja hetta mál.

Tey, ofta eldri, sum fara í bankan at taka út ella seta inn nøkur oyru, skulu nú gjalda tað dupulta. Kostnaður fyri at tú sjálv betalir eitt girokort á tínum netbanka, sum tú longu betalir fyri at hava, fer nú at kosta eina fimmkrónu fyri hvørja flyting, sum fyrr var ókeypis. Hevur tú tørv á at flyta pengarnar skjótt, skalt tú av við eina tíggjukrónu hvørja ferð. Fimmfaldan. Og so allar hinar hækkingarnar. Hóast tilforlátiligar upphæddir hvør sær, so fara milliónirnar at renna skjótt av kontunum hjá viðskiftafólkunum í bingjuna, sum skal lutast út til tey fáu.

Hvørji onnur vinnurekandi loyva sær at fleirfalda kostnaðin í einum høggi? Einans tey, sum kenna seg trygg og so ella so eru vard ímóti kapping. Tí kundin hevur í dag lítið í at velja. 

Segði nakar samfelagssinni? Ella atlit til, at stórur partur av fólkinum býr fjart frá flógvu høvuðsdeildum bankans? Sjálvtøkurnar eru longu spardar burtur flestastaðni í landinum, og nú hvørva nakrar av teimum fáu eftirverandi. Og tað er so gott sum ómøguligt at fáa fígging til at byggja hús í útjaðaranum, tí bankin kann tað-skila-tit-vælsaktans-øll ikki taka nakran váða á seg, tá tað snýr seg um vanliga fólkið. Váðafúsar íløgur er nakað heilt-heilt-heilt annað. Tað søguna kenna vit. Bankarnir eru við til at fíggja nógvar váðafúsar langtíðaríløgur, men hava lítlan áhuga í at gera langtíðaríløgur í vanliga fólkið. 

Landið eigur 1/3 av BankNordik, men landsstýrið letur sum vant bankarnar gera, sum teimum lystir. Men landið er nú einaferð stórpartaeigari, og átti at gjørt sína ávirkan galdandi. At kravt mark fyri, hvussu nógv vinnast kann uppá kontur hjá fólki við vanligum, hjá nógvum eisini lágum, inntøkum. Og eitt minsta mark fyri tænastum til allar borgarar. 

Tað fall ikki í góða jørð, tá vit í Løgtinginum viðgjørdu uppskot frá okkum um at seta krøv og mørk fyri negativari rentu á lønarkontum og pensjónskontum. Og bankarnir vórðu væl vardir av umboðum fyri samgonguna.

Men, við hetta lag má arbeiðast við einari alternativari loysn, einum øðrvísi peningastovni, har samfelagsgagn og íløgur í fólkið og í eina burðardygga framtíð viga nógv meira í roknskapi og á botnlinju.  

Tað kann heilt einfalt ikki vera rætt, at fólk skulu noyðast at seta sínar hart forvunnu pengar og pensjónir á kontur, sum bankarnir áhaldandi nápa av, fyri at savna til tey, sum als ikki treingja.  

Bjørt Samuelsen

løgtingskvinna

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ-álopspartu­rin haltar í løtuni
KÍ - Víkingur (0-0)
Norðlýsið blaðið í gerð
Tunnilsgjaldið eigur at endur­skoðast
Reyni Service í Klaksvík 20 ár!
Fullsett altjóða ráðstevna um sjótrygd o…
Nú má farast undir at skipa fyri FM skil…
Fólka­atkvøðan var "einans vegleið­andi"
50 ár síðan "Jesus tær býður" kom út
Vísindavøka á ferð á Bókasavni­num við Lø…
Eg fann grindina norður úr Kallinum
Elsebeth Mercedis: Verður framtíðar olju…
PF SANDSHIP hevur skrivað undir sáttmála…
Hvussu nógv hevur nýggja bíleggingar- og…
Upptakt: KÍ-Víkingur
Team Klaksvík tapti fyrsta dystin
Ungur klaksvík­ingur keypt sær útróðrarbá…
Veðrið í Vikuni
Ársaðalfundur - Norðoya Listafelag
KÍ kvinnur - Skála (7-0)