Lýsing
Lýsing
Lýsing

Javnstøðubrillur - nýtt poddvarp um javnstøðu

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  09.07.2021 - 15:10 Mentan Tíðindaskriv

Í dag er poddur nummar trý klárur á Apple, Spotify og heimasíðunum hjá Javnstøðunevndini og Demokratia.

Hvussu sær eitt nú søga, arkitekturur, retorikkur, list, matgerð, heilsa, útbúgving ella fiskivinna út við javnstøðubrillum? Sær verðin øðrvisi út? Fáa vit eyga á okkurt, sum vit vanliga ikki síggja? Hetta er tátturin í nýggja poddvarpinum hjá Javnstøðunevndini og Demokratia. 

“Demokratisk umboðan og javnstøða yvirhøvur eru stórmál, sum ávirka okkum øll, men sum vit oftast ikki geva okkum far um. Tey fáa sjáldan rúmd, heldur, í dagsins tættpakkaða tíðindafloymi og miðlalandslagi – uttan kanska tá tað er val. Tí hava Javnstøðunevndin og Demokratia avgjørt at gera hesa felags podvarpsrøð, júst fyri at gera okkum øll tilvitaði um, hvussu kyn, umboðan og javnstøða – ella vantandi javnstøða - í veruleikanum lita okkara tilveru og ymisk økir í okkara samfelag”, sigur Kristina Gry Berg, forkvinna í Demokratia.

Í poddvarpinum fara serfrøðingar, viðmerkjarar og onnur saman við skiftandi vertum at umrøða viðkomandi evni og spurningar. Endamálið er at varpa ljós á týdningin av javnstøðu í breiðasta týdningi á ein lættan og øðrvísi hátt og eisini at fáa kanska óvæntað sjónarmið fram.

"Okkara uppgáva er at síggja verðina við javnstøðubrillum, og tað gera vit allatíð. Við nýggja poddvarpinum vilja vit bjóða lurtaranum møguleikan at síggja verðina við okkara brillum - eina løtu saman við áhugaverdum gestum og vertum," sigur Lív Paturson, samskipari hjá Javnstøðunevndini og Demokratia.

 “Yvir høvur er arbeiðið hjá Javnstøðunevndini ikki altíð so sjónligt hjá almenninginum. Vit virkað mest “backstage” og viðgera klagur og vegleiða stovnum, virkjum og einstaklingum. Og ofta hoyra fólk bara um okkum, tá ið okkurt er galið við javnstøðuni. Ynskið hjá Javnstøðunevndini er at varpa ljós á javnstøðu á ein nýggjan og øðrvísi hátt og nýggja poddvarpið er ein liður í hesum,” sigur Mai Laksafoss, forkvinna í Javnstøðunevndini

Í fyrstu fýra poddunum fara kendir serfrøðingar at umrøða hvør sítt evnið við nýpussaðum brillum. Fyrsti gesturin er Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur, sum saman við vertinum Óluvu Zachariasen hyggur at søgu í javnstøðubrillum: Hvønn leiklut hevur kyn í okkara søgu? Hvørjar søgur verða fortaldar, og hvørjar eru fjaldar? Hevði Føroyingasøga sæð øðrvísi út, um ein kvinna skrivaði hana? Og hvønn týdning hevur søguskrivingin fyri okkara samleika sum fólk og kyn?

Tað eru Javnstøðunevndi og Demokratia, sum hava tikið stig til nýggja poddvarpið, sum kann hoyrast á heimasíðuni https://www.javnstoda.fo/javnstodubrillur á www.demokratia.fo

umframt á poddvarpstænastunum Spotify og Apple Podcast

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lívið er tann størsta gávan, sum er og n…
Alt sprettur úr hugsjón­ini um umsorgan,…
Ongin spenningur um FM - Tíðin er komin…
Sjógvpumpu­skipan til Elverkið á Strond (…
Tøkk – Ægir 50 ár
Áskoðaraskýlið á Svangaskarði
Tey venja leik í Spinnarínum
Innangarðsútskiftingin í Haraldssundi
Heðin og Fríða vitja Norðlýsið
Starvs­fólk til Blómugarð á Húsum
Vísindavøka á ferð á Sørvágs Bókasavni í…
Ólógligar loyndar sjúkuskráir – amboð a…
Stradivarius í Løkshøll og Hátún
Drama í Sambands­flokki­num
Fríði Sigurðsson settur sum nýggjur stjó…
Eldri systkin vísa veg – byrja dagin við…
Ein túrur á seiðabergi
Send okkum gjarna tíni hugskot!
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag
Jan vitjar Norðlýsið